Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Føroyska metveiðan i Barentshavinum øsir norskar fiskimenn llskast inn á Føroysku trolararnir eyst- anfyri hava fiskað væl fyrra hálvár í ár. Skála- berg, Nónhamar, Enniberg og Sundaberg hava veitt 3000 tons av toski í Barentshavinum fyrstu seks mánaðirnar. Virðið á hesi veiðu, ið verður ntin saltað ella gjørd til fryst flak, er 280- 300 milliónir norskar krónur, tá hann kemur um lúnningina. Hetta hevur fingið teir hart kvoteraðu norsku fiskimenninar at geva ilt av sær. T.d. svara tey 1300 tonsini, ið Enniberg fekke ftir sjey vikum, til samtaldu kvotuna hjá teimum trettan norsku verksmiðjuskipunum, sum veiða í norska búskaparliga, skrivaði norska blaðið Sunnmøreposten friggjadagin. Fara at taka stig - Tíðindini um føroyska metfiskiskapin i Barents- havinum fer at hava vid sær, at vit fara at kanna vidurskiftini gjølla, sigur Audun Maråk, sum er formadur i norska reid- arafelagnum, vid norska blaðið. Norsku fiskimenninir halda ikki, at grundarlag er fyri so stórum veiðu- nøgdum í kvotaavtalun- um, sum Føroyar hava vid Norra og Sovjett. - So vit fara helst at taka málið upp við fiskivinnufyrisitingina, sigur Audun Maråk, ið visir å, at meginparturin av føroysku veiduni er veidd i russiskum øki. Norskir fiskimenn eru skerdir å egnum øki, ti fiskivinnufrødingarnir hava sagt, at toskastovn- góingarna urin í Barentshavinum er so illa fyri. Fiskifrød- ingarnir hava sagt, at orsøkin til góða fiski- skapin í vetur hevur verið, at fiskurin hevur verið í einum stað at kalla. Nógvur toskur til Norsku fiskivinnan vend- ir nú skjútsið ímóti fiski- fróðingunum. Olav Strand, sum er formaður í verksmiðjuskipafealagnu m vísir á, at samstundis sum føroyingar høvdu góðan fiskiskap vóru stórar toskatorvur framvið allari norskustrondini. - Spurningurin er, hvussu leingi fiskifrøding- arnir megna at standa við sitt, tá øll onnur so við og við verða greið yvir, at metingar teirra ikki eru eftirfarandi, sigur Olav Strand. Í Sunnmøreposten fær Olav Strand viðhald frá einum ónevndum, før- oyskum trolmanni: Vidhald frå føroyingi - Tad er ørgrynni av toski i havinum, - eg havi ong- antíð áður upplivað nakað líknandi, tey árini, eg havi verið til skips, sigur føroyingurin, ið eisini greiddi frá, at tað var óneyðugt at leita eftir fioski og at taka óarbeiðs- liga stórar nøgdir innan- borda: - Vit skuldu bara leggja okkum eftir at hava spill- feskan fisk å dekkinum alla tidina, so framleiðslan varð so stór sum gjørligt, tí har var stórur og góður fiskur um tað heila hav, Sigur føroyingurin við blaðið. - Tað er undir ongum Nr. 167 — 12. september 1991 Sundaberg er ein av trolarunum, sum veiðir eystanfyri. Stóru nøgd- irnar, sum fóroysku trolararnir hava fing- ið, hevur fingið teir strangt kvoteraðu norsku fiskimenninar at geva ilt av sær mót- vegis fiskifróðingun- um. Føroyskir fiski- menn taka undir við norðmonnum og siga, at toskastovnurin í Barentshavinum er væl fyri umstødum ov vánaligt, at norsk fiskivinna skal missa milliardaupphæddir, samstundis sum útlend- ingar oysa av rikidøm- inum í Barentshavinum, sigur norðmaðurin við Sunnmøreposten við til- vísing til fóroysku met- veiðuna. ówh Føroyskur skipari um toskastovnin i Barentshavinum Væl fyri Heðin Jacobsen, skipari á Nónhamri, skilir væl norsku fiskimenninar. Heðin hevur verið við Nónhamri síðani 1980; fyrstu ferð hann var skipari, var í 1983, og síðani í fjør hevur hann verið fastur skipari, annars hevur hann verið stýrimaður. Øl hesi árini hevur Nónhamar verið eystanfyri. - Stødan hjá toska- stovninum í Barents- havinum hevur verið nógv, nógv betri síðstu trý árini, enn nakrantíð, tað sum eg veit um, sigur Heðin. Klaksvíksskiparin sigur, at meginparturin av veuiðuni er veiddur í russiskum gki, men teir hava eisini roynt í norskum øki, har teir hava eina lítla kvotu. - Vit hava roynt vestast á norska land- grunninum og eystur igjøgnum, og har var fiskur allan vegin, sigur Heðin, ið leggur aftrat, at talan var um stóran og góðan millumfisk. Harumframt var eis- ini nógvur yngul, sum ikki kom í trolið, greiðir skiparin á Nón- hamri frá. Frá fólki á Båtsfjørdinum veit hann eisini at siga, at nógvur toskamurtur er á fjørd- inum. - So tað er eingin ivi um, at tað er sera væl statt vid toskastovn- inum i Barentshavinum, sigur Hedin Jacobsen, ið væl skilir misnggdina millum norsku lags- bróður sínar og at- finningar teirra ímóti fiskifrødingunum. - Eftir ti eg dugi at meta um støduna hjå toskastovninum, havi eg ilt vid at skilja strongu kvoteringarnar, sum norsku fiskifrødingarnir leggja upp til, sigur Hedin Jacobsen. Nénhamar hevur å tveimum túrum eystan- fyri fingið 960 tons; manningarparturin ligg- ur um 270.000 krónur fyri báðar túrarnar. .6wh