hósdagur 12. september 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
[ff em
Bakkafrost undir
Nr. 167 — 12. september 1991
spennandi roynd
Fyrsta virkið í Føroyum, sum hevur gjørt seg út til at taka ímóti
makreli til agn og matna
Bakkafrost á Glyvrum fór
í gjár undir eina heilt
nýggja framleiðslu. Virkið
hevur gjert seg út til at
taka ímóti makreli frá før-
oyskum og útlendskum
nótaskipum. Virkið hevur
gjert ílegur í maskinur og
frystitunnlar fyri umleið 3
mill. kr. Ætlanin er at
taka ímóti makreli,
sortera hann og síðani
heilfrysta hann. Nakað
skal so av landinum sum
matvera, eitt nú til
japanska marknaðin, og
nakað skal so brúkast til
agn hjá føroyskum
båtum.
Hetta er fyrstu ferð, at
eitt feroyskt fiskavirki
miðvíst ger seg út til at
taka ímóti makreli. Higar-
til hava flestu føroysku
nótaskipini avreitt
makrelin í útlandinum.
Nú ynskir Bakkafrost so
at royna henda nýggja
meguleikan. Hetta fer so
at geva arbeiði til eini 50
fólk, sum fara at arbeiða í
tveimum vaktum.
Talan er um eina rætti-
liga einfalda framleiðslu.
Fiskurin verður skildur og
so heilfrystur í teimum 6
frystitunnlunum, sum
gjørdar eru til endamålid.
Hetta er sum so nakað
nýtt har á virkinum. Tí
higartil hava teir fyri tað
mesta framleitt fars, flak
og so eisini surimi úr sild
og svartkjafti.
Roknað verður við, at
vit innflyta eini 3000 tons
av frystum makreli úr
Noregi til agn hvert ár.
Bakkafrost vónar nú, at
vit kunnu verða sjálv-
Á Bakkafrost hava gjøgn-
um árini verið gjørdar
nógvar royndir at arbeiða
fiskasløg, sum vit vanliga
ikki viðgera á fiskavirkjum
í Føroyum. Fyrst var tað
sildin, síðani svartkjafturin
og nú er túrurin komin til
makrelin
bjargnir við agninum og
harvið spara landinum
innflutning.
Eftir í føroyska fiski-
flotanum eru 5 nótabátar.
Ein teirra var á Glyvrum í
gjár við uml. 90 tonsum.
Makrelurin er at fáa inni á
føroyskum eki millum
Føroyar og Hetland.
Hann ferðast hesa tíðina
framvið Feroyum og Het-
landi og verður at fáa til
út í januar. Men eftir eru
tað framvegis írsk og
skotsk skip, sum fiska
makrel, soleiðis at teir á
Bakkafrost vóna, at teir
kunnu fáa makrel til eina-
ferð í februar mánaða.
Teir vóna so eisini at
kunna keypa makrel frá
útlendskum skipum.
jan
Tad rætta
parkeit- !
golvid
finnur
tú hjá |
Okkum NV
IA
+