týsdagur 1. oktober 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 180 — 1. oktober 1991
Avgreiðsludystur
Í Gundadali
HB-NSÍ 2-0 (1-0)
1-0 Gunnar Mohr
2-0 Sjálvmál
Ta0, sum tey flestu kanska
væntaðu fór at líkjast 90
sera líkasælum minuttum í
Gundadali millum HB og
NSI sunnudagin, ið hvorki
kundu fara niður ella fáa
heiðursmerki, gjørdist hin-
vegin ein rimiliga undir-
haldandi fótbóltsdystur við
spæli upp á bæði mál.
Sjálvandi hevði leys
uppdekking sín stóra
heiður fyri, at so frægur
dystur kundi koma burtur-
úr, men kortini má sigast
7
báðum liðum til rós, at tey
ikki sóu út sum tað , tey
eru,
sugatalvumiðjuni.
Bæði liðini høvdu
møguleikar at fáa mál,
men bert HB megnaði at
útnytta hesar møguleikar.
lið í
Gunnar við í báðum
Fyrst var tað Gunnar
Mohr, sum slapp leysur í
høgru síðu og skjeyt bóltin
úr spískum framvið nærm-
aru stong, uttan at Trygvi
Mortensen í NSÍ-málinum
so frægt sum nart við
hann. Hetta var eitt gott
mál.
Men hetta eina málið
hvorki gjørdi HB spakari
ella bant NSÍ niður, og
spælið gekk eins lystiligt,
og tað hevði gjørt framm-
anundan.
Gunnar Mohr var eisini
við í seinna HB-málinum,
ið kortini
sjálvmál.
Hann fór frameftir í
vinstru síðu, og tá hann
skuldi leggja bóltin inn-
fyri, ella kanska skjóta
upp á málið, kom Arni
Midjord hjá NSI at vera so
mest var eitt
óheppin, at hann kom
ímillum og skjeyt bóltin í
egið mál, tá hann skuldi
steðga Gunnari í at skjóta.
Brendi brotsspark
Sigurin hjá HB kundi tó
havt verið enn stórri enn
2-0
Undan hesum seinna
málinum hevði HB fingið
eitt brotsspark, tá Jan Dam
í fríari kós varð feldur. Jan
tók sjálvur brotssparkið,
men skotið var ikki gott,
og bólturin fór via stong-
ina út um til málspark.
Men nú seinna HB-
málið var komið, var
dysturin meira at kalla
avgjørdur.
Kortini var tað serliga
NSÍ, id fekk onkran góðan
kjans móti endanum. Jack
Jacobsen hevði gott skot
og eisini Sverri var vanda-
mikil. Sverri varð
nógv spældur frammi í
NSÍ-álopinum, hgar hann
stóð fyri tí mesta, meðan
tað hjá HB var Bogi Dam,
ið útmerkaði seg við góð-
um umhugsaðum spæli.
sera
Jan Chr. Dam toyggir
seg i skotroynd móti
NSÍ-málinum. Hann
brendi eitt brotsspark,
tá stóðan var 1-0
Mynd: Eyðfinn Guttesen
S íða 19
Ítróttur
“hh TF
Gunnar Mohr var við í
báðum HB-málunum í
Gundadali sunnudagin
móti NSÍ. Mynd: Eyðfinn
Guttesen
HB skal nú komandi
sunnudag møguleiga av-
hvør vinnur FM
heitið, tá spælt verður
ímóu B36, meðan NSI
hevur enn ein líkasælan
dyst fyri framman, móti
TB í Runavík. Hvørki av
hesum liðum kann fara
niður ella fáa
heiðursmerki, so eisini her
verður helst lítið at spæla
um.
gera,
hj.
Ófyrigeviligt sløsari
TB-MB 2-0 (1-0)
1-0 Oli Johannesen
2-0 Henrik Thomsen
Lat beinanvegin vera sagt,
at tad alt annad enn tænir
TB til rós, at urslitid
omanfyri ikki er størri —
altso: TB åtu at havt vunn-
ið nógv meira enn 2-0.
Dundurskot á stengur og
yvirliggjara bóru boð um,
hvussu nær TB í roynd og
veru var einum stórsigri,
men har spurdist bara ikki
meira burturúr, enn tey
bæði málini, eitt í hvørjum
hálvleiki.
Allan dystin var tað TB,
sum hevði spælið og sum
eitt rætt heimalið tók stig
til at spæla. Men sum sagt
var hetta ikki ein av teim-
um dystunum, har rímiligt
samsvar er millum kjansir
og tað, sum stendur á mál-
talvuni.
Lítlar og ongar
kjansir
MB borðreiddi við bert
einum tveimum ella trim-
um líkinda kjansum, ið
eingin var so mikið hótt-
andi, at Rolf í TB-mál-
inum fekk sveittan fram.
Einki í spælinum hjá MB
bendi á, at her var eitt lið,
ið mátti stríðast fyri
lívinum og syrgja fyri at
fyribyrgja niðurflytingini,
10 hóttandi hekk uppiyvir.
Serliga var tað í álop-
inum, at líuð hendi hjá
MB. TB-verjan røkti væl
sína uppgávu, og illa bar
eisini til hjá gestunum
yvirhøvur at sleppa fram
at troðnum.
Hinvegin vassaði TB í
málkjansum — meira og
minni uppløgdum, ið 6-
fyrigeviliga vórðu
misnýttir og sløsadir
burtur. Bæði Bogi
Johannesen og Magni
Petersen vórðu púra fríir,
men misnýttu stórt.
Vístur av velli
Kortini vildi ikki verri til
enn so, at TB vann.
Fyrra málið gjørdi Oli
Johannesen við høvdinum
efuir vælspælt hornaspark
innfyri MB-målid, og
seinna målid setti Henrik
Thomsen í málið vid góð-
um langskoti.
Móti endanum á dyst-
inum mátti Torfinn Mort-
ensen víkja vøllin, tá hann
í hevnissøku feldi ein mið-
ving, eftir sjálvur fyrst at
hava verið feldur, men
annars var dysturin
rættiliga fridarligur
Frægastu menninar á
vøllinum átti TB, og mugu
nevnast Oluf Mortensen
og Bent Albinus, ið gjørdu
ein góðan innsats á ti
svarthvíta liðnum.
hj.