Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 177 — 26. september 1991 Verður bert Svoríki við i EM-endaspælinum? Landskrona. Tey liðini, sum eru við í teimum sjey EM-bólkunum, kappast um at sleppa við til EM- endaspælið, sum verður spælt í Svøriki í døgunum 10. til 26. juni 1992. Fimm av teimum sjey bólkunum hava fimm lond, meðan tveir eru mannaðir við fýra lond- um. Teir sjey bólkavinnar- arnir sleppa við til Sve- ríkis, meðan úrslitið fyri øll hini ikki hevur annað at siga, enn hvussu rað- festingin og styrkimeting- in verður til næstu kapp- ing. Sveríki, sum er verts- land fyri EM-endaspælin- um, er sjálvskrivaður gestur, og tað sama er galdandi fyri vinnararnar frá EM-endaspælinum í 1988, Holland. Seinastu árini hevur bert eitt Norðurland verið við í endaspælinum, og so sær eisini út at gerast hesaferð. Og tað verður Sveríki, sum nevnt. Tó rokna optimistiskir danir við, at Danmark hevur ein kjans, men hann er neyvan serliga stórur, tí oddaliðið í okkara bólki, Jugoslavia, má metast sum favorittur, hóast ófriðin har. Jugoslavia er eisini í tí »hepnu« stødu, at bert útidystir eru eftir. Skal Danmark sleppa við, má Jugoslavia seta stig til móti Feroyum og/ ella Eysturríki, meðan Danmark má vinna í kveld og móti bæði Eysturríki og Norðurír- landi. Og tað er nokk ikki bara sum at siga tað. Men um danir ikki hava ein serliga stóran kjans, so hevur Noregi hinvegin ein lítlan kjans. Í kveld spæla Sovjet og Ungarn í tí bólkinum, og eydnast Ungarn at vinna, er sigursreðin hjá Sovjet brotin, og harvið ein kjansur til norðmenn, sum enn hava fleiri dystir eftir at spæla. Samanumtikið eru donsku og norsku kjansir- nir tó bert statistiskir. Føroyar ikki longur dvørgur í Europa: Vit hava sjey lond aftanfyri okkum í EM- -kappingini Landskrona. Sum fleiri ferðir áður nevnt á hesum síðum, kunnu vit feroy- ingar ikki annað enn vera negdir við tey úrslit, landsliðið í fótbólti hevur uppnátt. At stigatalvan í 4. EM- bólki vísir, at vit hava fingið trý stig og trý mál, er fullgott prógv um, at vit ikki til fánýtis hava verið við. Tí hver hevði roknað við, at tað fór at ganga so frægt yvirhev- Síða 13 Teir eru jú rættiliga nær tengdir at teimum úrslit- um, hini liðini í bólkinum fáa, so tað einasta, danir og norðmenn hava at gera, er at vinna sínar dystir — og helst so nógv sum gjerligt. hj. Sum nú er, bendir alt á, at eingin norðurlendsk tjóð verður fór fyri at spæla seg til EM- endaspælið i Svøriki komandi år. Sostatt verður bert Svøriki við, ti vertslandið er sjálv- skrivaður luttakari lee, at vit hava stað- ið okkum so væl, kann verða undirstrikað av, at vit samanlagt hava klárað okkum betur enn sjey onnur lond í Europa, sum eru við í hesi somu EM- kvalifikatiónskapping. Aftanfyri okkum eru hesi lond: Ísland við 2 stigum fyri seks dystir og 4—7 í mál- um, Albania við 2 stigum fyri seks dystir og 1—19 í mál- um, Malta við 1 stigi fyri sjey dystir og 1—22 í málum, Luxemburg við 0 stigi fyri fýra dystir og 2—9 í mál- um, Turkaland við 0 stigi fyri fýra dystir og 0—10 í mål- um, Cypern við 0 stigi fyri seks dystir og 2—23 í mál- um og Bæði Føroyar og Turkaland eru á knøunum í EM- kappingini, men Turka- land, ið eisnki srig hevur fingið, hevur so- statt staðið seg nóg verri San Marino við 0 stigi fyri seks dystir og 1—25 í mál- um. Tá nú øll hesi eru nevnd, so er passandi at nevna vid, at Føroyar hava fing- id try stig i seks dystum og hava målårtøkuna 3- 20. - Sanniliga eitt gott ur- slit, tá hugsað verður um, at vit í fyrsta lagi eru ein smátjóð við bert 48.000 íbúgvum, og í eðrum lagi, at vit ikki áður hava verið við í altjóða fótbólts- kappingum á so hegum steði. Tí skal heldur eingin sum helst ivi vera um, at verandi úrslit í EM-kvali- fikationskappingini rætt- visger, at Føroyar i vår skulu spæla fyrstu dystir- nar i eini HM-kvalifika- tionskapping — og tå alt- so å veruligum heimavølli á Svangaskarði. Hesaferð eydnaðist ikki at fáa heimavell, men tá hann eisini er við, kunnu vit kanska vænta okkum gott úrslit við í HM- kappingini. Í øllum feruim talar sigurin á Turkalandi í summar og tap við ein- um máli móti íslendingum fleiri ferðir fyri, at okkurt gott kanska er í væntu framyvir. hj.