Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

T {01 $6 “ Ábyrgdarbiaðstjóri. Jan Muller | Biaðfólk- Randi Jacobsen - Tórfinn Smith | Utgevari P4 Sosialurin | Bústaður bå - Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl | Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen | Uppseting: P/f Sosialurin | Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov | Jústinus Eidesgaard | Prent P/f Pressan 1981 Telefon I Argjavegur 28 Argir 11820 Postadressa: Postsmoga 78 110 Tórshavn Telefax 14720 Tingið — eitt debatforum DEMOKRATI, dialogur og debat hava sín uppruna í tí gamla Athen, har botnurin til okkara núverandi demokratisku stýrisskipan varð lagdur. Ein av grundarsteinunum undir hesi skipan er júst dialogurin — debatturin, sum teir gomlu athenararnir løgdu so stóran dent á. Hetta átti eisini at verið tað, sum bar okkara stýrisskipan uppi og sum okkara háttvirda løgting var karmur um. Vit hava á hesum stað aftur og aftur eftirlýst dialogi — orðaskifti í tinginum og fara fram- haldandi at gera tað. Tað er okkara meting. at fólk, sum eru vald á ting, hava skyldu til at vera kveikjarar og aktivir luttakarar í hesum so týð- andi dialoginum — orðaskiftinum. TINGIÐ skal viðgera lógaruppskot og samtykkja lógir. Men tingið er eisini debatforum, og eigur at verða brúkt sum slíkt. Tingmenn eru m.a. valdir til at siga sína hugsan og ær- ligu meining í einumhvørjum máli. Tað er teirra skylda at kunna seg um málini og at verða upplýstir. Tað er teirra skylda at lata fólk vita, hvat teir meina um tey ymsu málini. Vit mugu tí krevja av tingmonnum, at teir lutiaka í samfelagskjakinum í fjølmidlunum, á fundum 0.l. Hetta er rætt og slætt teirra ábyrgd. Og hesa uppgávu røkja føroyskir po- litikarar ikki í nóg stóran mun. Teir tiga sum oftast, tá álvarsmál eru frammi, men taka orðið, tá tað snýr seg um smáligt kegl og klandur. Í VIKUNI varð partur av hesum máli vidgjørdur í tinginum. Tað snúði seg nevniliga um eitt tinguppskot, sum hevði til endamál at fáa tingið í størri mun at viðgera stórmál í ein- um aðalorðaskifti. Uppskotsstillarin var sjálvstýrisflokkurin og skeyt flokkurin upp. at tingið tekur til við- gerðar spurningin um fiskiveiði á Føroya grunnunum við atliti til stovnsrøkt og arbeiðsskapandi til- tek. Rættiligt rumbul varð um hetta uppskot, tí tingmenn og tingfor- maðurin hildu, at soleiðis sum upp- skotið var orðað, so kundi tað við tí skapast fordømi, presendens, so- leiðis at flokkar kunnu biðja um um- réðu og viðger av málum av øllum handaslag, og ein grunar so ikki, hvat tað endar við. HVUSSU og ikki, so kann tað íkki vera nakað skeivt av einum flokki at biðja tingið umreða eitt stórmál. Tað er júst slik umrøda og viðgerð, sum manglar á tingi, og sum átti at N — — i - , & BE sosigaley MP" | £ Q > x xð # SI UT > BE verið ein so sjálvsagdur lutur í ar- beiðinum hjá øllum fólkavaldum. Vit kunnu sjálvandi tosa aftur og fram um smålutirnar, hvussu slík uppskot skulu orðast og hvor skal seta tey fram. Men tað vikast ikki, at tingmenn hava skyldu til í nógv størri mun enn í dag at viðgera og umrøda samfelagsligar spurningar og ikki einans taka stóðu til tey ymsu lógaruppskotini, sum koma fyri. Tískil halda vit, at tað er gott, at sjálvstýrisflokkurin hevur fingið tingmenn at rakna við og taka stóðu til henda spurningin. Bara tað, at tingformaðurin í hesum sam- bandi hevur úttalað, at vit áttu at havt slík orðaskifti, tí talan er um hevuðsvinnu okkara, vísir, at sjálv- stýrisflokkurin hevur fingið okkurt burtur úr at seta uppskot sítt fram. VIT mugu ikki forða andanum í demokratirum — tí fría og frælsa orðaskiftinum — at virka. Tað finn- ast alt ov mong dømi um, at týð- andi avgerðir eru tiknar við álvars- ligum avleiðingum fyri okkum gll, uttan at nøkur saklig viðgerð og umreða hevur verið frammanund- an. Tað er hesum, vit mugu forða. Tí skulu tingmenn tvingast til at brúka tingið sum karm um eitt framhaldandi samfelagsligt orða- skifti — ikki bert um fiskivinnu, men um alskyns mál, tað verið seg frá ungdómsspurningum til eldra- umsorg. TAÐ var tí eisini ógvuliga malpla- serað, tá ein av fremstu tingmonn- um javnaðarfloksins undir viðgerð- ini av fíggjarlógini førdi fram, at blødini, og her meinti hann við Dag- blaðið og Sosialin, áttu at tagt sum mest fyri at geva landsstýrinum ar- beiðsfrið. Hetta var rong tala og taka vit ikki undir við henni. Blødini øll eiga at vera krittisk til eitthvert landsstýri og til allar samfelags- spurningar. Hetta átti at verið sjálv náttúran hjá øllum fjølmiðlum. Men at tingmenn í samgonguni brúka eitt ávíst blað sum forum fyri at stinga knívin í ryggin á sínum sam- gongufeløgum, tað er so ein heilt annar spurningur. BÆÐI fjølmiðlarnir og tingið eiga at vera við til at menna orðaskiftið. Hetta má og skal vera leiðin fram. Tí var tað gott, at sjálvstýrisflokkur- in fekk hetta áhugaverda kjakið í gongd um týdningin at halda aðal- orðaskifti um ymisk mál. Flokkurin hevur okkara fullu undirtøku fyri tí sjónarmiðinum. aw NY R e V N 2 50 va Hvor verður borgarstjóri Ungdóms- Í Dimmu í gjár skrivar Poul Kjartan Bærentsen, skúlastjóri, um ungdóms- útbúgvingar á vinnuliga ekinum. Hann skrivar m.a.: »Einaferd var talan um, at dagføringin av vinnu- kvsútbúgvingunum I Feroyum skuldi byrja í august 1992, innan tøkni í ellum føri. Men hut dråla so leingi vid nøkr- um gagnligum og neydugum, tå id pening- urin fé er tok ir, soleiðis sum etlanin avtaiunt fra mars 1987 Landsskulafyrisiting- in hevur nu gjørt eitt ålit til Landsstyrid vid ein- um uppskoti um eina »Utbugvingarskipan innan tøkni«. Tað er í letuni til viðgerðar í ein- um skjóttvirkandi ar- beiðsbólki við umboðum frá læruráði, handverki og tekniskúla. Uppskot- ið frá LSF er ábending um partar av donsku lógnir nr. 211. Uppskotið frá LSF eigur at verða heilsað vælkomið: Tað er higar- til einasta royndin frá feroyskari síðu at gera nakað itøkiligt í málin- um. Kundi nú hetta upp- skotið gjørt sítt til, at tann arbeiðsbólkurin, sum landsstýriskonan í skúlamálum hevur sett til viðgerðar av tí, kemur til ta nidurstødu, at tað einasta rætta er at gera eina lóg til samtyktar á Legtingi, ið er tann danska lógin nr. 211 við feroyskair tillaging, uppskotið havt tænt einum góðum enda- mal. Tad vil vera nógu lætt- ari og einfaldari at um- sita og endurnýggja lóg- gávuna á økinum, um hon er tann sama sum í Danmark. Hugsa bara um allar tær kunngerðir og øll tey rundfarar- skriv, ið vilja fylgja í kjalarverrinum á íkkum lógum. Og um alt frá- lærutilfarið, sum stød- ugt skal verða endur nyggjad«. Greinskrivarin ivast onga løtu i, at tað vil vera nógv lættari og einfaldari at umsita og endurnýggja lóggávuna á økinum, um hon er tann sama sum í Danmark. Hann vísir á, at tað eru tey vinnuligu framtíðarkorini hjá teim- um undir útbúgving, tað snýr seg um, og sigur, at eingin grund er til at spilla tíð og kreftir uppá av- byrging av føroyskum ungdómsútbúgvingum frá umheiminum, men at vit eiga at samskipa skúlapartin og praktikk- ina á besta hátt eitt nú við at taka ein part her og ein í Danmark t.d. Greinskrivarin nemur her við ein álvarsspurn- ing, sum vit áttu at fingið meira fram í kjakið her heima. Arbeiðsloysið kann koma at raka júst okkara samfelag serliga meint, tí vit eru so fá og harvið so viðkvom fyri á- virkan. Vandi er fyri, at ungdómurin verður heilt sleptur upp á fjall, um ikki útbúgving, lærupláss og arbeiði er til hansara. Her mugu ell góð og positiv sjónarmið á borðið. Vit mugu og skulu til at venda áhuga okkara móti teimum ungu, og tað vit hava brúk fyri er, at fólk sum Poul Kjartan Bæ- rentsen 0.0. leggja fyri í blødunum. So halt fram og vónandi tríva onnur eisini í pennin. Landsstýris- kvinnan í skúlamálum hevur boðað frá einum aðalorðaskifti um skúla og undirvísing, so slík grein er gott íkast til hetta orða- skiftið. Sjálvandi eiga vit at laga útbúgvingar og tilfar til feroysk viðurskifti. Men spurningurin er so, hvat vit hava orku og ráð till. Hvussu nógv vit megna her og nú. Eitt er at hava eina stevnu, men vit megu eisini vera real- istisk. Ti eiga umreddu sjónarmið eisini at vera natúrligur partur av orða- skiftinum. Og tí eiga vit eisini at vera opin fyri sjónarmiðum sum hesum í Dimmalætting. Herfyri kunngjørdi Poul Michelsen, borgarstjóri, í Sosialinum, at hann fer frá sum borgar- stjóri í hesum árinum. Hann vildi tó ikki siga nakað um, hver eftir- maður/kona hansara verður ella hvat starv hann sjálvur fer í. Onkur vil vera við, at Poul roynir at sleppa framat í Tinganesi og har gera brúk av royndum sínum í bý- ráðnum. So seint sum í gjár endurtekur Dimmalætting hesa giting. Eitt er tað, hvar Poul endar. Ann- að er, hver kemur í hansara stað í býráð- num. Her tykist tað vera rættuligt stríð millum fólkafloks- menn/kvinnur um borgarstjórasessin. Poul skal sjálvur hava peikað á Jan Christi- ansen, meðan Páll Petersen sigst halda seg hava fyrsta rætt, nú hann fekk næst- flestar atkveður til bý- ráðsvalið. Katrin Dahl og Arnstein Niclasen liggja so eisini fram- við. Sum skilst á leysatíðindum hava ell fólkafloksumboðini ynski um at taka við eftir Poul, men har skal so bara vera ein borgarstjóri. Spurn- ingurin er so, um fólkaflokkurin fer í tvíningar og vit tá fáa ein heilt annan borgar- stjóra, ja, kanska ein javnaðarmann, ein tjóðveldismann ella hver veit, eina sam- bandskonu. Eingin sigur, at tað ikki ber til at gera nýggjan meiriluta í býráðnum. Hetta eru alt bert git- ingar, men okkurt er um onkra av teimum. el