Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sí NÝT OG BEDRAG »Tu skalt ikki ligva, men tað er ikki alt, tu skalt siga«. (citat: Birgir Danielsen) Hu singar um hendingar í sambandi við tvingsilssøluna av kipi. i pressuábyrgd og etik. im skaðaskriving og demagogik. m bankamoral og umvegis stýring. rkisreiðarar og dupultmoral. m stjóraskúling tvørtur um lond. um u-landastatus í fimtingsøld g um hvussu tað, hjá landsins skuggastjórn, hevur eydnast, eftir 212 ári at »ræna« uml. tvær vóru avreidd m.ø. fyrrverandi arbeiðsgevarum hjá teimum báð- um fiskasolustjórunum (ti tekniska og ti administrativa) ið tóku við leiðsluni í Føroya Fiskasølu fyri skjótt 22 árum síðani. mill. tons*, ið * Um hesi ráfiskatons (saml. foroyska resoursuavkastið í fimtingseld) er at siga, at hesi vórðu avreidd til í mestan mun tær multinational fyritøkurnar, eftir at alt tað, sum hesar tær sterstu ikki skoyttu um, var skorið frá, so sum: ryggur, uggar, hevd, stertur, fjaðrar, bein, sandmaðkar og aðrir parasittar, fyri ikki at gloyma innvelir, slógv etc. etc.; alt hetta sum her heima er vorðið til ein umhvervistrupulleika, ið vit neyvan fara at vinna á, serliga tá tað snýr seg um økologisku ójavnarnar sum t.d. avtoftingin — ella býtið — ið er farið (og fer) fram í okkara fuglabjørgum og lundalandi, har alt eftirhondini er av- tikið av havhesti og rottum, har náttúrligi búfuglurin hevur verið við undir- lutan, tí at vit við 15/20 mill. kg. av slógvi fóru í part við einum (í ávísan mun) fremmandum fugli, havhestinum. At brúka alment stuðlaðu dagbleðini til manipula- tión, indoktrinering og beinleiðis villleiðingar av almenninginum er sera grovt og átti at verið strafbært, um somu tíð sum tað á ein ella annan hátt skuldi verið gjørligt at drigið tann persónin á Dagblaðnum, sum mis- kunnarleyst kappaði hevdið av Martini Djur- huus og hansara húski, um somu tíð sum hesin maður, hansara kona og børn vóru roynd gjørd til samfelagsfíggindar av ringasta slag. So er tað ovboðið, at eitt føroyskt tidindablad, hvørs figgjarliga undirlag partvist stavar frå al- mennum fæ, letur seg brúka sum amboð hjá dubiøsum kreftum í holt við at leggja síðstu hond á hetta, sum av útlending- um nú verður kallað heim- sins uppá seg stersta og best kamofleraða rán. Tað, sum her verður sip- að til, er skrivingin í blað- num Sosialinum í september mánaða um Fugltúgvuna, nýggjasta línuskipið í føroyska flot- anum, undirskrivað ówh. Í fyrru greinini verður uttan at vísa til nakra keldu »stadfest«, at skipið er minst 10 mill. krónur ov dýrt, og at teir, ið fíggjað hava skipið, fara ikki at fáa eitt klovið oyra aftur- goldið — —. Víst verður til, at útrokningar?? sýna, at skal skipið bera seg, so skal keypsprísurin liggja á um 7 mill. krónur. Ikki eiti á — gloypubiti, 10 mill. ov dýrt og so ikki klovið oyra til teir, ið hava lagt peningin út. Við einum pennastroki tekur man og sorlar sund- ur fleiri ára arbeiði um somu tíð sum hartvunnin positiv umtala, verður feiað av borðinum við ein- um effektivum punktum. Longu sama dag — um kveldið tann 5. sept. kendu vit sviðan og fingu av at vita — annað av teimum feløgunum, vit ar- beiða fyri, gjørdi okkum greitt, at vit skuldu ikki halda fram at arbeiða teirra vegna. Eg mátti skilja, at teir sjálvandi vóru leysir av ellum. Nakað demi um hesar útrokningar hevur blaðið kortini ikki tikið við, men spurt eigur at verða, hvat ið tað eru fyri fiskaprísur, hesar útrokningar hava sítt útgangssteði í. Sjálv- ur havi eg síðani Fugl- túgvan fór í rakstur biðið um at sleppa at síggja rakstrarroknskapirnar fyri skipið, men hetta hev- ur ikki kunnað latið seg gjert higartil. Orsekin til at eg havi havt áhuga fyri, serliga, utreidslutølunum hjá Fugltúgvuni, er fyri at kunna samanbera faktisk tel við roknað tel í sam- bandi við gerð av so álít- andi rakstrarætlanum sum til ber. Men av tí at hetta er vorðið sýtt mær, so hevði sjálvandi verið nærliggjandi eisini at hugt eftir, um nú rokn- skapartølini eru so »fak- tisk«. Ti tað er heilt týðu- ligt, at tað rakstrar- og statsbudget, sum í '87-88 útloysti eina ta fínastu fígging, nakað skip hevur fingið her á landi, hetta má vera so langt av leið, at spurningar eiga at verða settir í hesum sam- bandi. Í hvenn mun og hvar er tað roknad/ og ella mett skeivt? Hesir spurn- ingar eru ikki longur bara av áhuga fyri undirritaða, men hava nú stersta al- menna áhuga, skipið var nevniliga lýst at fara á tvang, og í somu letu, hamarin fall, fullu eisini útvið 5 mill. kr., ið eru tiknar inn í skatti, tolli og avgjøldum, til útgjalding- ar til tann, ið hevur fingið landskassaveðhaldið til- skrivað (í '87-88 20% av metingarvirðinum). Er tað gongdin úti á grunnunum, ið er orsøkin til at man í eðrum stjórn- arblaðnum slær fast, at eitt skipaprojekt er so út av lagi, sum í hesum ferin- um, einar 10 mill. kr. ov Í Sosialinum í dag byrja hugleiðingar eftir John Smith um spurningar, sum hava ið okkara høvuds- vinnu at gera. John Smith kallar sínar hugleiðingar "Snyt og DEedrag . dyrt, ella dupult so dyrt sum grundarlag tykist hava verið fyri? Ella er tað reiðaríið, sum ikki hevur gjørt sínar skyldur, tá tað hevur snúð seg um at tryggja skipin- um best meguligar inn- tekur av tess rakstri. Hev- ur tað verið skipsins áhugamál, ið reiðaríið (stjórn/ nevnd) hava rekt, ella eru tað onnur áhuga- mál, t.d. áhugamálini hjá flakavirkinum Nordis á Eidi og/ella Vadhorn å Skåla, fyri ikki at tala um tann skipaflota, id knytt- ur er at hesum virkjum: tekniskt og figgjarligt fullkomiliga niðurkoyrd skip, ið áttu at verðið hegd upp fyri nógvum ár- um síðani? Eg bara spyrji. Eitt er so vist, og tað er, at partafelagið Progratek við John Smith, ið hevur havt hevuðsábyrgdina av teirri teknisku síðuni av m/s Fugltúgvuni og m/s Saturn III, fær ikki eftir hetta í uppdrag at standa fyri bygging av fleiri Fugltúgvum ella líknandi skipum, ikki uttan so, at Sosialurin annaðhvert frí- villuga ella við dómi fæst at taka aftur hesar sínar pástandir, ið tykjast tikn- ir úr einum tómum høvdi. Í Sosialinum tann 5. september '91 verður m.a. sagt: „eitt rakstrarundir- skot uppá slaka millión í '90 áðrenn rentur og av- dråttir«. »Ongin av lånveitarun- um fer at fáa klovið oyra«. Sjóvinnubankin fær kortini sítt: landskassin veðheldur!! Skipið sigst í dag standa í 18-19 mill. og ein útrokning??? vísir, at skal skipið bera seg, so skal keypsprísurin liggja á uml. 7 mill. kr. Tað mest áhugaverda kanska er tá tað verður sagt, at Sjó- vinnubankin hevur givið tilsøgn um fígging at keypa skipið aftur og at tað er arbeiðsmannafelag- ið á Eiði og Eiðis komm- una, ið eru sinnað at keypa. Hetta kundi týtt uppá, at segan er við at endurtaka seg, tí hetta síðsta brotið í Sosialinum tann 5. september kann eisini lesast soleiðis, at ar- beiðsmannafelagið á Eiði og Eiðis kommuna fara at seta seg fyri nýggjum partapeningi og av nógv sterri týdningi: fara at veita sjóvinnubankanum eitt nýtt alment og eitt nýtt hálvalment veðhald, eftir at bankin tann 24. í hesum, tá hamarin var fallin í Dómhúsinum í Tórshavn; útloysti tær út- við 5 mill. úr landskassan- um, ið tykjast at hava ver- ið hovuðssiktið og eyðsýn- liga orsekin til hesa bankafyriskipaðu tving- silsselu. Herumframt fer kanska eisini tað at henda, at Sjóvinnubankin framyvir tryggjar sær fullu rentuinntekurnar av einari skipafigging bert helvtina til støddar, av tí Skipskreditfondurin i dag stendur fyri, men til ein rentukostnað lika so stør- an ella kanska størri, enn Skipskreditfondsins rentukostnadur er tad i dag. 22 ella 4% pro anno, mótvegis foroyskum bankum, har ein rentu- satsur uppá 8% man fara at vera eitt einsamalt und- antak. Er hetta frá betrivitandi keldu, at blaðið hevur hesi óferu og ikki sørt sensa- tionellu tíðindi og hesar pástandir? Ella er tað eitt av hesum fullkomuliga blástu, totaltforstokkaðu hevdunum, ið róta runt meira og minni í erviti norðuri á Eiði, settir sum stjórar og leiðarar av teimum, sum reelt tykjast reka vinnuvirksemi eftir reyv har norðuri, nevni- liga partafelagið Sjó- vinnubankin saman við sínum stersta partaeigara L/f Feroya Fiskaselu. Hesar fyritøkur, onnur hevuðsbanki høvudsvinn- unnar og so framleiðslu- og selumonopolið á Skans- Nr. 184 — 5. oktober 1991 anum, ið hevur og hevði ein ovasta leiðara, ið kom frá, og varð klæktur av multinationalu stórfyri- tekuni Nestle á Imede- skúlanum í Sveits. Um tí- líka útbúgving av leiðar- um innan tær multinatio- nalu fyritøkurnar, varð í BBC av einari pressutals- kvinnu fyri stuttum sagt soleiðis: Okkara mál er, at ert tú einaferð útbúgvin og vorðin leiðari, (stjóri) innan hesar multinatio- nalu fyritøkur, skalt tú virka fyri áhugamálum teirra multinationalu, ikki bara meðan tú hevur status av stjóra í sjálvari fyritøkuni, men útbúgv- ingin hevur sum aðalmál at tú alla tína karrieru (eis- ini uttanfyri fyritøkuna) virkar fyri áhugamálum teirra multinationalu. Er hetta demi um slíkt? Tí var tað ikki nettup ein maður við tílíkari út- búgving, sum í 1969 og eitt hálvt — 01.07.69 — tók við teirri suverenu stýringini av at kalla øll- um tí føroyska búskapin- um, ein skipan, ið eftir fá- um árum fekk heitið pri- vatkommunistiskur plan- búskapur. Ein skipan, sum endaði við at drena 4 milliard krónur um árið burtur úr landsins borgar- um, ella umleið 11 mia. kr., skrivar ellivu milliard- ir krónur, í '89-krónum. Urmælingur, sum eisini virtuost hevur megnað at reka so væl og so meint, at honum hesi somu gott 20 ár hevur eydnast at tví- halda sítt búskaparliga kverkratak um feroyskar politikarar, so dyggiliga, at hesir fingust at lóggeva á ein so eminentan máta, at føroyskir skattgjaldar- ar, øll hesi år, yvir skatta- og fíggjarlóg hava verið bukadir at gjalda hesar milliardir í beinleiðis eks- port stuðuli til tryggjan =>