Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. september 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 176 — 25. september 1991 »Fugltugvan« verður á Eiði Landskassin misti fýra milliónir krónur, tá >Fugl- túgvan< varð seld á tvingsilssólu í gjár Eiðisskipið Fugltúgvan var selt á tvingsilssølu í fútarættinum í gjár. Dansk Skibskreditfond hevði veð týnglýst í skipinum fyri 16,157 milliónir krónur, meðan Sjóvinnubankin hevði 11,3 milliónir krónur tinglýstar í skipinum. Eitt- ans boð var. Tað kom frá Sjóvinnubankanum. Bankin neyvur Og bankin var neyvur í sínum boði, tí skilligt var, at eingin annar fór at bjóða. Við ødrum orðum: Sjóvinnubankin og skips- kredittgrunnurin, hava avtalað, hvussu Fugl- túgvan skal fíggjast fram- yvir. Petur Even Djurhuus, ið umboðaði bæði Dansk Skibskreditfond og Sjó- vinnubankan, bjóðaði 7.724.326,00 krónur fyri Sjóvinnubankan. Tær 11,3 milliónir krón- urnar, sum bankin hevði tinglýstar í skipinum, var ikki einans beinleiðis lán; 8,34 mill. krónur umfataðu eitt veðhald mótvegis skipskredittgrunninum, so beinleiðis lániupphæddin var er knappar tríggjar milliónir krónur. Fýra milliónir Við keypsprísinum upp á knappar átta milliónir krónur, skal veðsetingin hjá Sjóvinnubankanum uppá gjaldast út, fyri skipskredittgrunnurin, og harvið hevur danski skips- kredittgrunnurin fingið sína lániupphædd aftur. Sjóvinnubankin missir kortini ikki allar tær 8,340 milliónirnar, sum higartil hava verið avsettar til møgulig tap á roknskap- inum síðani 1988. Lands- kassin veðheldur nevniliga mótvegis Sjóvinnubank- anum við 4,134 milliónum krónum, sum eru mistar. Grunnurin framvegis við Eftir tí, vit hava fingið upplýst, skal eitt nýtt partafelag á Eiði keypa skipið fyri umleið 12 milliónir krónur. Skips- kredittgrunnurin skal fíggja meginpartin, meðan Sjóvinnubankin skal fíggja restina, og tað verður laga- ligari enn vanligt, skilst. ówh Fugltúgvan verður ver- andi á Eiði. Sjóvinnu- bankin og skipskreditt- grunnurin skulu fram- vegis fíggja, og eigarar- nir vera fyri stóran part teir somu undir nýggjum navni Reka ølklubbarnir alment ella privat virksemi? Verða kravdir eftir tónleika-avgjaldi Koda - tað er felagið hjá teimum, sum hava gjørt tónleik og tekstir - krev- ur nú pening frá giklubb- unum! Felagið krevur inn pening fyri tey, ið hava rættindini til løg og tekstir, tá hesi verða spæld alment. Alment virksemi Málið var fyri á rætt- arfundi í farnu viku. Koda hevur stevnt Tórs- høll, Kagganum, Mimir og Klaksvikar Klubba. I rættinum legdi advokat- urin fyri felagid dent å, at talan var um almennar framførslur í ti tydn- ingi, 10 er umfatadur av lógini um upphavsrætt- indi. Víst varð til, at øl- klubbarnir i roynd og veru vóru almennir: talið av teimum, sum koma inn, er stórt, og umfatar íkki bert limir, men eisini gestir hjá hesum. Endamálið var 'selskabe- ligt', segði advokaturin, og vísti til dómar, feldir í Danmark, ið eisini snúðu seg um limafelgg. Privat virksemi Advokatarnir fyri klubb- arnar løgdu hinvegin dent á, at tað var ein avmark- aður skari, ið slapp inn. Víst varð til manna- gongdina, ið skuldi til fyri at verða limur; víst varð eisini til, at hver limur hevði sín lykil, og at strangt eftirlit varð í hurðini vikuskiftini, so limatreytirnar fyri at- gongd vórðu hildnar. Advokaturin fyri Klaksvíkar Klubba legði harumframt serligan dent á, at ikki hvør sum helst slapp inn sum gestur. Skuldi ein inn sum gestur har, skuldi ein ikki vera úr Norðoyggjum. Ølklubbarnir vildu so- statt vera við, at avspæl- ingarnar av løgunum vóru fyri privatar avspælingar at rokna. Bíða... Dómarafulltrúin kom ikki vid nakrari ábending um, hvgrja stóðu hon fór at taka í rættartrætuni, og dugdi heldur ikki at siga, nær dómur verður sagdur; tað kann draga út, tí tveir av klubbunum hava eisini mótmælt út- rokningini av upphædd- unum, teir eru kravdir eftir. ówh KODA gongur ikki við til, at avspælingarnar av tónleiki í øklubbunum verða roknaðar sum privatar avspælingar. Felagið vil hava dóm fyri, at talan er um al- ment virksemi (tilvildarlig mynd)