hósdagur 3. oktober 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rr ..
| Lesarabrøv )
Hin føroyski flokkurin undir stovnan
Undirritaði hevur longu
fingið nekur góð fólk til at
medvirka til at fáa í gongd
ein nýggjan flokk. Men
fyri at gera arbeiðið lætt-
ari, verður sóknast eftir
uppaftur fleiri góðum
fólkum, serliga í Suður-
oyar, Vága og Sandoyar
valdømum.
Men eru nå ikki nog
nógvir flokkar i Føroyum,
kundi verðið spurt. Til
hetta má verða svarað
játtandi, men trupulleikin
er, at hin feroyska mafian
hevur buktina og báðar
endarnar í ellum gomlu
flokkunum. Ikki bara er
talan um ódugnakroppar
av versta slagi millum
oddafiskarnar, men
kanska eisini um krimi-
nellar bandittar. Á floks-
skránni hjá nýggja flokk-
inum er tí eisini tað mál
sum skjótast at fáa sett
ein kommissiónsdómstól
til at kanna ymisk legin
fyribrigdi, sum hesir
oddafiskar hava staðið
aftanfyri. Men annars er
ikki ætlanin við hesum
nýggja flokkinum at birta
upp undir hatur og evund
— tverturímóti.
Flokkurin hevur ikki á-
huga fyri avoldaðum og
skaðiligum útlendskum
hugtekum frá eini gamlari
tíð — merkt av misskilj-
ingum, dugnaloysi, makt-
misnýtslu og manna-
jagstran. T.d. kapital-
ismu, fascismu, apartheid,
socialismu, kapitalismu,
ella misskiltari liberal-
ismu viå eirindaleysari og
tilfeingismisnýtandi
kapping millum virki, til
skaða fyri bæði viðskifta-
fólk og verkafólk. Í staðin
vil flokkurin seta upplýst
fólkaræði í hásætið.
Heldur ikki vil flokkurin
gera spurningin um sjálv-
stýri, samband, ella sjálv-
ræði til úrslitaleyst og
óneyðugt stríðsmál.
Henda spurningin vilja
vit halda leyst frá arbeiði
fyri feroyskari vinnulívs-
menning og føroyskum
sjálvbjargni. Ikki legting-
ið, men føroyska fólkið
skal við fólkaatkveðum
hava endaliga orðið at
siga í ellum hesum spurn-
ingum.
Floksins ideologi verður
stutt og greitt, at vit sum
føroyingar mugu liva og
virka í samsvari við tær
lívsins lógir, sum galda
fyri at liva og virka í Fer-
oyum. Og hverjar eru so
hesar mest týðandi lívsins
Ein hin mest týðandi
lívsins lóg er, at føroying-
urin skal nekta sín egna
terv, við fyrst at nekta
tervin hjá viðskiftafólk-
um sínum, bæði í Feroy-
um og uttanlands. (Og í
veruleikanum eru allir
næstar okkara viðskifta-
fólk okkara — grundarlag-
ið fyri at fáa eru evni, vilji
og dugnaskapur til at
geva — er tað nakar, ið
minnist halgubók?). Sum
steðan nú er, so kennir
føroyingurin so at siga
onki til tervin hjá teimum
útlendsku kundum, sum
kundu notið gott av
dugnaskapi føroyska fólk-
sins. Og teir, sum skuldu
lært feroyingin og verið
honum ein fyrimynd,
leggja doyin á at snýta og
villleiða viðskiftafólk síni
heldur enn at taka sær av
teirra áhugamálum. Hetta
er orsøkin til arbeiðsloys-
ið. Og hetta hevur verið
hin altavgerandi orsekin
til ell miseydnad »vinnu-
livsævintyr« hjå føroying-
um hesi seinastu 20 årini.
(Global, svartkjaftur,
Blue North, farmaskip
o.m.a.).
Ein onnur livsins løg er,
at tað ikki eru »deydir lut-
ir« so sum dýr vinnutól,
kostnaðarmiklar ílegur,
studningur til vinnuna,
ráverur, kapitalur ella
bara >keypt< arbeiðsmegi
í sær sjálvum, ið er týdn-
ingarmesta tilfeingið hjá
vinnulívinu,m tá tað geld-
ur um at nekta sín egna
terv — við fyrst at nekta
tervin hjá viðskiftafólk-
um sínum. Tað mest týdn-
ingarmikla tilfeingið hjá
vinnulívinum er dugna-
skapur fólksins. Sera um-
ráðandi er, at hesin dugna-
skapur sleppur at verða
leiddur fram av eini góðari
leiðslu. Sera umráðandi
er, at ein leiðsla dugir at
fara væl um arbeiðsfólk
síni, starvsfólk síni og sjó-
fólk síni, tí hesi eru hin
veruligi dýrgripurin fyri
eitt og hvert virki. Sum
steðan er nú verða ar-
beiðsfólk, starvsfólk og
sjófólk roknað sum ein hin
stersti trupulleikin, sum
vinnulívið og almenna
umsitingin roynir at
sleppa avstað við so lætt
og bíliga sum meguligt.
Hin stersti dýrgripurin
fyri vinnulív og almenna
fyrisiting liggur tí goymd-
ur burtur. Hetta er ein
onnur orsøk til trupulleik-
arnar hjá Feroyum — til
at fólk hava tað trupult
við at fáa endarnar at
rekka. Orsekin er ein
vánalig leiðsla.
Hesar omanfyri nevndu
tvær lívsins lógir eru ikki
deyð hugsan. Umframt at
standa í halgubók, so eru
tær royndar av nøkrum av
heimsins sterstu og bestu
vinnulívsvirkjum — og
við úrslitum sum ongin
yvirhevur kann kappast
við.
Eg kundi nevnt onnur
viðurskifti viðvíkjandi
hesum nýggja politikki,
men eg ætlaði, at hetta
skuldi vera stutt.
Um hinar flokkarnar er
hetta at siga í stuttum:
Tjóðveldisfólk eiga t.d.
at vita, at ein og hver at-
kveða til tjóðveldisflokkin
leiðir Feroyar uppaftur
longur burtur frá tjóð-
— veldinum og
uppaftur
nærri inn i EEC — hugsið
bara um tíðina miðskeiðis
í sjeytiárunum og mið-
skeiðis í áttatiárunum.
Fólkafloksfólk áttu nú
at vita, at fortreytin fyri
føroyskum sjålvbjargni er
sannur marknaðarbúskap-
ur, og tey áttu nú eisini at
vitað, at ein og hver at-
kveða til fólkaflokkin er
ein atkveða fyri undir-
Nr. 182 — 3. oktober 1991
graving av sonnum
marknaðarbúskapi. Sam-
bandsfólk áttu at vitað, at
fyrimunir við millumtjóða
sambandi er avgerandi og
alstórir — hugsið bara um
millumtjóða standardiser-
ingar — og at sambands-
flokkurin ikki umboðar
ektað, men forlorið sam-
band í stríð við landsins
lóg, ið sigur, at ongin til
allar ævir kann liva í
einum felagskapi við ann-
að fólk uttan at gjalda
sum øll onnur. Javne3ðar-
fólk áttu at vitað, at
javnaðarflokkurin als ikki
virðir verkafólk, sjófólk
og starvsfólk so nógv,
sum hesi hava uppiborið,
og at hetta er orsøkin til,
Vælkomin til
at hesi íbik nú i dag hava
trupult við at fáa endar-
nar at rekka saman.
Øll hesi fólk eiga at av-
læra seg gamla hugsan, og
byrja at hugsa rætt, nýtt
og djarvt. Tey eiga nú
sum skjótast at koma til
nýggja flokkin, og har
semjast um at arbeiða
- saman á ein nýggjan hátt,
eðrum og sær sjálvum at
gagni. Onki nýtt kemur
burtur úr gomlu flokkun-
um.
Fólk, sum vilja hjálpa til
við at fáa flokkin í gongd,
verða biðin um at seta seg
í samband við undirritaða.
Við tekk fyri upptek-
una,
Ólavur Christiansen
CANON MagicTeam
framsýning
Hósdagin 3. og fríggjadagin 4. okt. 1991 bjóðar T-Mac til
Canon framsýning í Sverrisgetu 9.
Framsýningin er opin frá kl. 9.00 til kl. 18.00
Fyri tað
illum mest spennandi
nýggjheitirnar á fram-
A er litkopimaskinan
CLC 300 frå Canon.
rsta er prísurin jarðbundin -
og fyri tað næsta so kann maskinan
brúkast bæði til litkopiering og
svart/hvíta kopiering. CLC 300 tekur
5 litkopi í minuttin ella 25 s/h kopi.
Harafturat ber til at útbyggja maskinuna
vid IPU eind so hon kann setast i bein-
leidis samband vid eina teldu.
Nytslan av litkopium er stødugt
vaksandi um allan heimin, og lítil
ivi er um, at hetta verður vanligt
mangastaðni um stutta tíð.
Stokkið inn á gólvið
ið nýggju CLC 300 maskinuni
meta vit eisini, at Canon hevur
framleitt eina maskinu, sum fleiri
føroysk virkir og stovnar kunnu
gera skilagóða nýtslu av.
Umframt kopimaskinur hava vit
eisini tvey nýggj telefax á skránni.
Canon Fax 170 er millum snildastu
telefaxini til smærri virkir. Fax 170
hevur eisini innbygdan telefonsvarara
og "switch box" millum telefon og
telefax, so tær nýtist bert eina telefonlinju.
Fleiri brúkarar ynskja telefax, ið nýtir
vanligt pappír. Á framsýningini hava vit
fleiri slík at sýna fram, sum hóast topp -
góðsku halda ein sámuligan prís.
- all eru vælkomin.
Sverrisgøta 9 +
100 Tórshavn + Tlf. 10400 + Fax. 10915
i
3
RS 0
——