týsdagur 24. september 1991síða 21
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Nr. 175 — 24. september 1991
Prostitutión er so nógv
Í sjónvarpssendingini
„Manna millum« 22.09.91
varð m.a. pråtad um vak-
urleikakappingina, sum í
hesum degum fer fram her
á útarmaðu klettum okk-
ara. Fyrst varð tosað við
ein av dómarunum.
Spurdur um hvussu tað
gekst við at fáa gentur at
tekna seg til áðurneyndu
kapping, svaraði han, at
síðani kappingin var
blivin til frama fyri børn-
um í 3. heiminum, hevði
verið lættari at fingið
gentur at tekna seg. Eg
havi við hesum í huga at
spyrja fyrireikararnar av
rd
kappingini »Miss Føroy-
ar« hvat tað er, sum børn-
ini 1 3. heiminum fåa burt-
ur år hesi kapping. Eg
havi lyndi til at halda, at
einasta sambandi imillum
3. heimin og vakurleika-
kappingar er imyndin av
menniskjanum sum sølu-
veru. Hetta sjónarmið
mítt skal skiljast soleiðis,
at ongantíð í seguni hevur
„>vælgerðinheit< verið so
útbreidd sum nú, sam-
stundis sum tey neyð-
steddu ongantíð hava ver-
ið so mong sum nu, og tal-
ið bara ekist. Á sama hátt,
sum tey neyðsteddu óvilj-
að verða nýtt sum profitt-
skapandi lutir í selufram-
tekum hjá stórkapitalin-
um, kasta hesar vekru
gentur seg í favnin á spon-
sorunum aftanfyri vakur-
leikakappingina, sum ein-
ans hava eitt í huga: Peng-
ar, pengar, pengar!
Nú skuldi tað ikki verið
neyðugt at lýst hendan
samanhangin fyri gentun-
um, sum luttaka í kapp-
ingini. Eftir tí, sum kom
fram í samreðuni í sjón-
varpinum, so fáa gentur-
nar eisini kannað vit sítt,
um tær skulu luttaka. Tær
vita tí sjálvandi sum er.
Men hugstoyt er tað, at
vit í framkomna landinum
Feroyar eru við til at birta
nýtt lív í ein gamlan hugs-
unarhátt, ið so frægir
menn sum Mahatma
Gandhi og Martin Luther
King doyðu í bardaga í-
móti: At menniskjað er
ein nýtsluvera — nýt og
tveit burtur. Soleiðis
skulu føroyingar nú venj-
ast at hugsa anno 1991.
Jú, sanniliga mentan fyri
pengarnar.
Klávus á Kálteigi
Ogrundað álop í Sosialinum
Í Sosialinum 20. sept.
verður undirritaði á ein
sera ódámligan og órætt-
vísan hátt lagdur undir
(sitat): >at brúka blaðið
hjá fiskimonnum og ar-
beiðsmonnum at halda
fram við síni miðvísu her-
ferð móti Javnaðarflokk-
inum«.
Sagt verður eisini (sitat):
„Hóast FFFA-blaðið skal
verja fiskimannin og ar-
beiðsmannin, so eigur tað
ikki at gerast eitt amboð
hjá einstøkum persónum,
sum bert vilja eitt, og tað
er at finnast at Javnaðar-
flokkinum“.
Uppaftur í einum eðrum
broti skrivar blaðið (sitat):
„Ein fær til tíðir varhugan
av, at blaðstjórin, sum er
fyrrverandi blaðstjóri á
málgagninum hjá Tjóð-
veldisflokkinum, ikki hev-
ur slept sínum gamla tjóð-
veldska penni, sum eina-
mest hevur verið halgaður
Javnadarflokkinum«.
Hesi orðini í Sosialinum
eru ikki svar verd so langt
við síðuna av, sum tey
eru, og tað vita eisini tey,
ið kenna eitt sindur til
innihaldið og útgávuna av
FF blaðnum.
Kortini kunnu nevndu
brotini illa standa heilt
ósvarað.
Stutt er at siga, at und-
irritaði ongantíð hevur
lagt sína egnu politisku
meining í eina grein í FF
blaðnum.
Eg havi skrivað nakrar
oddagreinir, men altíð við
navni undir, og tær hava í
flestum førum verið bygd-
ar á samreður og greinar,
fyrst og fremst fakfe-
) ssleidarar hava havt i
Þ-aðnum.
At siga, at hesar greinir
hava verið einvíst politsk-
:r, er heilt burturvid.
Prógvini fyri, at eg ikki
ynski at draga mína polit-
isku áskoðan upp í blaðar-
beiði er, at eg altíð skrivi
ein bókstav undir grein-
ina, soleiðis at eingin skal
ivast í, hvat eg skrivi.
FF blaðið tekur ikki í-
móti dulnevndum lesara-
brevum ella fremmandum
greinum annars, har navn
ikki fylgir við, men tær
greinirnar, ið standa í
blaðnum við ongum bók-
stavi ella navni undir, eru
natúrliga fyrst og fremst
skrivaðar av teimum, ið
eru útgevarar av FF blað-
num.
Tað vildi verið lítil mein-
ing í einum fakfelagsblaði,
um fakfelagsleiðararnir og
útgevararnir av blaðnum
ikki fingu innivist fyri sín-
um tilfari.
Álopið í Sosialinum á
meg persónliga er tískil
púrasta ógrundað, og líkt
kundi verið til, at blaðið,
nú flokkur teirra kínir
Fólkaflokkinum, sær trell
á alljósum degi.
Men tað verður so ikki
mín hevuðpína!
Annars heldur grein-
skrivarin í Sosialinum
(hver hann so er), at tað er
gott við kritiskum redd-
um, og tað er somuleiðis
gott, at vit hava fingið
eitt FFA blað, ið vil birta
upp undir tað so týdn-
ingarmikla orðaskiftið í
samfelagnum.
Brot úr einum eðrum
sitati ljóðar: >Vit kunnu
taka undir við nógvum av
tí, sum verður ført fram i
blaðnum. . .«
Ju, sanniliga hava fiski-
menn og verkafólk brúk
fyri FF blaðnum, og breið
semja man vera um, at
tervurin á einum mål-
gagni, ið kemur regluliga,
neyvan nakrantíð hevur
verið sterri enn júst nú.
Tí skal hetta eisini vera
ein áheitan á teir fiski-
menn og tey verkafólk, ið
enn ikki hava fingið í lag
at tekna seg sum haldarar
av blaðnum, um at gera
tað, nú vit fara inn í ein
nýggjan ársfjórðing.
FF blaðið kemur annan
hvenn hósdag, og tað
kostar bert kr. 50,- um
fjórðingsárið.
Vilmund Jacobsen
Gleðiligt
Tað er ikki eiti á, at vit
hava rakt blaðstjóran á
FFFA-blaðnum meint, tá
vit í farnu viku skrivaðu,
at skriving hansara í blað-
num er merkt av fortíð
hansara á tjóðveldismál-
gagninum, og at tað er
spell, at hann skal brúka
blaðið hjá fiskimonnum
og arbeiðsmonnum til her-
ferð móti javnaðarflokkin-
um. Umreddi blaðstjóri
vísir hesi niðursteðu okk-
ara aftur og heldur hana
vera heilt burturvið. Nú
skal hetta ikki skiljast
sum eitt persónligt álop á
umredda blaðstjóra. Vit
hava stóra virðing fyri
nógvum av tí góða
journalistiska arbeiði,
hann hevur greitt úr hond-
um bæði á 14. September
og nú eisini á FFFA-blað-
num. Ikki minst áhuga-
verdar eru greinar hans-
ara um fiskivinnuna. Tað
var hinum partinum, vit
funnust at, nevniliga tá
hann fer í holt við sínar
meira ella minni »polit-
isku< greinar, eisini tær
hann setir sín bókstav
undir. Tað er kanska ikki
so ofta, men tað kemur
fyri. Hesar atfinningar
okkara skulu heldur ikki
takast sum annað. Tað er
gleðiligt, at viðkomandi
ábyrgdarhavandi á
FFFA-blaðnum als ikki
hevur í hyggju at mis-
brúka blaðið til einvís
politisk álop á ávísar
flokkar. Latið okkum tí
bara gloyma hesa episod-
una. Vit ynskja blaðstjór-
anum og blaðnum góðan
byrð, nú roynt verður at
skaffa haldarar. Umframt
at keypa ella halda Sosial-
in, sum jú kemur út við
tíðindum fimm ferðir um
vikuna, so er kærkomið at
fáa eitt tjúkt FFFA-blað
14. hvenn dag. Vit ynskja
tykkum alt tað besta við
blaðútgávuni.
Blaðstjórin
Allur bati bøtir
Í eini tíð hvar arbeiðs-
loysið veksur so óhugna-
liga nógv sum tað ger
her hjá okkum nú, er ikki
lætt at vera politikari.
Gera vit í heila tikið nak-
að við at beta um steð-
una hjá arbeiðsleysum?
Hvat kann gerast?
Í Danmark er nakað,
ið kallast
tey trýssinstjúgu árini,
kann hann ella hon fáa
hesa pensin, ið er 60 ella
75% av tí len viðkom-
andi hevði í sínum ar-
beiði.
Her er serliga hugsað
um at fáa fólk, ið eru
komin til henda aldur, at
leggja frá sær fyri at
yngri, ið einki arbeiði
hava, kunnu koma í
teirra stað. Í vissum fer-
um eru fólk, ið hava fylt
seksti ár, noydd at halda
uppat at arbeiða og fáa
nevndu pensión til tey
so verða 67 ár, tá tann
vanliga fólkapensiónin
tekur við.
Henda mannagongd
skuldi givið okkara løg-
tingsfólkum nakað at
hugsa um. Eitt annað, ið
eigur at verða gjørt vart
við er, at øll tey, ið hava
fylt 67 ár, skuldu farið
úr sínum plássi, so nak-
að varð gjert, ið bar á
rætta borðið.
Tað kann ljóða hart, at
koyra fólk úr sínum ar-
beiði og tað er tað eisini,
men samanumtikið er
alt lívið hart og ikki
minni hjá teim ungu, at
ganga fyri einki, megu-
liga fáa arbeiðsloysis-
stuðul, samstundis sum
tey vita, at fólk, ið eru
komin til pensiónsaldur
og kanska fáa bæði sína
len og pensión. Tí tað
eru bert tey allar fægstu,
ið ikki kvitta fyri
pensiónina eisini.
Tað verður tíðum
sagt, at flakavirkini eru
noydd at hava fólk í ar-
fortids
pension, tað vil siga, at
tá persónur hevur rokkið
beiði, sum táa pensión, tí
annars vantar virkinum
arbeiðsfólk, men so átti
ikki at verið. Tá skuldi
viðkomandi virki heldur
tikið so mikið minni av
fiski inn, og latið tann
fisk, ið ikki kundi blivið
hagreiddur, til annað
virki, har fólk meguliga
bíða eftir arbeiði.
Arbeiðsloysi hevur
tíanverri so nógv ringt
við sær, bæði av einum
og eðrum. Tey ungu eru
full av arbeiðsmegi, so
tað er harmiligt, at ov
lítið er fyri teirra hend-
ur. Maður ella kvinna, ið
eru komin um tey seksti,
tey duga betur at taka
stoytin, ið tað gevur
einki arbeiði at hava og
sjáldan sita fólk í tí aldr-
inum fyri púrt einki, tey
duga sum regul at finna
sær eitt hvat at taka
hondina í, um tað so er
fyri onga len, tað gerst
ikki við. Tíðin hjá teim-
um fellur ikki so long
sum hjá teim ungu.
Tað er ikki smávegis
av arbeiði hjá honum, ið
vil gera nakað, her verð-
ur hugsað um alt ung-
dómsarbeiði, ið stórur
tervur er á, og at læra
tey ungu at viðlíkahalda
og umgangast alt tað,
tey hava fingið í teim
góðu tíðunum, verið
hava.
Tit, ið ráða fyri borg-
um, kunnu ikki vera við
til at útseta pínuna, ar-
beiðsloysi hevur við sær.
Tit eru vald til at umsita
okkara land og fólk og tí
verða tit noydd at gera
tað, ið gerast kann. Ótt-
in hjá teim ungu, sum
einki arbeiði at fáa ella
at verða uppsegd í sín-
um arbeiði, er so óhugna-
ligur, sum hugsast kann,
tí kann ikki drálast.
Einki, ið ber á rætta
borðið, er til fánýtis, all-
ur bati betir.
X
Rætting
Í lesarabrævateiginum
fríggjadagin eru tvey orð
komin skeivt fyri, og
hetta gevur innihaldinum
skeiva meining. Vit skulu
tí endurprenta hesi brotini
rættað. Tað snýr seg um
viðmerking frá lokalpolit-
iskum felogum í Kristiliga
fólkaflokkinum undir heit-
inum >Hví rýmir Tordur
Niclasen?< Rettu brotini
eiga at ljóða soleiðis:
»Men Tordur vildi ikki
meta og hevur alla tíðina
síðan tá hildið uppá, at
landsfundurin ikki var
lógligur, sjálvt um heili 2
responsum frå sakførara
hava sagt landsfundin
vera LOGLIGAN«. Og
hitt brotið:
»Vit skilja væl, at Tord-
ur Niclasen, nú ið vit vóru
|
Rådgeving
noyddir at leggja tað fyri
rættin, stingur halan mill-
um beinini og harvið vátt-
ar, at landsfundirnir hin 8.
desember 1990 og 20.
apríl 1991 eisini eftir
hansara tykki eru LÓG-
LIGIR«.
Blaðstjórin
er í Kvinnuhúsinum hvønn hósdag kl. 19—21.