mikudagur 18. september 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Torført at
selja Førovar
- Hetta er eitt vakurt land men eg rokni vid at
tað verður striltið at selja Føroyar til belgisk
ferðafólk, sigur Hilde Coppey, ein teirra, sum
vitjar á ferðavinnusteynuni í
Norðurlandahúsinum.
Hetta er sættu ferð, at
Travel Mart skipar fyri
ferðamannastevnu, og hesi
ferð eru tað Føroyar,
Island og Grønland, sum
eru í fokus. Londini hava
tilsamans 68 básar har tey
sýna fram tað, sum
londini hava at bjóða av
gistingarhúsum og
ødrum, sum ferðafólk eru
áhugaði í. Keyparar koma
millum annað úr Italia,
Spania, Schweits, Pólandi
um-framt úr
Norðanlondum.
Striltið at selja
Nógvir keyparar eru
áhugaðir í Føroyum, sum
ferðamannaland. Ein teirra
er Hilde Coppey, sum
arbeiðir fyri eina ferða-
mannastovu í Bruxelles, í
Belgia.
Hon arbeiðir millum
annað við at selja pakka-
túrar til belgarar, sum
ferðast til Norðanlond. Í
nógv ár hava tey selt
Ísland, sum ferda-
mannaland. Hetta er fyrstu
ferð, at tey skulu royna
seg í Føroyum
- Náttúran er sera vøkur,
her er stilt og fridarligt.
Men eg rokni vid, at tey,
sum verda åhugadi at
ferdast til Føroyar, er ein
serligur bólkur av fólki.
Helst tey, sum eru
millum 30 og 60 år.
-Eftir ti, sum eg havi
fingið fatan av, verður tað
neyvan tey ungu, sum
koma higar at ferðast,
sigur Hilde Coppey.
Dýrt
Belgarar hava havt
møguleika at ferðast higar
gjógnum Smyril Line.
Men Hilde Coppy skal nú
fáa í lag sokallaðar
pakkatúrar við flogfari til
Føroyar.
Enn hevur hon ikki
gjørt nakara fastar avtalur
vid hvørki flogfeløg ella
gistingarhus.
- Ein vansi vid at royna
Føroyar er, at tað er dyrt
at koma sær higar. Ti
rokni eg eisini vid, at tad
verða tey sum eiga eitt
sindur av pengum, sum
við koma at selja mest til,
sigur Hilde Coppey.
40 luttakarar úr Fø-
royum eru við á stevnuni
í Norðurlandahúsinum.
Ferðamannastevnan endar
hósdagin.
eyð
> FA 7 x
20 føroyingar sýna
fram tað, sum vit
hava at bjóða
ftland frðafálli
ullendskum ferðafólki.
Íslendingar eru teir,
sum hava flestu
básarnar í Norð-
urlandahúsinum
Myndir Kalmar.
Hilde Coppey, er úr
Belgia og ein teirra,
sum er áhugað at
keypa Fóroya. Hon
roknar tó ikki við at
tann stóri streymurin
av belgiskum ferðaf-
ólkum kemur higar.
Fá 35% betri konditión
- uttan at venja!
Bio-Qinon
| gg
| 1 hylki Bio-Qinon inniheldur nylki
| 10 mg av Ubiqinon Co-enzyl Big 89
Q-10. 1-3 hylki dagliga. 49
- eitt dygdarprodukt
frå Pharma Nord
á staðnum