fríggjadagur 27. september 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOÐIÐ — —
tíðindablaðið
Føroyar — Danmark 0—4 (0—2):
Danir niðurbundnir
Í ein tíma
Feroyar-Danmark 0-4 (0-2)
0—1: Kim Cristofte (br.)
0—2: Bent Christensen
0—3: Frank Pingel
0—4: Kim Vilfort
Landskrona. Tad, sum eft-
ir bert sjey min. så út til at
skula gerast tað heilt
stóra sorlið, varð av ein-
um góðum feroyskum
stríðsanda á ellum pláss-
um vent til ein ordans
dyst, har danir í samfullan
tíma máttu síggja seg nið-
urbundnar, uttan at
kunna spæla seg til ein
veruligan málkjans hesa
tíðina.
Danir legdu nevniliga
sera hart út við domi-
nerandi spæli, ið gav teim-
um fyrst eitt mál uppá
brotsspark, tá Flemming
Povlsen varð feldur av før-
oyska liðformanninum Jó-
annesi Jakobsen inni í
brotsteiginum. Brots-
sparkið sendi 31 ára gamli
Kim Cristofte í netið
hegrumegin, eftir at hava
fintað Jens Martin at fara
hinvegin.
Seinna málið var ein
stór-blotting í feroysku
verjuni, sum ikki dekkaði
nóg væl upp inn í brots-
teiginum, har Bent Christ-
ensen slapp at standa
púra einsamallur og senda
bóltin í málið frá fimm
metrum eftir at hava fing-
ið eina væl lagda avlever-
ing tverturum frá Lars
Olsen.
Danir dovnaðu
Eftir hetta høvdu danir
yvirtakið í eina lítla letu
afturat, men sum við ein-
um bresti vaknaði fer-
oyska liðið úr dvala og fór
at spæla góðan og kon-
tantan verjufótbólt, har
teir góvu seg fult út í
royndini at forða dønum i
fleiri løttum skoringum.
Hetta eydnaðist eisini
sera væl, og danir mátt
bíða í 63 min. eftir triðja
málinum, uttan so mikið
sum at hava eina einastu
roynd. Tað hevdu feroy-
ingar hinvegin heldur
ikki, so samanumtikið var
danski sigurin hervið
eisini í lagi.
Men henda góða klokku-
tíman kempaðu og strídd-
ust okkara menn so væl
sum tað ikki hevur verið
at sæð síðan fyrsta Lands-
krona-dystin og kanska
eisini dystin í Belfast.
Hverja ferð ein dani
gjørdist ov næskur, vóru
tveir og upp til tríggir og
fýra feroyingar á kroppin-
um á honum. Onkuntíð
vóru tvey og trý bein í
senn móti tí einsamalla
danska í taklingum.
Fínar kombinatiónir
Enntá gingu okkara menn
so vítt, at teir í letum
kombineraðu seg igjøgn-
um og spældu danska
miðvellin sundur og sam-
an. Men sum skilligt var,
var orkan ikki til meira
enn nøkur få slik gjøgn-
umbrot á miðjum velli, og
harvið spurdist sum sagt
einki meira burturúr før-
oyska stríðsandanum enn
tað, at danir einki fingu
gjørt.
Og tað var í og fyri seg
Nr. 178 — 27. september 1991
eisini nóg mikið.
Feroyska spælið var
rættiliga kontant, og
fingu tí eisini Abraham
Hansen, Kári Reynheim
og Jan Dam ávaringar frá
skotska dómaranum, ið
annars ikki var ringur fyri
foroyingar — Feroyar
fingu tilkend 18 frísperk,
meðan danir bert fingu 15.
Eitt annað statistiskt
demi, ið lýsir vantandi
bitið í foroyska spælinum,
var at danir hevdu rætti-
liga nógv málsperk. Allar
tær føroysku royndirnar
frameftir endaðu sum oft-
ast í maktaloysi.
Týðilig framstig
Jú, sanniliga vóru týðilig
og stór framstig at síggja
í mun til fyrra dystin móti
denum, hóast vit tá eisini
fingu eitt mál.
Ein stórur glotti í dyst-
inum var m.a. Jan Allan
Miller, sum hóast hann
ikki fekk nógv av arbeiði
við, dugdi sera væl at
goyma bóltinum. Fleiri
ferðir snurraði hann tveir
og tríggjar danir av sær.
Hann átti kanska at verið
seinna útskiftingin í dyst-
inum, tí skilligt var, at
hann í seinna hálvleiki var
troyttur av allari renning-
ini.
Eisini Abraham spældi
ein góðan dyst á miðjuni,
har eisini Kári Reynheim
gjørdi tað væl. Í verjuni
var Tummas Eli tann
tryggasti, men eftir 2—0
hevjaðu allir seg upp og
góvu denum veruligt mót-
spæl.
Sanniliga var tað spell,
at danir skuldu fáa málini
aftrat í seinna hálvleiki,
Richard Møller Nielsen:
Føroyingar spældu
Landskrona. Eftir dystin
var tidindafundur fyrst
við føroyska landsliðs-
venjaran og aftan á slapp
danski venjarin framat.
Páll hevði rósandi orð at
bera liðum sum heild, og
tað kann valla nakar siga
hann ringan. fyri. Liðið
gav jú ein góðan samlaðan
innsats, sum avgjert
hevði rós uppiborið.
>Ég vil samstundis
takka dønum fyri tann
stuðul, teir góvu okkum í
vár, tá tað skuldi finnast
ú v, um vit skuldu spæla
c "ara heimadystir í Før-
o-um ella here, segði Páll.
„< pell, at norðurírar og
jugoslavar ikki góvu sama
Spurdur av svenskum
Jindamanni, um
føroyska liðið ikki spældi
ov hart, ja, næstan vanda-
mikið, svaraði Páll, at
hann ikki helt so vera:
„Vit spældu, sum dómarin
loyvdi okkum at spæla.
Talan var um ein dyst, har
vit gjørdu okkara besta og
góvu denum góða mót-
tøku, men eg haldi avgjørt
ikki, at foroysku spælara-
rnir vóru harðari enn mót-
steðumenninir. Okkara
málmaður mátti jú út-
skiftast, tí hann fekk ein
skaða í lærið orsakað av
herðum donskum spæli«,
segði Páll Guðlaugsson.
Og hann fekk eisini upp-
bakking frá danska venj-
Richard Møller Nielsen: -
Eg havi virðing fyri ll
stríðsanda, sum føroying-
ar vístu
aranum, ið ikki helt, at
føroysku spælararnir
spældu harðari enn loyvt
var. »Eg haldi, at føroy-
ingar striddust væl, og eg
må siga, at eg havi virding
fyri ti stríðsanda, teir
løgdu fyri dagin. Ikki
minst, at teir so leingi
megnaðu at forða okkara
monnum í at koma til ein
veruligan målkjans«,
segði hann.
Grovasta frisparkid i
dystinum átti eisini ein
danskur spælari, John
Faxe Jensen, ið saksaði
Kurt Mørkøre niður, men
bert fekk gula kortið fyri
tað. Oivad i hevnd, ti Kurt
sær, men slíkt hoyrir
ongastaðni heima í øllum
forum.
hj.
Tummas Eli Hansen var
tann einasti, sum eisini
skapti virðing fyri sær
fyrstu tíggju minuttirnar.
Men síðani spældu allir
seg upp
men úrslitið er tó einki at
skammast yvir. Als einki!
hj.
rr 0
Hondbóltsvitjan úr Danmark:
1. deildarliðið
Gladsaxe-H.G. vitjar
Fótbóltskappingin líður
móti endanum og innan-
durakappingarnar fara at
byrja.
Ein av hesum »vetrar-
kappingunum< er hond-
bólturin. Landskappingin
í teimum ymisku deildun-
um byrjar ein eina viku, tí
hevur Vestmanna Ítrótt-
arfelag boðið 1. mansdeild
hjá Gladsaxe-H.G. á
stutta vitjan hetta viku-
skiftið.
Gladsaxe-H.G. hevur
nógv góð úrslit at vísa á.
Gladsaxe-H.G. stóð seg
væl í donsku lands- og
steypakappingini í fjør —
teir gjørdust nr. 4 í lands-
kappingini og komu í
finaluna i steypakapp-
ingini. Felagið hevur
gjøgnum árini vunnið
nógv meistaraheiti. Síðan
1946 hevur 1. mansdeild
hjá Gladsaxe-H.G. vunnið
danska meistaraheitið 9
ferðir og hava vunnið ta
donsku steypakapping-
ina
Eisini á altjóða steði
hava teir staðið seg væl. Í
1984 vóru teir í finaluni
fyri Europa Cup-luttak-
arar, har teir luttóku í
IHF-Cup — teir taptu tá
við einum máli móti
Grosswaldstadt úr Vest-
urtýsklandi.
Liðið er í letuni inni í
stórari broytingartíð, har
nýggj andlit eru at síggja,
og gevur hetta meguleika
fyri at okkurt av føroysku
1. deildarliðunum veruliga
fer at geva teimum mót-
steðu
Fyrsti dysturin á vitjan-
ini verður leiktur fríggja-
kveldið kl. 19.30 inni á
Skála móti St.ÍF. Leygar-
dagin kl. 15.00 verður
dystur í Klaksvík móti
Stjørnuni, og sama dag kl.
20.00 verður dystur í
Vestmanna móti VÍF.
Sunnudagin kl. 15.00 leik-
ar Gladsaxe-H.G. aftur
móti VIF, og síðsti dyst-
urin verður á Nabb kl.
18.0:. móti Neistanum