fríggjadagur 20. september 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 173 — 20. september 1991
Folkadansur i Gøtu
Dansifelagid »Upp å tå« i
Vågunum og onnur av
sama slag fáa nú ein lika
aftrat í Eysturoynni; dans-
að hevur verið fleiri vetrar
í Eydnuni á Oyrarbakka,
men nú verður eisini fólka-
dansur i Gøtu. Tað eru
Óluva Christiansen, Tor-
gerð Gøthe og Martin Juul
Jarnskor, ið hava tikid stig
til tiltakið.
Dansitiltakið er fyri allar
eysturoyingar, sum hava
hug at læra fólkadans, -
uttan mun til aldur og for-
treytir. Tey, ið vilja vera
við, meta friggjakvøldid í
komandi viku, t.e. 27.
september, í fimleikarhøll-
ini í Gøtu skúla klokkan
20.00.
Ætlanin er at dansa ann-
adhvørt friggjakvøld. Um-
framt tey nevndu, so hevur
eisini Benadikta Ellings-
gaard verið ein av stigtak-
arnum, og hon fer eisini at
leggja lag á saman við Jó-
honnu Troest.
Stigtakararnir siga, at
hóast tiltakið higartil bert
hevur verið nevnt á
mannamunni, so letur til,
at áhugin er stórur fyri
einum slíkum tiltaki.
Jákup Petersen, Norlax:
Eg undrist
stórliga
- Vit hava eina væl rikna alistød, og Sjóvinnu-
bankin var vitandi um meirútsetingina av smolt-
ið og visti eisini, at hon var ikki bindandi. sigur
Norlax-stjórin
Jákup Petersen, stjóri á
alistødini Norlax í Klaks-
vík, undrast stórliga á, at
Sjóvinnubankin hevur valt
at koyra alistødina á húsa-
gang.
Hann vísir á, at Norlax
er millum tær heilt fáu
alistødirnar, sum hava eitt
rakstraryvirskot. Frá at
hava havt hall árini 1985-
1989, hevði stødin í 1990
eitt rakstraryvirskot uppá
2,2 milliónir krónur áðrenn
avskrivingar og 527.000
krónur eftir avskrivingar. Í
ár varð roknað við einum
uppaftur stórri yvirskoti.
Meirútseting vanlig
Hann viðurkennir, at Nor-
lax bæði í ár og í fjør
hevur sett meira smolt út,
enn Sjóvinnubankin hevur
givið tilsøgn um at figgja.
Men hetta hevur bankin
verið fult vitandi um og
eisini góðtikið fyri árið í
fjør.
Í fjør fekk Norlax til-
søgn um fígging av
150.000 smoltum, men
setti 230.000 út uttan at
spyrja bankan eftir. Hetta
hevði við sær, at málið
varð tikid upp saman við
Mortani Carlsen og Erlingi
í Liða, sum báðir vóru úti
á Kunoyarnesi, har støðin
liggur.
Bankin: OK!
Eigararnir sannførdu tå
bankamenninar um, at
meirútsetingin fór at hava
eina øking í tøkuni við sær
úr 250 tonsum í 1990 til
600 tons í ár. M.a. út frá
hesum gingu teir báðir
bankamenninir við til at
fíggja meirútsetingina, tó
undantikið fellið. Tað hev-
ur bankin eisini gjørt um
kassakredittin; hartil kem-
ur, at av tí at laksurin er
vaksin væl, so hevur Nor-
lax kunna tikið alt árið og
harvið fíggja ein part
siålvt. Hóast avtalan bert
var munnlig, hevur alt
gingið regluligt.
Jákup Petersen sigur, at
hóast tað ikki verður havt
á orði, so er tað er kent og
góðkent í bankaheiminum,
at allir alarar seta meiri út,
enn teir fáa tilsøgn um. 18.
august fór Norlax-stjórin
til Sjóvinnubankan og
segði frá ætlanum sínum
um at seta meira út, enn
bankin hevði givið tilsøgn
til.
- Vanliga er slíkt ikki
frammi, men eg vildi hava
ein erligan dialog um mál-
ið, sigur Jákup Petersen.
Teir báðir Sjóvinnu-
bankamenninir Uni Dan-
iclsen og Sonni Jensen
bóðu um eina rakstraræt-
lan og hana fingu teir fyrst
í september; hon vísti útliti
fyri einum fittum yvirskoui
í 1992 orsakað av eini
meirútseting, sum vildi
krvat eina hækking av
kassakredittinum úr núver-
andi loftinum uppá reiðil-
iga seks milliónir krónur
og upp í 18, tá hann var
hægst í 1992.
- Vit ryktu eftir svari,
men síðsta hósdag ásetti
bankin knappliga fund í
Havn, greiðir Jákup Peter-
sen frá.
- Vit fóru á fundin við
góðum treysti, tí vit hava
eina solida fyritøku. Skuldi
bankin ivast í nøkrum or-
sakað av meirútsetingini
árið fyri, so høvdu vit
positiv, telduútskrivað tól
við okkum, sigur Norlax-
stjórin.
»Vit fara í futarættin«
Á fundinum fyrihelt bank-
in seg als ikki til ta
rakstrarætlan, hann sjálvur
hevði bidid um.
Síða 11
- Uni Danielsen segði, at
bankin fór at siga upp alt
samstarv við Norlax. >Nú
reisa vit okkum og fara
oman í fútarættin<, segði
hann so, og har var útlegg
gjørt í alistødini, sigur
Norlax-stjórin.
Jákup Petersen sigur, at
Norlax ikki stilltigandi
hevdi bundid bankan til
eina meirfigging. Norlax
hevur eina avtalu vid teir,
ið lata stødini smolt, at
smoltið verður so at siga
"parkerad” uttan fyri Nor-
lax og skiftir ikki eigara
fyrrenn í somu løtu, Nor-
lax rindar fyri tad; eingin
avtala er um, at Norlax
skal keypa ta0.
Norlax hevur fóðrað
Jákup Petersen viðgongur
tó, at Norlax hevur fóðrað
smoltið; t.d. er kostnaðurin
fyri at fóðra meirútset-
ingina 10-15.000 krónur
um dagin. Hann sigur, at
hetta fyri ein part hevur
verið bókað hjá Normek; í
løtuni eru eini 150.000
ógoldin smolt sett út við
Norlax.
- Men Norlax hevur
eisini nýtt útgerð frá Nor-
mek, sum alibrúkið ikki
hevur fingið rokningar
fyri, sigur Jákup Petersen,
ið leggur aftrat, at í summ-
um fórum kundu viður-
skifuni millum feløgini
verið eitt sindur greiðari.
- Tað hevur kortini í
ongum føri verið talan um
at fåa sær Orættvisan vinn-
ing av hesum, sigur ali-
stjórin.
Einki tikið út
- Fyri mín part kann eg
siga, at eg havi arbeitt dag
og nátt fyri at venda und-
irskotinum til eitt yvirskot;
bensinið havi eg fingið
goldið, og eg havi góð-
skrivað mær tímar hjá fel-
agnum, men ikki eitt oyra
er tíkið út, og hin eigarin
hevur heldur ikki fingið
eitt oyra frá partafel-
agnum, sigur Jákup Peter-
sen.
Jákup Petersen sigur, at
hann skilir ikki reaktiónina
hjá bankanum. Royndirnar
og ætlaninar vísa klárt, at
meirútsetingin stórliga
hevði vunnið seg innaftur.
- Og vildi bankin íkki
fíggja hetta, so hava vit
alla tíðina verið í teirri
stóðu, at okkum hevur ikki
nýtst at tíkið meira smolt
enn vit kundu fíggja.
ówh
Grafo
Prent
gevst
Tann eydkendi tryklang-
urin hvinir Fort tå
tå snarar 1 77 76. Tele-
fonin er ihurlagð: Tað
hevur sina orsøk: Tekni-
stovan og prentsmidjan
Grafo Prent fer nú í
likvidation. Hesa avgerð
tók felagið sjálvt 10. í
hesum. Í Dimmalætting
frá í gjár verða kraván-
arar biðnir um at gera
síni krøv galdandi.
Grafo Prent, ið er um
trý ára gomul fyritøka, er
sera væl utgjørd, men
slaku peningatidirnar
hava gjørt tað Gmøguligt
at forrenta hesa útgerð
Fyritøkan hevur -
og nógvar aðrar verið
noydd at ganga við ul
cins
bert at fåa part av sini
åogn fyri. gjørt arbeiði
inn. Nú Grafo Prent
steingir, eigur hon tran
vegis nógvan pening úti
Fólk, ið hesi vinnu
greinini siga, at skalt í
yvirliva í henni í dag
ræður um at teljast mil
um tær heilt smáu ella
heilt stóru. Grafo Prent,
10 verður roknað ul tær
millumstóru, er við síni
lutfalsliga dýru útgerð
frá ov vidbrekin ul at
liva við so misjøvnum
virksemi, sum talan
hevur verið um.
Hóast Grafo Prent
gevst, halda teir fýra
eigararnir so ella so fram
í grafisku vinnuni.
ówh
Lítil grind í
Hvannasundi
Fyrradagin legði ein lítil
grind beinini norðan fyri
byrgingina í Hvanna-
sundi. Tað var ein ali-
bátur, sum fann hana.
Tað gekk væl at halda
grindini til; hon gjørdi
landgongd og dråpid
gekk skjótt og væl.
Grindin taldi 11 hval,
og teir vóru skiftir mill-
um grindamenninar.
Ringið!
- og vit skriva
(O11820