Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 175 — 24. september 1991 270 milliónir skulu nýtast til havnaútbyggingar næstu fimm árini. Mynd: Kalmar Stívliga helmingurin av øllum iløgunum fer til samskifti „sóað Og mest fer til havnagerð, har landsstýrið vil brúka 270 milliónir næstu fimm árini Landsstýrið hevur nú boðað frá sínum iløgu- ætlanum næstu fimm árini. Ætlanin er at brúka stív- liga 1400 milliónir til í- løguendamål. Stivliga hel- mingin til samskifti. Hetta eru vegir, bryr, havnir og lendingar. Til hesi enda- mål eru avsettar 831 milli- ónir. Størsta einstaka iløg- an er í samband við havna- gerð. Har skulu brúkast 70 milliónir næsta ár, og síðani 50 milliónir um árið næstu árini. Annars er eisini roknað við rættiliga stórum tølum í samband við nýgerð og breiðkan av landsvegunum. Millum 30 og 45 milliónir skulu um árið nýtast til tunnla og brúgva- gerð, og 25 milliónir til lendingar. Nýtt sjúkrahús Heilsuverkið hevur fingið tillutað 172 milli- ónir í hesum tíðarskeiði. Størsta einstaka arbeiði er í samband við Suðuroyar Sjúkrahús, sum verður umvælt og nýbygt fyri slakar 70 milliónir. Í sam- band við sjúkrahúsið í Klaksvík og Landssjúkra- húsið skulu ávikavist nýt- ast 17 og 66 milliónir. 20 milliónir skulu nýtast til heilsumidstødir. Maskinskuli skal nå byggjast Tilsamans skulu næstu fimm årini nytast 190 milliónir í samband við undirvísing. Til nýbyg- ningar til fólkaskúla skulu nýtast 64 milliónir, 12 milliónir eru avsettar til umbygging av Sjómans- skúlaum, 10 milliónir til umbygging av Studenta- skúlanum í Hoydglum, og 20 milliónir eru avsettar til Studentaskúla og HF í Kambsdali. Til nýggjan maskinskúla eru avsettar 28 milliónir, 24 milliónir til Tekniska Skúla í Havn og 23 milliónir í samband við miðnámsútbúgvingina í Suðuroy. Til at byggja næmingaheim fyri eru av- settar seks milliónir. Tjóðsavn Mentanin skal eisini hava sítt. Til tílík endamál eru avsettar 84 milliónir. Av yvirlitinum hjá lands- stýrinum er líkt til, at vit nú fáa nýtt tjóðsavn og náttúrugripasavn. Til hetta eru avsettar 26 milliónir, men valla verður av álvara farið undir hetta arbeiði fyrr enn í 1994. Hetta árið er somuleiðis eisini líkt til, at farð verður undir at byggja nýtt landsskjalasavn sum hevur fingið tillutað 18 milliónir. Nakað av studningum eru eisini at finna á hesum øki. Næstu fimm árini ætlar landsstýrið at lata 13 milliónir til bygdarhús, 16 milliónir í studningi til ítróttarbygging og stívliga fýra milliónir til graslíkis- vellir. Fiskaaling fær nýggj høli I iløguætlanini eru aftur næsta år avsettar nyggju milliónir, og síðani til- samans 20 milliónir í 1993 og 94 til nýbygning til Fiskaaling við Air. Onnur iløgan í samband við fiski- vinnuna eru tvær milliónir, sum verða tillutaðar vakt- arskipi. Til hálkubreyt hevur landsstýrið avsett triggjar milliénir, og somuleidis tríggjar milliónir til Heilsufrgðisligu Starvs- stovuna. Rektarheim í Norðstreymoy Størsta einstaka iløgan innan almannaverkið verð- ur løgd í Norðstreymoy, har ætlanin er at byggja røktarheim. Til hetta enda- mál hevur landsstýrið avsett 25 miliónir. Av ødrum iløgum innan al- mannaverkið kunnu annars nevnast 23 milliónir til bústovnar innan serfor- sorgina, 13 milliónir til dagheim á Berjabrekku, hálvonnur millión til um- lættingarheim og bústovn í Suðuroy og til Sandoyar Ellis- og Røktarheim standa tilsamans 14 miliónir fyri næstu tvey árini. tór.- Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49 Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00 Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 eila 031-578999. Føroysku blødini skulu eiga sama rætt sum útlendsku Landsstýrið hevur skotið upp at broyta lógina um eydnuspæl, so eisini føroysku blødini kunnu skipa fyri eydnuplæli Tað man neyvan vera nakað útlendskt blað, sum er at fáa í Føroyum, sum ikki hevur eitt ella annað eydnuspæl at bjóða lesarum sínum. Men hendan møguleikan hava føroysku blødini ikki sum er, av ti, at verandi lóg um eydnuspæl forðar fyri hesum. Men nú vil landsstýrið rætta føroys eina hjálpandi hond so hesi fáa tey útlendsku hava í Føroyum. Landsstýrið skýtur upp at broyta lógina soleiðis, at útgevarin av einum blaði ella tíðarriti, ið kemur út regluliga, kann skipa fyri eydnuspæli til útflýggjan av vinningum í virdislønarkappingum Eisini verður skotið upp, at við ávísum treytum kunnu feløg fáa eitt standandi loyvi upp í eitt ár um ferðina at fyrireika eydnuspæl. Hvor einstakur vinn- ingur má tó ikki fara upp um 3.000 krónur. ku blødunum somu rættindi sum Bingo í Sosialinum Tíðindablaðið Sosialurin hevur í mong ár skipað fyri bindospølum í blaðnum og áhugin hevur verið stórur millum lesararnar. Men so kom lógarbroyt- ingin, sum forðaði blaðnum at halda fram. Verður uppskotið hjá landsstýrinum samtykt í tinginum fer Sosialurin aftur undir bingospæl. Krisjan Dahl, stjóri sigur seg fegnast um avgerð landsstýrisins og heldur, at verður lógarbroytingin samtykt, fer Sosialurin helst undir eitt bingospæl til várs. Møguliga fer blaðið at hava einhverja klapping til jóla eisini. Stjórin á Sosialinum heldur ikki tað vera meira enn rætt og rimiligt, at føroysk blød fáa eins góðar sømdir sum útlemndsk í Føryum. Din spillaginde bliver ugyldig me mere end 7 felter or skrabet fri eier De 7 tal, du nu har skrabet fri. spil beskadigede. så man kan se de um ler Gu med hele ugen. Gertggende tal í dag skæl du sammenligne de tal, áu spiller mød | denne uge. mød tallene på nedensthende figure: Hvis du | dag har 5 ens figurer. har du vundet ' Danska Ekstrablaðið hevur av lívsins kreftum spælt bingo saman við føroyskum lesarunum samstundis sum føroysk blød i seinastuni ikki hava havt hendan møguleika