Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 61 - 28. mars 2003 Nr. 61 - 28. mars 2003 21 Kollveltandi broytingar í Club 20 Í diskotek Club 20 hevur verið øgilig rokan seinastu dag- arnar. Arbeitt hevur verið av øllum alvi, at fáa hølini klár nú stórar og umfatandi umbyggingar eru gjørdar. Millum annað er diskotekið vorðið til eitt gott live-stað og fer tað í framtíðini at gera nógv burturúr livandi tónleikinum UMBYGGING Ingrid Bjarnastein Rokan hevur verið í innasta horninum í klubbagarðin- um seinastu dagarnar. Diskotek Club 20 hevur nevniliga gjørt stórar og umfatandi umbyggingar í hølunum, og kunnu kund- arnir nú vænta sær eitt heilt øðrvísi diskotek og eitt spildurnýtt live-stað. Alt í einum. – Vit hava bygt nýggjar møblar og fingið sofasett uppi á. Nakrir veggir eru tiknir niður, og ein stórur nýggjur pallur er gjørdur, so nú hava vit gott pláss til livandi tónleik, sigur Petur Olsen, sum sjálvur annar eigur og rekur Club 20. Pallurin er 1,90 metrar yvir áhoyrarunum. 12 nýggir ljósprojektørar eru keyptir, og er eitt spildur- nýtt anlegg keypt, sum skal bara brúkast til tann livandi tónleikin. – Hetta er tað størsta tónleikaanleggið í Føroy- um. Nú hava vit eitt til plátuvendaran og eitt til tann livandi tónleikin. Vit hava fáa professionella hjálp til ljóðið inni í hølun- um. Jóhannus Steingrund, sum hevur tikið sær av ljóð- viðurskiftunum í Mentan- arhúsunum í Fuglafirði, kemur at hjálpa okkum við tí, greiðir Petur Olsen frá. Stórskíggjar Sum nakað serligt, so koma hátalararnir at hanga uppi- yvir øllum fólkunum. Hetta fyri, at ljóðið skal vera so gott sum møguligt. – Vit hava valt at gera tað á hendan hátt, tí tá hátal- ararnir standa ov lágt, so skal ljóðið ígjøgnum kroppar og møblar áðrenn tað kemur fram. Nú kemur tað beinleiðis í oyruni á tey, ið lurta, fortelur diskotek- eigarin. Nú verður ein roynd við livandi tónleiki koyrd í eina tíð. Og gongst alt eftir ætl- an, verður hetta ein fastur táttur í Club 20. Hetta merkir tó ikki, at diskoteki fer í søguna. Ætlanin er, at diskotek og livandi tónleik- ur skulu blandast saman, soleiðis, at tað verður pláss fyri báðum – nakrar tímar hvør. – Kanska vit fara at lata uppaftur hóskvøld nú, og gera tað til eitt live-kvøld, sigur Petur Olsen. Club 20 hevur havt stongt hóskvøld nú tær seinastu 5-6 vikur- nar. Við pallin, sum er 1,9 metrar yvir áskoðarunum, eru eisini upptøkutól. Tey vísa so pallin og tónleikar- arnar aftur á stórskíggja niðri í salinum, so øll, sum eru inni kunnu síggja, hvat gongur fyri seg á pallinum. Harafturat er ætlanin at fáa samband niður til tað stóra sjónvarpið sum stendur niðri undir, so tað eisini kann vísast har niðri. Umframt at hava gjørt hesar umfatandi umbygg- ingarnar uppiá, so eru wc´ini eisini gjørd í stand. Ein wc-kumma er komin afturat inni hjá konufólkun- um, og annars eru tey sum heild »shinað« upp. – Hetta hevur verið kost- naðarmikið, men ikki meira enn prísurin eigur at vera, tá man skal vera best, sigur Petur Olsen, sum ásannar, at kappingin er vorðin harðari og meira. Í og við, at Club 20 fer at vera live-stað burturav, so verður nú eisini strembað eftir at fáa miðalaldurin eitt sindur upp. – Club 20 hevur altíð ver- ið fyri øll, men við tí rætta livandi tónleikinum og tí rætta plátuvendaranum, so kunnu vit kanska fáa mið- alaldurin eitt sindur upp. Sitipláss eru til heili 150 fólk, og hølini eru stór og rúmlig, so hetta man uttan iva vera eitt tað størsta dansistaðið í landinum. Um vikuskiftið verður fýra ára føðingardagur í Club 20. Partafelagið, sum eigur Club 20, varð stovnað í 1999, og tí verður nógv gjørt burturúr um vikuskift- ið. Fríggjakvøldið verður Jens Marni Band at hoyra og leygarkvøldið verður Prix-bólkurin Déja Vu, umframt, at tað sjálvsagt eisini verður diskotek. Eigarmaðurin lovar eisini nógv góð tilboð í barrini til teirra, ið leita sær oman í Club 20. Tey byggja um av øllum alvi niðri í Club 20. Ætlanin er at lata uppaftur í kvøld, fríggjakvøld, við einum braki Mynd: Jens Kr. Vang Sløk 80.000 fólk vitjaðu bókasøvnini Smábørnunum dám- ar helst Pippi, tey størru lesa Harry Potter, meðan tey vaksnu læna koyri- bókina og føroyskar skaldsøgur. Bóka- søvnini í Tórshavnar kommunu hava gjørt upp hagtølini fyri árið, íð fór BÓKASAVN Bókasøvnini í Tórshavnar kommunu 78.867 børn og vaksin vitjaðu Býarbókasavnið í 2002, tað er í miðal um dagin 266 og um tíman 24 fólk. 9.624 fólk hava lán- arakort til bókasavnið. 67.858 bøkur hevur Bý- arbókasavnið lænt út í 2002 til børnini og tey vaksnu. Útlánið hjá bókasavnin- um í Kollafirði er 1135 bøkur. Bókasavnið er fólka- og skúlabókasavn. Skúla- bókasøvnini í Havn hava lænt út 68.061 bøkur. 7 skúlabókasøvn eru í Tórs- havnar kommunu. Tey mongu vitjandi og tey stóru útlánini vísa, at bókasøvnini og skúlabóka- søvnini í kommununi verða brúkt, og hetta staðfestir, at tørvur er á bókasøvnum. Á Býarbókasavninum verður lesistovan við før- oyskum og útlendskum bløðum og tíðarritum dag- liga nógv vitjað. Internetið verður nógv brúkt. Bókasavnið hevur tvær teldur til internet- nýtslu. Internettænastan er enn rættiliga nýggj, og hon er sera vælumtókt. Á barnabókasavnið koma foreldur, dagrøktarmamm- ur og dagstovnar við smá- børnum. Skúlaflokkar vitja og stór børn koma av sínum eintingum. Á barnabókasavnininum eru tvær spæliteldur, sum serliga tey yngru børnini nýta. Hugnaløtur eru á barna- bókasavninum fyri jól, fastalávint og páskirnar, har børnini gera pynt, sum tey kunnu taka heim við. Hesi tiltøkini eru serliga ætlað børnum undir skúlaaaldur. Mest læntar bøkur í 2002 Kennir tú Pippi Langsokk er tann bókin, sum smábørnini helst vilja lesa ella lurta eftir, harnæst koma bøkurnar Pippi heldur føðingardag og Góða nátt, Álvur. Tey stóru børnini hava mest lisið Harry Potter bøk urnar, tær tríggjar fyrstu, sum eru komnar á føroyskum. Tær 10 barnabøkurnar, sum hava verið mest læntar, eru á føroyskum, so sigast kann, at tað ger mun, at so nógvar føroyskar barna- bøkur eru komnar út tey seinastu árini. Verður hugt eftir, hvørjar bøkur vaksin læna, so er Koyribókin tann mest út- lænta yrkisbókin, harnæst kemur Hvad kan jeg blive. Mest útlæntu skaldsøgur- nar eru Blíð er summar- náttin á Føroyalandi og Tá ið eg havi málað summar- húsið. Bøkurnar Gráur oktober, Hobbin og Anna Frank-dag- bókin eru eisini vælumtókt- ar. Eins og børnunum dámar teimum vaksnu væl før- oyskar bøkur. Av teimum 10 mest útlæntu bókunum eru 8 á føroyskum. Bókasavnið eigur ljóðbøk- ur á føroyskum og á donsk- um. Rættiliga fitt er komið út á føroyskum tey seinastu árini og nógv verður spurt eftir teimum føroysku ljóðbókunum. Ein listi yvir allar ljóðbøkurnar er nýliga gjørdur. Listin fæst á bókasavninum, eisini ber til at ringja og vit senda listan. Meira er at lesa um Býar- bókasavnið á heimasíðuni: www.byarbok.fo. Kennir tú Pippi Langsokk er tann bókin, sum smábørnini helst vilja lesa ella lurta eftir, harnæst koma bøkurnar Pippi heldur føðingardag og Góða nátt, Álvur C M Y K 21 20