Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= Nr. 167 — 12. september 1991 tiðindablaðið Landsliðið góður ambassadørur fyri land okkara -Fótbóltsspælarar okkara eru tydningarmiklir ambassad; rar fyri land okkara. Føroyar verða meira kendar og haraftrat positivt kendar sigur Jógvan Sundstein, fíggjarlmálaráðaharri, sum er ein tann av okkara politikarum, sum hevur sýnt føroyskum fótbólti - heima sum úti - ein tann stórsta áhugan. Hann sigur, at føroyskan úttókan í altjóða fótbólti hevur beinleiðis týdning fyri samráðingar, sum føroyskir politikarar, ráðharrar 0.0. hava í útlandinum. -Fótbólturin líkasum hevur verið katalysatorurin, sum hevur fingið glið á annars torfórar samráðingar sigur fyrrverandi løgmadur í samrødu við Sosialin. nevniliga Atli Dam, løg- maður, og Jógvan Sundstein, fíggjarmála- ráðharri og fyrrverandi løgmadur. Teir hava hesar sein- astu dagarnar havt týð- andi samráðingar við danska forsætisráðharr- an, og nýttu tí eisini hevið at leggja leiðina um Oyrasund til Lands- krona at heppa fer- oyska landsliðið. Hóast Feroyar í gjár skuldu spæla heima- dyst sín á útivelli í Sve- ríki, so kundi ikki annað sigast enn, at har vóru áskoðarar sum var tal- an um veruligan heima- dyst í Føroyum. Millum teir mongu áskoðarar- nar vóru eingir minni enn tveir av landsins hægstu monnum, ein núverandi og ein fyrr- verandi legmaður, Undan dystinum í gjár bóðu vit teir báðar tippa um úrslitið. — Eg tippi 2—1 til Feroyar, sigur Atli Dam, legmaður. — Eg tippi 1—1, sigur Jógvan Sundstein, fíggjarmála- ráðharri. Báðir eru teir fegnir um, at Feroyar luttaka í altjóða fót- bóltskappingum, tí hetta gevur okkum nógva — og higartil næstan bara — góða umreðu í umheiminum. Jógvan Sundstein er nokk tann bóltshugaði av teimum báðum. Hann hevur í mong ár verið fastur fúsur á vellinum í GUndadali, har hann hevur verið ein av trúgvastu stuðlunum hjá B36, sum í letuni marsjerar moti FM- heitinum i fótbólti. — Hvussu ber tað til, at tveir av landsins hægstu monnum hava stundir til at fara til fót- bóltsdyst, nú steðan í landinum er so vánalig, meira fót- spurdu vit Jógvan Sundstein: — Fyri tað fyrsta haldi eg ikki steðan er so vánalig, í hvussu er ikki so vánalig, at ein ikki hevur tíð til at anda út av og á. Annars eru vit í erindum í Dan- mark, so liggur tað væl fyri at fara til Lands- krona. Harafturat er at siga, at eg havi stóran áhuga fyri fótbólti, og tí var eg eisini við til dyst- in í Landskrona seinast og í Belfast. Jógvan Sundstein leggur aftur- at, at til dystin í Balfast móti Norðurírlandi tippaði hann eisini 1 —1 Og tað gjørdist eisini úrslitið. So tá tað var meguligt einaferð, so hví ikki einaferð aftrat! Vit spurdu hann eis- ini, um tað hevur týdn- ing fyri Feroyar sum so, at vit eru við í altjóða fotboltskappingum! — Hetta at vit eru við í altjóða fótbóltskapp- ingum hevur nógv meira at siga, enn nakar trýr. Hetta havi eg sannað av egnum royndum í mínum po- litiska arbeiði. Alla staðni har vit hava ver- ið í samband við fólk, eitt nú samráðingar um týðandi samfelagslig og politisk mál, hevur tað víst seg, at lutteka okk- ara í EM-kappingini hevur havt ein positiv- an týdning. Jógvan Sundstein sigur, at fótbóltsspæl- arar okkara eru týdn- ingarmiklir ambassa- derar fyri Feroyar. Fer- oyar verða meira kend- ar og harafturat posi- Síða 11 tivt kendar. Hetta tí at nógv fólk hava áhuga fyri fótbólti, og tí at fót bóltur verður mettur sum nakað spennandi og positivt Eg havi fleiri ferðir upplivað, at fólk eru rættiliga imponerað av føroyingum fyri tann stríðsanda og vilja, okk- ara fótbóltsspælarar hava víst. Og hetta at vit eru eitt lítið land, sum torir og megnar at klára seg í kappingum við teir stóru og pro- fessionellu hevur gjert mong ovfarin. — Tað hevur víst seg, at til nógvar av teimum týdningarmiklu samráðingunum, eg havi verið við til í sein- astuni, har hevur fót- bólturin líkasum verið katalysatorurin, sum hevur sett annars trupl- ar samráðingar í gongd. Hann hevur lætt um klimaið og fingið prátið um annars álvarsamar spurningar á glið, sigur Jógvan Sundstein um týdningin, føroyska lut- tekan í altjóða fótbólti hevur fyri landið. jan