Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin kl. 20.03: The Cartier Affair Amerikanskur filmur frá 1984 við Joan Collins í hevuðsleiklutinum. Ein fyrrver- andi fangi skyldar nekrum av fongsuls- vinmonnunum nógvar pengar, og hann noyðist at útvega teir sum skjótast. Hann ger av at ræna pengarnar frá einari ríkari sjónleikarakvinnu, sum eigur nógvar gimsteinar. Í eini roynd at fáa samband við hana sekir hann starv sum skrivari hjá henni. Men skjótt fáa tey meira enn arbeiði at hugsa um Fríggjadagin kl. 22.03: Courage Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1986. Sonur Marionnu Miraldo brúkar narkot- ika, og hon ger av sjálv at koma hesum til lívs. Hon ætlar sær sjálv at berjast móti narko-monnunum, sum oyðileggja mong lív. Hetta verður ein harður bar- dagi, tí hon er púra einsamøll Sunnudagin kl. 16.00: Í Íslandi var ein yvirstætt Samrøda við Fiu í Búri í Skopun Bergur Jacobsen tosar við Sofíu Hentze í Skopun. Í sendingini fer Fía millum annað at siga frá teirri tíðini, tá hon arbeiddi í her- skapshúsum í Reykjavík, og frá pensjon- istafelagnum í Skopun. Antin — ella— ikki bæði Leygardagin kl. 9.00: Fransson de forskracklige Svenskur filmur frá 1941. Hin ungi bak- arin, Fransson, kemur til lítla býin Vesterby. Hann er farin úr arbeiði í Stockholm orsakað av pengaviðurskift- um. Hann fær beinanvegin arbeiði á Fin- holm bakarínum, har hann skjótt fær tað at ganga væl. Men hann hevur hug á dóttir Finholm, og har gongst honum minni væl. Men so hoyrir løgreglan okk- urt um hann úr Stockholm, og tá er gelan nær Leygardagin kl. 19.00: Centennial Hóast Pasquinel er nýgiftur við Lise, fær hann sær eina aðra konu, Clay Basket. McKeag, sum eisini er góður við hana, ill- tonkir hann at giftast við Clay fyri at hon kann siga honum, hvar pápi hennara fann gull Morgunlestrar í Útvarp Føroya 23.—28. september Hesa vikuna lesur Páll Jacobsen á Nesi í Vági Sálmar og bíbliuorð: Mánadagur 23. september nr. 24 Fedranna trúgv — o sterka vár Luk. 17,12 Týsdagur 24. september nr. 374 Um synd og skomm teg hava sprongt Luk. 17,13 Mikudagur 25. september nr. 553 Náttin myrka horvin er Luk. 17,15 nr. 318 Um tú vilt gleði vinna Hósdagur 26. september nr.9 Syngið við okkum, fjøll og líð Luk. 17,16 Fríggjadagur 27. september nr. 10 Prísa, sál mín, himladrotti Luk. 17,18 Heilagt ljóð oss legg á tungu nr. 4 Leygardagur 28. september nr. 369 Gakk tú fram við góðum treyst Luk. 17,19 nr. 346 Lov og tekk og allan heið- ur Nr. 7 73 — 20. september 1991 Leygardagin kl. 23.50: Alfred Hitchcock Mort og Jocelyn eru eini ikki serliga lukkulig hjån. Eina nåttina vaknar Mort av undarligum ljóði niðriundir. Hetta er ein tjóvur, sum hevur brotið inn, men har er einki at stjala. Mort fer at tosa við hann og bjóðar honum pengar fyri at gera av við Jocelyn. Tjóvurin fer upp trappurnar, men verður leingi burtur, so Mort fer upp at vita, hvussu vorðið er. Hon verður kløkk. Sunnudagin kl. 19.00: Nutcracker — Money, Madness and Murder : SVIE vi Fr VURTIRLES SON ] So ag Herati Lee Remick Am. sendirød i trimum pørtum frå 1986. Ein sonn og skelkandi sega úr New York um Frances, sum er so óð eftir verðini, at tað elvir til morð. Hon er tvær ferðir skild og mamma at trimum børnum. Hon stendur aftan fyri eitt innbrot, har yngsti sonur hennara er illtonktur fyri at hava dripið abba sín, sum eigur nógvar milli- ónir Mánadagin kl. 21.00: In The Heat of The Night Phil Trundle, ein FBI agentur kemur til Sparta at leita eftir einum nevaleikara, sum eitur King Baylor. Hann ætlar at bjóða honum pengar fyri at vitna, tí King er einasta vitni til eitt morð, framt av ein- um í mafiuni. Mánadagin kl. 22.30: Married with Childen Tá ið Al var lítil, hevði hann tvey ynski. Annað var at gerast astronautur, hitt at fáa eitt baðirúm fyri seg sjálvan. Nú er nakað seint at gerast austronautur, men ikki ov seint at fáa eitt baðirúm. Hann ætlar at gera tað sjálvur, men ikki meira enn byrjaður, hverva amboðini so við og við Týsdagin kl. 23.00: Quincy Ein vinmaður hjá Quincy kemur til hans- ara, illa viðfarin. Quincy fær hann á sjúkrahús, men maðurin doyr, og Quincy obduserar hann um náttina. Morgunin eftir er einki lík at finna og ongar journal- ir. Leitingarnar hjá Quincy vísa, at alt er horvið og maðurin er framvegis á lívi...? Mikudagin kl. 20.03: Blame lt on Rio Michael Caine, Demi Moor og Jospeh Bologna Amerikanskur filmur frá 1983. Vinmenn- inir báðir Matthew og Victor hava leigað eini hús í Rio, har teir skuldu halda frí saman við detrum teirra. Dóttir Victor, Jennifer, var sum smágenta forlipt uppi í Matthew, og nú fer hon eftir honum. Vic- tor roynir at finna útav, hverjum dóttirin fjasast við, men hann hevur sjálvur alt ov nært samband við konu Matthew. Hósdagin kl. 22.03: Crazy Lika A Fox Harrison og Cindy leggja sær ætlanir um eitt vikuskifti — uttan Johs. Men ikki meira enn komin til hotellið, sær Cindy ein gamla floksfelaga, Diane Bennett, sum misti mann sín fyri einum ári síðani. Stutt eftir sær Cindy ein mann, sum hion er vís í er Ted Bennett — maður Diane Hósdagin kl. 20.30: Alien Nation Henry James bjargar George. Henry James er nýkomin legreglumaður. James er nakað særdur av bardaganum, og verður koyrdur á sjúkrahúsið hjá teimum nýkomnu. Har sær hann eina sjúkrasyst- ir, sum fer við posum av blóði til opera- tiónsstovuna. Eftirsum hann veit, at vanlig menniskju ikki sleppa á sjúkra- húsið har, fær hann illgruna. Seinni koma Sikes og George og fáa at vita, at James er deyður undir skurðviðgerðini. Hvat man tað vera, sum hendir á sjúkrahúsin- um?