leygardagur 21. september 1991síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 174 — 21. september 1991
Og Jesus tók til orða og segði við hann: >Sím-
un, eg havi nakað at siga tær. Men hann sig-
ur: Meistari, sig tad!« >Ein maður, sum
lænti peningar út, heuði tveir skuldarar; ann-
ar teirra skyldaði honum fimm hundrað
denarar, og annar fimti. Og tá ið teir einki
áttu at gjalda við, gav hann teimum báðum
eftir. Hver teirra man nú elska hann meira?<
— Luk. 7,40—42.
Skyldar tú Gudi nógv ella skyldar tú honum
lítið? Skyldar tú honum lítið, so kennir tú
ongan terv á nakrari fyrigeving, og av hes-
um sama skyldar tú Gudi onga tekk og
næsta tínum onga fyrigeving og ongan kær-
leika. Tú heldur tverturímóti at næsti tín
skyldar tær bæði mikla fyrigeving og miklan
kærleika.
Tann, sum trýr á syndanna fyrigeving í
Jesusi Kristi, fær syndaskuld sína strikaða;
men hann verður samstundis varur við, at
hann stendur í einari stórari skuld, sum kort-
ini er av heilt ødårum slagi. Hann skyldaði
Gudi mikið vegna syndina. Nú skyldar hann
næsta sínum mikið vegna nådina. »Bædi hjá
Grikkum og barbárum, bæði hjá vísum og
fákunnum standi eg í skuld«. Eg skyldi at
kunngera teimum, at teir eiga líka stóra fyri-
geving hjá Gudi, sum eg — og líka stóran
arv.
Og eg skyldi teimum kærleika. »Skyldi
ongum nakað uttan tað at elska hvor ann-
an<. Lut í hesum kærleika — sum kennir seg
í takkarskuld til Gud og í kærleiksskuld til
næstan — eigi eg einans við trúgv á Jesus
Kristus.
andlát
16. september
Jóannes Joensen, Húsum, vanliga nevndur Geila
jóannes, 87 ára gamal.
Sekt verður eftir
Au-pair
til Reykjavíkar
at ansa 2 ára gomlum barni og annars
hjálpa við í fyrifallandi húsligum arbeiði.
Góðar arbeidsumstødur, og væl av frí-
tid.
Ringið 0093541 29042
(Best eftir kl. 7 å kvøldi)
Blindastovnur Føroya
hevur opið månadag—friggjadag ki. 9—16.
Telefonir: 18222 og 19288.
Gudstænastur 16. s. e. trinitatis
Kirkja: Jógvan Johansen kl. 12.00
Hattarvik: Jógvan Johansen kl. 17.00
Christianskirkjan: Henning Bøgesvang kl. 11.00. Talvan
gongur fyri sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini
Húsar: Niels Pauli Danielsen kl. 11.00, altargongd
Hellurnar: Peter O. K. Olofson kl. 11.00, altargongd
Elduvík: Peter O. K. Olofson kl. 17.00, altargongd
Funningur: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd
Nes: Jákup Kass kl. 11.00, altargongd.
Selatrað: Petur Petersen, altargongd
Hósvík: Marjun Bæk kl. 12.00
Vestmanna: Gerhard Hansen kl. 11.00
Havnar kirkja: Petur M. Rasmussen
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen
Hvítanes: Bjarni Bæk
Hestur: Kjartan Mørkøre, altargongd
Sørvågur: David Johannesen kl. 11.00
Sandvik: Birgitte Johannesen kl. 12.00, altargongd
Hvalba: Jónsvein Bech kl. 12.00
Sumba: Heri Joensen kl. 12.00, altargongd
Tummas Mikkelsen
til minnis
26. juli andaðist Tummas Mikkelsen av Viðareiði
84 ára gamal. Tummas varð í vanligari talu
nevndur Tummas hjá Eliasi.
Foreldur hansara vóru Elias Mikkelsen (Elias á
Millanum) og Henrietta, fødd Heinesen, ættað úr
Leirvík.
Tummas fór, sum teir flestu tá á degum, til
skips, tá ið hann varð so frægur, og á sjónum
baldist hann til kreftirnar fóru at ganga undan.
Tað er serliga sum útróðrarmaður, eg kenni
Tummas. Hann róði út frá Klaksvík undir ellum
heimsbardaganum og langt aftan á tað. Ein
stóran part av lívi sínum var hann eisini útróðrar-
formaður. Væl lá fyri at fáa fisk.
Hann sá tíðliga, at skuldi útróðurin mennast,
máttu amboðini gerast betri. Ásannandi hetta
var hann við til at fáa ein 40 tons bát til lands
aftan á bardagan.
Ikki mundi tað altíð vera so lætt at liggja yviri í
Klakvík og rógva út, meðan konan var einsamøll
um alt heima. Sambandið millum bygdirnar var
vánaligt og ikki vóru meguleikar at rógva út frá
Viðareiði. Men tá koyrandi bleiv millum Viðareiði
og Hvannasund, fór Tummas sjálvadni at rógva
út frá Hvannasundi.
Tummas hevði áhuga í samfelagsmálum og tíð-
liga tók hann undir við javnaðarhugsjónini. Hann
sat eisini nøkur ár í soknarstyrinum og varð eisini
formaður.
Tummas var vitugur maður og stuttligt var at
koma á gátt í hugnaliga heimi teirra, hvar í dag-
sins mál vóru havd á munni, og ikki var Sigrid
sein við einum drekkamunni.
Tey búðu í treðni. Hana rekti hann væl. Tey
seinnu árini, nú eingin kúgv var, so var tað seyð-
urin. Tað var hansara stóri áhugi, at fáa seyðin so
góðan sum gjerligt. Hann bleiv passaður bæði
væl og virðiliga og seinasta arbeiði, hann gjerdi,
var at gera seyðahúsið klárt til heystið. Stuttligt
var at koma á gátt um heystið. Tá kundi tú síggja
ein vakran ás.
Tummas giftist við Sigrid, fedd Heinesen, ætt-
að av Viðareiði. Tey hildu diamantbrúdleyp 21.
desember 1990. Hetta er bert heilt fáum unt, at
liva so leingi saman.
Má Harrin troysta tykkum, sum syrgja og
sakna.
Friður veri við minninum um Tummas Mikkel-
sen.
Ein vinur
6. september fingu
Mona og Jón Rasmus-
sen, Klaksvík, eina
dóttur.
11. september fingu
Frida og Eyfinn
Hvannastein, Tórs-
havn, ein son.
12. september fingu
Joan og Birgir Michel-
sen, Servági, ein son.
13. september fingu
Wilai Yodla-Ong og
Dánial Poulsen, Vest-
manna, ein son.
14. september fingu
Eydna og Jógvan Ed-
mund á Geilini,
Svínoy, ein son.
14. september fingu
Sunnuva Johannesen,
Mykinesi, og Axel
Poulsen, Tórshavn, ein
son.
15. september fingu
Mai-Britt og Trygvi
Berg, Rituvík, ein son.
16. september fingu
Sigver Lamhauge og
Poul Beder, Tórshavn,
ein son.
16. september fingu
Rutt og Hanus Mikkel-
sen, Tórshavn, ein son.
17. september fingu
Sunneva Debess og
Martin Petersen, Tórs-
havn, eina dóttur.
Brúdleyp
Í dag kl. 17.00 giftast í
Havnar kirkju Brynhild
Larsen og Annfinnur Hov-
gaard, bæði úr Havn.
KFUK
Sunnudagin kl. 16.00 verð-
ur limafundur við Kathrinu
Jacobsen, fyrrverandi yvir-
lærara. (1. jóhs.br. 1. kap.)
Mánadagin kl. 15.00 verður
eldrasamkoma við Ditlev
Olsen, fyrrverandi skúla-
stjóra. "Mín síðsti skúla-
dagur í myndum".
KFUM í Havn
Sunnukvøldid kl. 20.00
hava Varðmenn fund.
Mánakvgldið kl. 19.30
verður almennur fundur við
evninum: Heimið, skúlin og
kirkjan. Hensar Ellings-
gaard, landsskúlastjóri,
leggur fyri.
Vælkomið
lítla barn
17. september fingu
Marin K. í Niðristovu
og Joen Pauli í Garða-
stovu Durhuus, Vest-
manna, ein son.
18. september fingu
Anna Dalsgaard og
Hans Petur Weihe,
Tórshavn, eina dóttur.
18. september fingu
Joan Hammer og Alex-
andur Abrahamsen,
Haldarsvík, eina dótt-
ur.
19. september fingu
Lis E. Hansen og
Andrass Mortensen,
Tórshavn, ein son.
19. september fingu
Sólrún og Lars Jensen,
Tórshavn, eina dóttur.
19. september fingu
Birgitta og Jonhard
Joensen, Getueiði, eina
dóttur.
19. september fingu
Guðny og Karstin
Ljósstein, Skopun, ein
son.
Læknavaktir
Tórshavn: Annika
Olsen, tlf. 17700, leyg-
ardag og Kristianna
Nordendal. tlf. 12979,
sunnudag.
Eysturoy: Sverri
Lamhauge, tlf. 48016,
leygardag og Pål Johs. i
Horni, sunnudag.
Norduroyggjar: Bodil
Haastrup, tlf. 55906.
Vågar: Tlf. 32413.
Suðuroy (norður): Tlf.
71560.
Suðuroy (suður): Tlf.
73030.
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
Lýsið í soslalinum
leygardag, sunnudag og
halgidagar kl. 13.00 -
14.00. TIf. 14544.