Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 183 — 4. oktober 1991 tiAinde AA -ti hetta er ein heilt greid kommunal uppgåva. Tað er ikki av tilvild, at býráðið bjóðar skrivarunum nýtt starv júst á Líkningar- deildini, siga góðar keldur Fíggjarnevndin hjá Tórs- havnar Kommunu tykist at standa ógvuliga einsamøll í stóðu síni at siga skrivarunum við komm- unalu skúlnum í Havn upp. I samtyktini í Fíggjar- nevndini 11. juli verður sagt, at kommunan miðar ímóti at niðurleggja skriv- arastørvini, tí tey koma undir Landsskúlafyritisin- gina. Men her man Fíggjar- nevndin ikki hava hugsað um, at á Landsskúlafyri- sitingini ræður Fíggjar- nevndin hjá Tórshavnar Býráð ikki. Býráðið aftur sum av torvheiðum Mikudagin var fundur á Landsskúlafyrisitingini um skrivarastørvini á komm- unalu skúlunum í Havn. Býráðið hevði biðið um fundin, og umframt umboð fyri landsskúlafyritisingina og býráðið, vóru eisini skúlastjórarnir við á fund- inum. Býráðið heveur áður mælt til at leggja skrivara- størvini undir Landsskúla- fyrisitingini, soleiðis at hon skuldi bera kostnaðin, og ikki býráðið, og tað var júst hetta, fundurin snúði seg um. Men hesum kom býráðið ikki langt við. Hensar Ellingsgaard, landsskúlastjóri sigur, at býráðið fekk greitt at vita, at skrivarastørvini á kommunalu skúlanum, eru ein kommunal uppgáva, og at landsskúlafyrisitingin hvørki hevur heimild ella pengar at taka hesa nýggju uppgávu á seg. Talan er um eina tænastu, sum kommunan eigur at veita sínum borgarum. Hensar Ellingsgaard sigur, at hann mælti býráðsumboðunum til at tosa seg til rættis við skúlastjórarnar um hetta mál. Skúlaráðið vil ikki niðurleggja størvini Skúlaráðið er heldur ikki samd við Figgjarnevndina, Kommunuskúlin er hart kroystur av serjingunum hjá býráðnum. Mynd: Kalmar og á fundi 19. september hevði skúlaráðið málið um skrivararnar á skúlunum til viðgerðar. Har samtykti skúlaráðið eina tilráðing la Ingun Absalonsen, skrivari í Santa Frants Skúla hevur, eins og hinir skrivararnir, úr at gera. Mynd: Kalmar sum sigur, at skúlaráðið heldur skrivarastarvið vera so umráðandi fyri dagligu umsitingina og leiðsluna á teimum stóru skúlunum í Landsskúlafyrisitingin vil ikki hava skrivararnar kommununi, at tað heitir á skúlamyndugleikarnar um at finna útvegir fyri, at hesi stórv kunnu varðveitast. Umframt at skúlaráðið mótmælir at skrivarastørv- ini verða nidurløgd, hava - skúlastjórarnir eisini latið hoyrt frá sær. Teir hava víst á, hvgrjar uppgávur skrivararnir hava, og mæla ålvarsliga frå, at hesi størv verda nidurløgd. Samtyktin stendur vid Samtyktin hjå Figgjar- nevndini stendur sjålvandi vid til hon er avtikin. Hon var í tveimum pørtum. At skrivararnir skuldu sigast upp, ella at Landsskúla- fyrisitingin skuldi gjalda fyri teir. Hetta seinra vil Lands- skúlafyrisitingin ikki, og nú stendur bert samtyktin um uppsøgnina eftir. Enn eru skrivararnir tó ikki uppsagdir. Teimum hevur staðið í boði annað starv - á Líkningardeildini, men okkum kunnugt hevur bert ein av skrivarunum søkt, hóast umsóknar- freistin var úti 23. september Neyvan av tilvild At býráðið vildi slúsa skrivararnar á skúlunum inn á júst Líningardeildini, verður av mongum ikki hildið at vera av berari til- vild. Tað hevur fyrr verið uppá tal, at býráðið vildi sleppa sær av við Líkning- ardeildina, og fáa hana lagda undir Líkningarráð- ið, sum aftur er undir land- inum. Eydnaðist tað nú, at fáa skúlaskrivararnar inn á Líkningardeildina, og eydnaðist so aftur hin parturin av ætlanini, at fáa Líkningardeildina undir landið, ja so eru lønirnar spardar. Lítið skil í At hesar gitingar ikki munnu vera so langt av leið, hava vit fingið greiðar ábendingar frá skattakgn- um. Hesar keldur siga, at tað skattaumsitingini tørvar, eru fólk vid hollum roynd- um innan skattamál. Keld- urnar siga, at sjálvandi kunnu eisini hesir skrivarar lærast at arbeiði við skatti, men at flyta hesi fólk úr skrivarastarvi og beint á skattadeildina undrar skattakøn. Bæði skattakøn og keldur, sum standa býar- umsitingini ógvuliga nær ivast ikki eina løtu i, at her býr nakað heilt annað undir at bert tað, at flyta fólk úr einum starvi í annað. tór.-