týsdagur 1. oktober 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— > ——
pA
saman vid teimum Radi-
kalu, og Stauning gjørdist
forsætisráðharri.
Stutt eftir, at Stauning
gjørdist forsætisráðharri,
fær Havnar Arbeiðsmanna-
felag bræv frá Sosial-
demokratisk Forbund í
Danmark, har teir siga seg
vilja koma í samband við
tað arbeiðandi fólki í
Føroyum. Ætlanin er, at
ein fólkatingslimur úr
danska javnaðarflokkinum
kemur til Føroya at kunna
seg um viðurskiftini, og
biðið verður um, at ar-
beiðsmannafelagið vil
hjálpa honum.
Málið kemur síðani til
viðgerðar á limafundi í
arbeiðsmannafelagnum og
Maurentius Viðstein, sum
lå var skrivari í arbeiðs-
mannafelagnum, tók orðið.
Hann segði seg áður hava
skrivað til danska javnað-
arflokkin um at fáa mann
higar at hjálpa føroyskum
arbeiðsmonnum at skipa
eg í felag, men 1å var
hjálpsemið ógvuliga av-
markað. Maður var komin
ir Danmark, men hann
helt seg mest til donsku
mbætismenninar i Havn,
'g serliga Rytter amtmann,
vísti Maurentius at siga.
Maurentius helt fyri, at
eir høvdu nú sjálvir
vnad Havnar Arbeiðs-
annafelag, og tikid tey
Stu tungu tøkini, ar-
iðsmonnum í Havn til
oktober 1991 !
heiðurs. Men hann legði
aftrat, at kom maður úr
danska javnaðarflokkinum
higar, skuldi hann eisini
vera vælkomin, tí treydugt
so, kundu føroyingar iva-
leyst læra nógv av teimum
royndum, javnaðarmenn í
Danmark hgvdu gjørt.
Hann legði tó dent á, at
politiskt kegl mátti ikki
koma inn í Havnar Ar-
beiðsmannafelag.
Samstarv við donsk
fakfeløg
Á hesum sama limafund-
inum varð eisini talað um
eitt møguligt samstarv
millum føroysk og donsk
fakfeløg. Onkur helt, at
stóu føroyskir arbeiðarar í
felag saman við teimum
donsku, stóu teir sterkari.
Hetta helt Maurentius
einki um og vísti á, at har
danskir fakfelagsskapir
høvdu lagt arbeiði niður,
fingust altíð arbeiðsmenn
úr Kristeligt Forbund til at
átaka sær tílíkt arbeiði.
Hesir høvdu helst eisini
duga at lagt leiðina ul
Føroya, um fakfeløg her
løgdu arbeiði niður, segði
Maurentius.
Frå havnaarbeidinum
eystanfyri
Stauning vitjar
arbeiðsmannafelagið
Einaferð frættist, at
danski sosialdemokratiski
forsætisráðharrin Stauning
hevði ætlanir um at vitja í
Føroyum.
Hetta var í 1925, og um
hetta mål var nevndar-
fundur i arbeiðsmannafel-
„Síða 13
|
agnum. Avrátt varð, at
bjóða Stauningi á fund í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag. Fjarrit varð sent um-
borð á Tjaldrið, har Stau-
ning var við, at geva
honum fundarboð. Stau-
ning svaraði brátt aftur:
"Ja, villig Onsdag eller
Torsdag, - Stauning."
Sum avtalað kom Stau-
ning á nevndartund í ar-
nbeidsmannafelagnum.
Eftir at danski forsætisråd-
harrin væl og virðiliga
varð boðin vælkomin, fekk
Maurentius orðið, at greiða
frá um arbeiðsmanna-
felagið. Hann greiddi frá
hvussu seks unglingar tóku
seg saman um at fylkja
arbeiðsmenn í bólk móti
yvirstættini, og í fyrstu
syftu stovnaðu eitt kjak-
felag, síðani eitt sosial-
demokratiskt ungmanna-
felag, og hareftir Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Maurentius greiddi eisini
forsætisráðharranum frá
hvussu hetta varð móttikið.
Teir vóru rópur fríteinkjar-
ar, gudloysingar o.s.fr.,
segði Maurentius, og
nevndi J. P. Davidsen sum
hin stóra slóbrótaran. Tá
nykkaði Stauning, tí hann
kendi Jóan Petur.
Politiska ávirkan
Stauning takkaði fyri
måttøkuna. Hann frøddist
um tey framtøk, arbeids-
menn i Havn høvdu framt,
men hann helt hetta ikki
vera nógmikið. Roynast
mátti eisini at fáa umboð í
kommunu og stat, so ar-
beiðsmaðurin fekk ávirkan
á lóggávuvaldið eisini.
Nevndin í arbeiðsmanna-
felagnum var sjálvandi
fegin um at hava fingið ein
so mætan mann á vitjan,
og tá Stauning helt fyri, at
hann heldur mátti halda
rødu fyri arbeiðsmonnum í
Havn, fingu nevndarlim-
imir úr at gera. Kveldið
efur varð kallað saman til
limafundar við danska
forsætisráðharranum sum
rødara.
Stauning heldur rødu
Stauning greiddi i rødu
síni frá politiskum viður-
skiftum í Danmark. Hann
greiddi frá hvussu danski
javnaðarflokkurin var
komin sær fram í donskum
politikki. Frá bert 800
atkvgðum fyrsta valið
hann stilladi upp, til slaka
hálva millión av atkvødum
hesaferd. Og ti bar til at
loysa gomlu vinstra-stjórn-
ina av við eina sosialdemo-
kratiska, har javnaðarflok-