Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. september 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 176 — 25. september 1991 Jóannes Dalsgaard, tingmaður: Samgongan má loysa grundleggjandi trupul- leikar í samfelagnum -sum skal kunna rættvístgerast mótvegis teimum mongu, sum á síðsta vali valdu ein annan politik, enn rikin varð frá 89 til 90 segði Jóannes Dalsgaard, tingamaður undir viðgerðini av fíggjarlógini. Millum mest grundleggjandi trupulleikarnar er arbeiðsloysið, stóðan hjá fiskivinnuni og at fáa javnvág millum inntókur og útreiðslur hjá tí almenna. Hann segði: Ein óvanlig samgonga Ein óvanlig og sera torfer politisk og búskaparlig støda krevur eina óvanliga ella ótraditionella sam- gongu. Hesi orð hava mangan verið at hoyra tað seinasta hálva árið. Hetta ljóðar sjálvsagt væl og grundgevingin kann vera hent hjá teimum, sum skulu verja samgongu, ið gongur beint tverturímót: tí, sum eins flokkur van- liga kann hugsast at sam- starvast við. Hetta, at ein óvanlig steða krevur eina óvanliga samgongu er tó bert rætt, um ávísar givnar fortreyt- ir eru uppfyltar. Fyri javn- aðarfloksins viðkomandi eru hesar treytir heilt greiðar: samgongan má loysa nakrar heilt grund- leggjandi trupulleikar í samfelagnum, sum skal kunna rættvísgerast mót- vegis teimum mongu, sum á síðsta vali valdu ein ann- an politikk, enn rikin varð frá 89 til 90. Hverjir eru so hesir grundleggjandi trupul- leikarnir og hverji eki av samfelagnum snúgva teir seg um. Eg fái bert nevnt nakrar av teimum her — sum kunnugt eru teir fleiri: Hesir trupulleikar eru fyri tað fyrsta arbeiðs- loysið. Í eðrum lagi snúgva hesir trupulleikar seg um fiskivinnuna á sjógvi og landi, teir snúgva seg um at fáa javnvág millum inntekur og útreiðslur hjá tí al- menna og teir snúgva seg um at verja partar av tí al- menna sektorinum móti at syndrast av teimum ógvuligu skerjingum, sum eisini henda samgonga leggur upp til. Umframt hetta er umráðandi, at vit fáa eina loysn á tjóð- skaparspurninginum við nýggjari sjálvstýrislóg og á undirgrundarmálinum. Á beinari leið Tað er altumráðandi fyri trivnaðin og livikorini í landinum, at samgongan Maður og maðkur Jú, vist er ein maður ein maðkur, sum skríður í myrkri og moldum í blindari ást til teir fuglar, ið flúgva og flagsa á foldum. Og droymir um spågva og tjaldur og staran á hjalsins mønu, ja, fjeppast uppi i øllum, men verður etin av einari hønu. Menningarlógin hjá Tummasi Arabo hevur roynst sum eitt seta gott amboð - gongd er veruliga við at koma aftur á sjálva framleiðsluvinnuna segði Jóannes Dalsgaard á tingi undir viðgerðini av “fíggjarlógini klárar at loysa hesar trup- ulleikar innan fyri rímu- liga tíð. Í sambandi við málið, ið er til viðgerðar, so er spurningurin sjálvsagt, hvussu gott amboð er tann fíggjarlóg, sum vit viðgera í dag? Taka vit tann stersta spurningin fyrst — ar- beiðsloysi, so eru vit longu nú á rættari leið, tá talan er um primeru vinn- una á landi. Tann menn- ingarpolitikkur, sum hev- ur verið rikin síðan í vár, hevur longu givið úrslit og væl fleiri fólk eru komin í arbeiði innan fiskiídnaðin teir seinastu mánaðirnar. Menningarlógin hjá Tummasi Arabo hevur í so máta roynst sum eitt sera gott amboð — gongd er veruliga við at koma aftur á sjálva framleiðslu- vinnuna. 4 Jóannes Dalsgaard, tingmaður: -Arbeiðsloysið er størsti trupulleikin og må og skal okkurt gerast Síla- og laksa- veiðuforboð Heimilað í legtingslóg nr. 26 frå 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum, $ 7, lýsir landsdjóralæknin við hesum hesi síla- og laksaveiðuforboð at galda fyribils Orsakað av vanda fyri spjaðing av fu- runkulosu millum vøtn og åir i Føroyum verður við hesum lýst bann fyri sila- og laksaveiðu í hesum økjum: 1) Allar 4 SEV byrgingarnar í Vestmanna íroknað áirnar, sum renna í og úr. 2) Hovsvatn (Vatnsnesvatn) íroknað áir og vøtn, sum renna til og frá. 3) Kirkjuvatn íroknað áirnar, sum renna í og úr. 4) Vatnið oman fyri Stígar í Norðradali íroknað áir, sum renna í og úr. Landsdjóralæknin 410 Kollafjørður - Tlf. 21311