fríggjadagur 27. september 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
gloyma sjålvt um nógv er
broytt í heimlandinum
leggur hann al
Kalinengrad
Mikolay Matyunin, sum
skiparin eitur, er 43 åra
I Hann er úr Kali-
sum liggur við
Eystursjóarstrondina - i
millum Litauen og Polen
l r øOrum
hel ) a hoyrdi
Ka vskland, og
p Eyri
Kø erg
greiðir frå, at um
leið nd fOIK
bu Kali grad
r eru nógvir skúlar,
sum geva útbúgving til
fólk innan fiskivinnuna,
eitt unive-
rsitet, sigur hann.
Nikolay er giftur, og
eigur eina dóttir. Konan er
lærari á universitetinum.
og so eisini
Stoltur vísir hann
okkum eina mynd av
dóttrini, sum er 18 ár
gomul, og lesur sum
søgu
Týskt skip
Kronshtad Tskaya Slava er
bygdur i Týsklandi i
1966.
Nikolay hevur verid
skipari umborð í fýra ár.
Harafturat hevur hann
verið yvirstýrimaður í 10
ár, umborð á systurski-
pinum, sum eisini liggur
í Nólsoyarfirði
Kronshtad Tskaya Slava
er eitt verksmiðuskip.
Hann er 167 metrar langur
og lastar 21 túsund tons.
Skipið verður vanliga
eigað av onkrum felagið,
) nýtir tað til at taka í
fiski frá ødrum
; ferð er tað bretska
felagið JAY Tee LTD,
sum hevur leigað teir, at
taka í móti makreli frá
føroysku nótabátunum.
Vánaligt veður
Nickolay hevur siglt í
Ongland, Afríka og í
Sovjetsamveldinum. Hetta
er fyrstu ferð, at hann
vitjar í Føroyum.
Men nógv av Havnini
hevur hann ikki sæð, nú
hann hevur ligið uttanfyri
í meir enn tvær vikur.
Odnarveður hevur so at
siga verið síðan teir komu
til Føroyar. Tí hevur ikki
borið til at fara í landi,
sigur hann.
- Skipið er so stórt, og
tá stormur brestur á
noyðast við at flyta
vesturum fyri at kroka.
ikolay sýnist troyttur
av bert at liggja og bida.
hava ikki ukið móti
einum einasta sterti, síðan
teir komu til Føroyar.
- Her er eisini so kalt,
og lítið at takast við
umborð, sigur hann.
Nógv fólk
204 fólk eru við hesum
risastóra skipinum. 26
kvinnur og 178 menn.
Og í lastini liggja tvey
túsund tómar tunnir, sum
allar skulu fyllast við
føroyskari makrel.
Í verksmidjuni arbeiða
92 fólk. Í dag eru 30 av
teimum til arbeiðis.
Áðrenn baltiska skipið
kom til Føroyar, vóru tey
í Skotlandi og tóku ímóti
sild. Teir hava 11 túsund
av frystari sild
umborð. Í verksmiðuni
eru tey nú í ferð við at
koyra sildina í dósir.
tons
Reint, men rustur
Hóast skipið er gamalt, so
er reint og nýmálað mest
sum allastaðni umborð.
Men verksmiðan lýkist
ikki teimum, sum vit eru
von við at síggja umborð
á føroysku trolamum. Her
er myrkt og nógvur
rustur.
Nikolay greiðir frå, at
teir gera bæði fiska- og
matolju. Teir salta og
frysta fisk og koyra fisk í
blikk.
Mest sum allur fiskurin
verður seldur í Sovjet-
samveldinum.
- Men nú vit eru farin at
arbeiða fyri bretska fel-
agið, hevur verið tosað
um at flyta makrel til
Japan, sigur hann.
I verksmiduni er torført
at koma i samband vid
følki, sum arbeidir har.
Eingin av ti meiniga
manninum tosar enskt.
Tvær vaktir
Nikolay greidir frå, at tey
arbeiða í tveimum vaktum
umborð.
- Fýra tímar til arb-
BGN Sosialurin Hl Nr. 178 — 27. september 1991
Mr f[f[f[ ——
eidis, åtta timar fri og
sidan fyra timar aftur til
arbeiðis.
- Her er ikki so strævið
at arbeiða. Hetta líkist
einum vanligum arbeiðs-
dagi burtursæð frá tí, at
vit arbeiða allar dagar í
vikuni, sigur hann.
Men lénin vísir seg
eisini at verða har eftir. Í
verksmiðuni fortjena tey
millum 15 og 20 rublar
um dagin. Hetta eru eini
170 krónur um dagin.
Yvirmenninir fáa 253
rublar umdagin
Eftirlit
Komin upp frá verk-
smiðuni hitta vit smiðin
umborð. Hann hevur úr at
gera, sigur Nikolay.
- Skipið er so gamalt,
og alla tíðina er okkurt,
sum gerst í ólagi, og sum
skal umvælast, sigur
Elen er ídnaðarlaborantur. Eingin fiskur er at kanna, ti
fast hon við blomstur á verkstaðnum.
orð: eyð
myndir: kalmar
hann.
Beint við síðuna av
smiðinum hevur idnadar-
laborantin sítt verkstað.
Hon eitur Elen og er 25
ára gomul. Hon er tann
einasta, sum vit hitta,
sum dugir eitt sindur av
enskum.
Hon greiðir frá at hon
hevur siglt við hesum
skipinum í tvey ár. Henni
dámar væl sjólívið. Men
hon heldur, at tað hevur
verið ov lítið at gera
henda túrin.
- Ístaðin fyri at gera
fiskakanningar, fái eg tíð-
ina við at dyrka blómur,
sigur hon smílandi.
Frítið
Eingin av manningini
sum er við í hesum skip-
inum hevur verið í landi.
Burtursæð frá veðrinum,
kemst hetta eisini av, at
eingin fisikur hevur verið,
og tí eigur manningin
ongar pengar.
å
I stadin nyta tey fri-
tíðina antin í bóka-
savninum, hyggja eftir
sjónvarpi ella á ítróttar-
økinum, sum er ovast
uppi - aftast á skipinum.
Bert ein maður er úti og
rennur í dag. Á dekkinum,
stendur ein rusta kondi-
súkla og nakrir blíggj-
klumpar at lyfta.
Skiparin vísir okkum
svimjihylin, sum einki
vatn er í.
- Tá vit vóru í Beirut
var lívið umborð gðrvísi.
Tá var veðrið so gott. Vit
kundu liggja á dekkinum
og sóla okkum og svimja,
sigur hann.
- Kanska áttu vit at
koyrt eitt sindur av fiski í
hylin, so fingu vit í min-
sta lag tíðina at ganga
við at fiska, flennir hann.
Heim til jóla
Nikolay Matyunin er farin
at leingjast. Vanliga
vardir ein tårur millum
fyra og seks månar. Men
enn hevur hann bert verid
ein og ein hålvan måna til
SjÓS,
-Eitt russiskt orðafellið
sigur, at ein vánalig feria
er betur enn ein góður
túrur til skips. Nú vit
hava havt so lítið at gera,
slepst ikki undan, at
manningin leingist. Men
vit vóna skjótt at fáa fisk,
so vit sleppa avstaðaftur,
sigur hann.
Hann roknar við at
skipið skal liggja í Før-
oyum í tvær ella tríggjar
vikur afturat. Siðan verður
farið til Hetland at taka
ímóti fiski. Hann vónar at
verða heima í Kalinengrad
um miðan desember.