Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Anotekið sum sjålvtøk Fleiri vørur og styttri bíðitíð hjá viðskiftafólkunum Ein partur av Tjaldurs Apoteki í Havn verður nú skipaður sum sjålvtøku- handil. I hesum partinum verda nakrar av tcimum vørum at fåa, sum vanliga verda roknadar sum hand- keypsvørur. Eitt nå nått- åruheilivågur, vitaminir og kosmetikk. Haraftrat fer apotekid at hava væl størri úrval av tílíkum vørum at bjóða sínum viðskiftafólk- um framyvir. Serliga av náttúruheilivági, sum apo- tekið ikki hevur havt so nógv av higartil. Ein orsøk til broytingina er, at nå verdur lættari hjå fólki at síggja hvat apotek- ið hevur at bjóða. Áður komst tú úl skivuna, og vist lítið um, hvat var á hyllunum aftanfyri, og hevur hetta eisini darva søluni. Roknað verður ti við, at apotekið fer at selja meira, og haraftrat verður styttri tíð hjá fólki at bíða til tey verða avgreidd. tór.- Mangan mugu fólk bíða eina góða løtu við skivuna, men eftir at ein partur av apotekinum verður umskipaður sum sjálvtókuhandil, skuldi biðitíðin verið styttri Sleppa i skúla | ødrum landi i vår helt OBESSU (Organizing Bureau of European School Unions) skeið um evnid »Youth Mobility«. LFU (Landsfelag Føroy- inga í Utbúgving) — ið er eitt av teimum europeisku landsfelogunum í OBESSU — var við á hes- um skeiði og varð har lagt fram uppskot um at fáa skipað eina umskiftis- ætlan fyri næmingar úr øllum europeiskum lond- um. OBESSU setti ein ar- beiðsbólk at arbeiða við hesum málinum, og legði hesin bólkurin so fram eitt uppskot um at stovna ESSE, ið merkir Europe- an School Students Ex- change. Endamálið við ESSE er sum sagt, at næmingar úr miðnámsút- búgvingunum skulu kunna fara til eitt europe- iskt land — tvs. eitt annað europeiskt land enn tað teir eru ættaðir úr — at ganga í skúla í eitt ár. Formaðurin í LFÚ, Gunnar Toftegaard, varð valdur til samskipara av arbeiðsbólkinum ESSE. Av tí at LFÚ er í OBESSU, fara feroyskir Luttakararnir hjá LFÚ í hesum arbeiði eru frá vinstru Hans Jacob Kollslíð, Sára Bech, Anja Sandá, Gunnar Toftegaard, Heðin Joensen og Katrin Mørkøre næmingar sjålvandi eisini at kunna fara út í heimin i eitt ár við ESSE. Fíggjarliga fer EF at hava ein rættiliga stóran leiklut, men tó skulu næmingar úr øllum teim- um europeisku londunum kunna luttaka i umskiftis- ætlanini, eisini næmingar úr teimum londunum, ið ikki eruí EF. Av hesi or- sek, at EF kemur at stuðla ESSE væl við tí fíggjarliga, fer tað at vera ókeypis fyri tann einstaka næmingin at fara burtur í eitt ár við ESSE. Her skil- ir ESSE seg sostatt frá teimum vanligu umskift- isætlanum, har næming- urin vanliga sjálvur skal gjalda fyri ferðaseðlar, uppihald osfr. Við at tað er ókeypis at vera við, fer tað eisini at lata seg gera hjá næming- unum í teimum eystur- europeisku londunum at luttaka. ESSE skilir seg eisini frá verandi umskiftisætl- anum við tað, at tað eru næmingar frá miðnámsút- búgvingunum sjálvir, ið arbeiða við at leggja ESSE til rættis og eisini verða við at umsita tað. Tí kunnu vit siga, at ESSE er ein umskiftisætlan fyri næmingar — gjert og um- sitið av næmingum. Ætlanin er at teir fyrstu næmingarnir skulu kunna fara út í januar 1993. LFÚ hevur eisini verið við á einum OBESSU skeiði í summar, ið kall- adist >One European School«. Tad er soleidis, at teir flestu næmingarnir í Europa fegnir vilja hava, at prógv teirra kunnu nýt- ast um alt Europa. Næm- ingarnir vilja tó ikki hava, at bert eitt útbúgvingar- slag skal vera um alt Europa, tí mentanirnar í teimum europeisku lond- unum eru so ymiskar, og hesar ymisku mentanir- nar vilja teir varðveita. Um mong, fá ella eingi starvsfólk verða uppsed á posthúsinum í samband við rationalliseringina er enn ein eins opin spurningur sum hesin postkassin Ikki talan um hópunpsagnir -sigur landsstýrisfulltrúin, men hetta er eingin trygd, sigur postfelagið Tað verður enn arbeitt við spurninginum um hvussu Postverk Føroya skal skipast framyvir. Tummas Magnussen, fulltrúi í samferðslumálum sigur so mikið, sum at talan verður ikki um hópupp- sagnir, sum postfelagið annars hevur óttast fyri. Um talan verður um uppsagnir yvirhøvur kann tó eingin siga. Hendrik Thomsen, formaður í Postfelagmnum sigur, at tað er sjálvandi gott at hoyra, at ongar hóp- uppsagnir verða, men hann heldur hetta ikki vera nóg góða trygd hjá starvsfólkunum. Hvussu vorðið verður við starvsfólkunum kann bert landsstýrið veita trygd fyri, og tað vónar postformaðurin skjótt at fáa at vita frá landsstýrinum. Hann heldur. at fekk starvsfólkið innan postverkið trygd fyri, at fólk fóru ikki at verða søgd úr starvid, orsaka av rationaliser- ingini, hevði hetta býtt munandi um trivnaðin á arbeiðsplássinum, heldur enn sum nú, at fólk liva í ótta fyri at missa starvið. Hendrik Thomsen ivast heldur ikki í, at fekk starvsfólkið eina tílíka trygd, vóru tey meira sinnaði til at samstarva við leiðsluna um ymiskar rationaliserinzsloysnir. Nýggjar deildir Hvussu bygnaðurin annars verður hjá postverk- inum er enn ikki heilt greitt. Tó er rímiliga greitt, at tvær nýggjar deildir verða skipaðar. Ein ráðlegg- ingardeild, sum skal hava høvudsåbyrgdina av øllum rakstrinum um hendi, og ein marknadardeild, sum millum annað skal taka sær av viðurskiftunum mót- vegis viðskiftafólki postverksins. Haraftrat er ætlanin at skipa landið í tiggju postøki við høvdusstød í Havn Hvussu verdur vid Giro-stovuni er ikki greitt. Ein nevnd er sett at gera uppskot um hvussu hendan deildin skal virka framyvir. Nevnt hevur verid, at skipa Giro-stovuna sum alment partafelag, sum skal åtaka sær størri peningastovnsuppgåvur enn tær, Giro-stovan nå hevur. tór.-