fríggjadagur 27. september 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 178 — 27. september. 1991
Sjónvarp Føroya
1 ovne ENE MA
Friggjadagin kl. 20.35:
Tvær familjur
Nathan er harmur um at taka ímóti at
fáa friplåss i skúlanum, og Sue setir
smaragdringin hjá sær í veð. Anton
dámar einki, at Corrine fjasar við Christ-
ian. Mike ætlar sær til Onglands, men so
ringir Diana til hansara
Fríggjadagin kl. 21.55:
Patagonia
Tað ókenda landið
Sunnari partur í Argentina eitur Pata-
gonie og er ein stór oyðimerk. Har eru
pingvinar, guarnarcos, sjófílar og onnur
dýr.
Fríggjadagin kl. 22.50:
Roland Hassel
Roland Hassel
Nakað, sum líkist einum av teimum mest
vanligu málunum, snýr seg um ein bólk
av brotsmonnum, sum átaka sær at verja
móti harðskapi, um teir bert fáa nóg
nógv fyri tað. Hesa ferð verður Roland
Hassel illa viðfarin, og aftur noyðist
Virena at hjálpa honum
Leygardagin kl. 20.55:
Bardagin um
tilveruna
Kommunikation er evnið í hesi sending-
ini. Fuglasangur í býarlundini og hvala-
sangur í verðinshavinum hevur sama
endamál: at tosa við hini.
David Attenborough leggur sending-
ina til rættis.
Sunnudagin kl. 18.45:
Ein dansari
Ein lýsing av danska ballettdansaranum
Peter Martins, sum í 1983 varð útnevnd-
ur til stjóra í New York City Ballet.
Anna Debes Hentze, sålarfrødingur, er
ein av luttakarunum í sendingini
Sunnudagin kl. 20.30:
»Eitt dýpi av
dýrari tíða
Familjan er steðið, vit byggja samfelag
okkara á og bernini eru framtíðin. Hetta
er ofta at hoyra og vit hava sett okkum
fyri at vita, hvussu veit við hjá familjun-
um og bernunum. Tey, sum hava til ar-
beiði at vera um bernini, eru á einum
máli um, at ikki veit altíð so væl til. Or-
søkirnar eru so nógvar, men tann tydn-
ingarmesta er, at samfelagsgongdin hev-
ur havt tað við sær, at familjan ikki long-
ur er ein virkin arbeiðsfelagsskapur, hon
upprunaliga var. Og hverjar avleiðingar
hevur tað fyri bernini? Einki einfalt svar
er til, men ymiskt er, sum til ber at fáa
eyga á. Vit hitta heilsusystir, sålarfrød-
ing, barnaverndina og politiið.
Sunnudagin kl. 21.10:
Storkurin
10.000 km í fýra smáar vikur. Bert tey
fáu storkaperini yvirliva ta longu ferðina
frá Norðureuropa til Suður Afrika, og
tann umfatandi umhvervisdálkingin ger
ikki tilveruna lættari hjá hesum hótta
fuglaslagnum.
Sunnudagin kl. 22.15:
Thomas lan Griffith sum Rock Hudson
Rock Hudson (1925—1985) æt uppruna-
liga Roy og var ein vanligur ungur mað-
ur, sum droymdi um at gerast stjerna í
Hollywood. Ein dagin uppdagaði ein
agentur hann. Hann gjerdist kendur sum
tann stóri, vakri, sunni og sterki maður-
in. Men í veruleikanum var hann homo-
seksuellur, og hann spældi ein leiklut
bæði framman- og aftanfyri uppteku-
„tólið.
Týsdagin kl. 20.35:
Dropin í havinum
— 1 (2): Teirra olja
Í nógv ár hevur tað ikki verið hildið at
bera til at tosa um eina feroyska olju-
vinnu, fyrr enn spurningurin um rættind-
ini til undirgrundina er avgreiddur.
Men í fyrru sendingini um offshore-ella
frálandavinnuna hyggur SVF at nøkrum
meguleikum fyri, at feroyingar kunnu
vera við í oljuvinnuni hjá eðrum, eisini
áðrenn undirgrundarmálið er loyst.
Seinna sendingin kemur hóskveldið.
Carsten M. Arnskov og Tróndur Djur-
huus gera sendingarnar.
Týsdagin kl. 21.15:
Hvalir skjýtir tú
SB
Fo
Er tað verri at skjóta ein hval enn at
drepa ein gris?
Greenpeace og aðrir náttúruvinir tosa
framvegis um, at hvalurin er hótt dýra-
slag. Men sannleikin er at flestallir hvalir
trívast væl. Jorgen Kaarup hevur verið
víða um og sett nakrar spurningar um
hvat fólk halda um hótt dýr.
Týsdagin kl. 22.10:
Pápi mín, sonur mín
Hetta er ein spennandi amerikanskur
filmur, sum byggir á veruligar hending-
Karl Malden og Keith Carradine
ar. Ein væl umtóktur advokatur hevði
sum yngri verið við i kriimum í Vietnam,
og nú verður hann sjúkur. Hann fær
krabbamein, og orsekin er sprænieitrið,
hann var við at spræna í jungluna í Viet-
nam. Pápi advokatin noyðist at ásanna,
at hann sum herovasti var við at geva
boð um, at eitrið skuldi sprænast
Mikudagin kl. 20.45:
Urmælingarnir
Jim Phelps og årmælingar hansara verða
boðsendir, tá ið dóttir ein politiskan leið-
ara í einum oljustati í Miðeystri hvervur
undir legnum umsteðum. Liðið fer fyrst
at tosa við seinasta vinin hjá gentuni, tí
hann er illtonktur fyri fleiri dráp
Hósdagin kl. 20.50:
Dropin í havinum
— 2 (2): Okkara olja
Meðan fyrra sendingin um frálandavinr
una snúði seg um feroyska lutteku í olju
vinnuni hjá eðrum, viðger seinna
sendingin meguleikarnar fyri oljuvinnu
undir Feroyum.
Hvussu hava onnur lagt sína vinnu til
rættis? Hava tey stóru felegini hug at
royndarbora undir Feroyum? Hverji árin
hevur oljuvinnan á samfelagið?
Carsten M. Arnskov og Tróndur Djur-
huus leggja til rættis.
Hósdagin kl. 21.20:
Arkitektar í
Europa - 5 (8)
Arne Henriksen
Henda sendingin er um norska arkitektin
Arne Henriksen og jarnbreytir. Hann ar-
beiddi í 15 ár sum arkitektur hjá Norsku
Statsbanunum — frá 1975 — og hann
teknaði fleiri jarnbreytasteðir, hús og
verksteð m.a. Drammen Station. Í 1989
varð hann útnevndur til professara við
Arkitektskúlan í Oslo.