týsdagur 24. september 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 175 — 24. september 1991
møguleikan í føvninginum
1. deild
KÍ—Sumba
1—0: Olgar Danielsen
2—0: Todi Jónsson
2—1: Georg Kjærbo
(brtsp.)
3—1: Allan Mørkøre
.. 3-12—-0
Klaksvikingar ganga
kykir. Teir hava ikki alt
kappingarårid torað at
roknað við nekrum, og tað
gekk long tíð, áðrenn
annað varð lagt í KÍ sigr-
arnar, enn at sannlíki fyri
niðurflyting minkaði.
Men sum kappingin er
liðin og úrslitini hava
lagað seg teimum til fyri-
munar, er máldreymurin
vorðin alt sterkari, og nú
ber av: Eftir sigurin á
sumbingum er lagt upp til
dyst móti B36 á steði,
sum ikki hevur verið kent
í Klaksvík seinastu 20
KÍ liðið gjørdi góða re-
klamu fyri sær sjálvum
móti Sumba. Ikki tí leik-
liga undirhaldsvirðið var í
hæddini, men heldur tí
stigini vóru fingin til held-
ar við tryggleika. Og so
leggja áskoðararnir vertin
á, um spælið ikki alla tíð-
ina var fullkomið.
Sumbingar vóru við til
at skapa undirhaldið.
Eftir at hava ferðast í
meira enn vanligan ar-
beiðsdag fóru teir óræddir
til verka, og fyrstu letuna
hevdu teir fleiri nærgang-
andi royndir.
Mál fingu teir kortini
ikki fyrr enn langt inn í 2.
hálvleik: Frísparksroynd
uttan fyri brotsteigin
springur úr aftur KÍ múr-
inum, og eftir aðru
royndina verður brots-
spark demt fyri hands.
Georg Kjærbo svíkur ikki,
men drenar við nógvari
ferð í kassan.
Lítla vónin fyri út-
javning brast stutt fyri
leiklok. Fróði gloymir
nýggju málverjureglurnar
og tekur mistan bólt
aftur. Óbeinleiðis fríspark
7 metrar úr málinum, sum
Todi trillar til landsliðs-
felagan, og Allan smekkar
í nettakið.
Stóra yvirvág
KÍ átti longu fyri steðgin
at sligið sigurin fastan.
Einki forgjert hevði verið
tíðindablaðið
Fótbóltsfepurin er størri enn nakrantíð, eftir at Í
úrslitini lagaðu tað soleiðis, at KÍ hevur FM
í, at teir førdu 4—0, ti
miðverjan hjá Sumba
tóktist ótrygg, og KÍ
megnaði ferð eftir ferð at
spæla seg igjøgnum í síð-
unum, har vongverjarnir,
Allan Merkere og ungi
John Hansen, ofta komu
til baklinjuna.
Ósketni í miðverjuni hjá
Sumba gjerdi, at Olgar
Danielsen eftir 22 min.
bleiv púra leysur við mál-
verjanum og kalt setti
bóltin við síðuna av hon-
um. Uppspælið var gott:
Stig á aftasta manni setur
í gongd, spælir Allan í
hegru, sum finnur Toda,
ið stingur beint fram til
Olgar.
Todi var meistari fyri
2—0 málinum í 37. min.,
men aftur hesa ferð er
verjan passiv. Olgar snitt-
ar innkast víðari, og Todi
er leysur til við uttaru síð-
una at sletta inn við hand-
aru stólparót. Ei undur í
at Fróði gav verjuleikar-
unum skortfleingju!
Annars vóru fleiri KÍ
meguleikar 1. hálvleik,
t.d. hesir: Eitt óbeinleiðis
fríspark knallar Allan
beint í stólpan, og Olgar
gáar ikki um, hvussu leys-
ur hann er, eftir innlegg úr
høgru frá Allani.
Á KÍ miðvellinum leikti
Beinur Poulsen. KÍ stuðl-
ar hevdu savnað saman í
sambandi við ferðaseðil til
Kurt, bæði hesa ferð og
næsta sunnudag, men tá
hann var leikbannaður og
fleiri skaðar bóru í sær, at
neyðugt hevur verið at
pilkað við 2. deildarhópin,
so var Beinur heldur flog-
in upp!
Klaksvíkingar fegnast
um endurreista KÍ, og
eingin trupulleiki er at
finna samreðuevni í skúl-
um og á arbeiðsplássum
hesa vikuna! Og so hattin
av fyri Sumba. Tilfarið og
korini eru ikki tey bestu,
men teir royna, og í 2.
deild komandi ár fer við
teka tilfarinum at roynast
frægari.
(-nn-)
S íða 17
HB bjargað og
MB styrkt
1. deild
MB—HB 0—0
Havnarmenn fóru glaðir
aftur til Havnar. Kenslan
var ikki av sama slagi,
sum hon plagar at vera, tá
HB hevur vunnið og
styrkt um FM meguleikar
sínar, men heldur var tað
lættin at vita, at nú skal
roknast langt úti í teoriini
fyri at finna meguleikan
at HB skal flyta niður.
Miðvingar styrktu við
javnleikinum um sína
næstu vónleysu steðu, tá
B68 tapti í Getu. Úrslitið
á Tveroyri komandi
sunnudag saman við,
hvussu VB fer at standa
seg á Svangaskarði, verð-
ur avgerandi fyri, um tal-
an blívur um telving fyri
at sleppa undan niðurflyt-
ing millum MB og B68 um
14 dagar. Málúrteka mið-
vinga er so mikið vánalig,
at teir helst skulu fáa eitt
stig meira enn toftamenn
burtur úr komandi dyst,
um meguleikin skal vera
sannlíkur.
Stríð um
hvønn bólt
At teir ikki flyta niður utt-
an nakað sum helst, góvu
miðvingar ábendingar um
móti havnarliði, sum sær
sjálvum líkt leikti eitt vet
varisliga á útivelli fyri í
hvussu so er at fáa stigið
við aftur til hús, teir
hevdu við á vellin.
MB var meira álops-
huga, m.a. við at Mikkjal
Danielsen fleiri ferðir tók
ut í uppbyggjandi leikin-
um á miðvellinum, og tað
var um reppið, at hann
miðskeiðis í 1. hálvleiki
varð spældur leysur. Frí-
spark stutt úr brotsteigin-
um spurdist burtur úr,
men tað bleiv ikki til
meira.
Veðrið etlaði so nógv
fyrsta hálva tíman av 2.
hálvleiki, at Hans Henrik
Bettger man hava ivast í
at blása av. Ómeguligt
var at halda bóltin á vell-
inum, tí krevini til neyv-
leika í temjingum og av-
spæli vóru ov stór, og leik-
ararnir hevdu ilt við at
fóta sær. Tí mátti avgerð-
in fella út frá stríðsviljan-
um. Hesum var einki í
vegin við á báðum síðum.
Annars hevdu miðvinga
bæði Valbjørn og Suna
við. Hver vítt hetta er
ábending um, at upplýs-
ingarnir, sum vit fingu
undan vikuskiftinum ikki
vóru rættar, ella at venjar-
in ikki setur liðið, vita vit