Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Listin og fjøl- miðlarnir NÚ veturin nærkast, er út- varpið farið undir vetrar- skránna og sigast má, at hon er fjølbroytt og åhugaverd. Millum tær áhugaverdu send- ingarnar er mentanartátturin, har útvarpsmaðurin tosað við føroyskar rithøvundar. Hetta er ein sera kærkomin og góð- ur táttur. HESAFERÐ var tað ein av okkara heldur nýggju rithøv- undum, sum vitjaðu í Sortu- dyki, Oddvør Johansen. Tað var sonn frægd at lurta eftir hesi so hjartaligu, skilagóðu og ærligu listakvinnuni. Eitt er hennara lætta og góða mál. Annað er boðskapurin í tí hon hevur at bera fram. Har kom so mangt gott frá henn- ara munni, at vit fara at dvølja við nakað av tí her og taka tað framaftur. SERLIGA legi tú merki til hennara alsk til føroyskan ungdém. Ja, her hitti tå eina kvinnu, sum virdi og så upp til tey ungu, ein rithøvunda, sum ikki langaði út eftir teim- um, men heldur vísti á, Vit og russar Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith hvussu nógv gott er at finna hjá ungdóminum. Hon rósti ungdóminum og helt fyri, at hann nokk skal klára seg. Hon tosaði síðani um okkara forhold til pengar. At føroy- ingar máta alt í pengum. Fólk, sum tjena mest, verða mest vird osfr. Listamaðurin telist ikki millum hesi og verður tí ikki nógv virdur. Hon helt tó fyri, at listin er okkum ein góður stuðul, ikki minst í ring- um tíðum. HER finna vit nógvar sann- leikar, og vit síggja tí eisini, at ringu tíðirnar raka mest hesar tveir bólkarnar, tey ungu og listafólkini. Tey ungu verða hart rakt av arbeiðsloysinum. Hóast hesa sannroynd hava vit lyndi til at umrøda tey sum dovin og nyttuleys. Vit eiga tí at geva orðunum og skriving- ini hjá umrødda rithøvunda stórri gætur. Tey hava nakað at siga okkum øllum, nakað at læra okkum. Og tá talan er um støðuna hjá listafólki, so er greitt, at vit í vánaligum tíðum hava lyndi til fyrst og fremst at skerja har — á mentanargkinum. Slíkt er skeivur politikkur, tí kanska júst í ringum tíðum hava vit brúk fyri listini, og tað er tí Bústaður: Utgevari P/ Sosialurin Uppseting: Pif Sosiaturin Prent: Pif Pressan 1981 Telefon: umráðandi at geva okkara listafólki umstødur at virka undir. VANDI er nevniliga fyri — serliga í ringum tíðum — at vit gloyma týdningin, júst hesir báðir bólkar hava í sam- felagnum — tey ungu og so listafólkini. Sjálvsagt hevur tað tydning fyri okkum øll, at vit hava vinnutól og eina virkna vinnu. Men harvið mugu vit ikki undirmeta týdn- ingin, okkara uppvaksandi ungdómur hevur fyri framtíð- ar samfelagið — og harafturat listin og listafólkini. TAÐ er gott, at útvarpið tekur upp mentanarspurningar í sínum sendingum, tí í veru- leikanum er hetta annað enn mentan aleina. Tað snýr seg um lívið — um okkum sjálvi. Ti er tað so fløvandi at hoyra ein av okkara rithøvundum so ærliga og skilagott tosa um spurningar vit alt ov sjáld- an práta um. Eingin ivi er um, at fjølmiðlarnir hava stóran týdning fyri mentanina — hvussu hon verður varðveitt og ment. Her hava ikki minst útvarpið og sjónvarpið eina stóra ábyrgd. Tað hava blød- ini so sanniliga eisini, men málburður KÍ vann meistaraheit- Postadressa: Postsmoge 76 110 Tórshavn 14720 Argjavegur 26 Argir 11820 Telefax: umstødur teirra eru kanska ikki eins g6dar sum hjå teim- um almennu fjølmidlunum. Hetta skal ikki skiljast sum nøkur undanførsla fyri at gera ov lítið við mentanar- spurningar. FØROYSKU blgðini sum heild vísa mentanarspurning- um alt ov lítlan ans, og her ræður tí um at taka í egnan barm. Her liggja stórar upp- gávur fyri framman og bíða, og vónandi kunnu samrødur sum henda við Oddvør Jo- hansen í útvarpinum verða ein kveikjari — ein inspira- tiónskelda hjá blødunum at gera meira burtur úr hesum týðandi táttinum, sum listin og mentanin er fyri okkum øli. Fyri at siga tað bart út: handa samrødan var eitt plettskot, sum bæði útvarpið og listakvinnan eiga rós uppi- borið fyri. Hetta er mín sann bæði gott og relevant tilfar. Tað er okkara vón, at eisini vit, sum virka á blødunum, kunnu taka slíkar tættir upp í stórri mun enn higartil. Her liggur nógv á láni. Eitt frálíkt lesarabræv - hatta hjá Anfinni Skaale í blødunum leygardagin. Undir heitinum "Russiskir tjóvar?" trivur greinskriv- arin i sógurnar um russar, sum hava verid vid makrelskipunum á Nóls- oyarfirði og sum eisini hava verið í landi og har tikið lutir av ymsum slag. Lat okkum triva í okkurt brotið: "Eg veit væl, at tað hevur verið graml um, at russar hava gingið í havnargøtum við beri- posum, og tað sigst eis- ini, at teir onkuntíð hava smoygt okkurt nið- ur í hesar ólukkuposar, sum teir ikki hav goldið fyri. Um slíkt er hent - og tað er tað helstm - so er tað stuldur, men eg haldi, at vit áttu at hildið okkum ov góð til at dómt russar yvir ein kamb, um onkur teirra verður freistaður yvir evni. Sæddir við russ- iskum eygum liva vit føroyingar í slíkum yvir- flóðarsamfelagi, at hjá teimum er tað helst ringt at skilja, at vit skulu tað tað illla upp, um teir fáa sær eitt lítið sindur av ti, ið okkum stendur í boði." Greinskrivarin nemur her við sera viðkomandi spurningar, og er tað einki nýtt í tí, at vit føroyingar í stóran mun hava dømt allar russar yvir ein kamb út frá stýrisskipan teirra. Hvussu mong eru dømini ikki um rætt og slætt for- fylging av ósékum russ- um í okkara borgarligu og ultra høgravendu pressu. Vit minnast stórt uppsettu greinina í Dimmalætting á sinni um russar, sum sæddir vóru í einum haga dragsandi eftir seg undar- lig tól. Ein ill tunga, sum var kelda hjá blaðnum, vildi vera við, at her var talan um njósarnar og fíggindar, men tá tað kom ul stykkis, so visti tað seg, at nakrir russar høvdu vitjað inn á gólvið hjá einum vinsælum føroyingi. Og soleiðis kundi verið hildið fram at reksa upp óndsinnað álop og misteinkiliggeran av russum tey nógvu seinastu árini. Vit hava ikki talið á teimum mongu greinum í Dagblaðnum, har ósekir russiskir fiskimenn eru vornir forfylgdir. Um somu tíð sum okkara vinnuvirki, eitt nú skipa- smiðir, hava vunnið pen- ing burtur úr arbeiði fyri russar, so hava okkara borgarligu blød aftur og aftur sprænt út gitingar um hesi annars friðarligu fólk. Og tað løgna er, at tað er rættiliga góður gróðrarbotnur fyri slíkari forfylging og hetz millum mangar føroyingar. Jú vist, øll hava vit gott av at lesa umrødda lesarabræv. Tad var i Sosialinum og Dimmalætting leygardag- in. Ein fulltreffari. ið í fótbólti í ár og ynskja vit teimum hjartaliga tillukku. Sum áskoðarar og lurtarar fingu vit eitt sera spennandi og ríkt fótbóltsár og ikki minst eina frálíka finalu. Nú KÍ vann meistaraheitið hoyrdu vit formannin í fót- bóltssambandinum bæði í útvarpi og sjón- varpi koma við heldur løgnum úttalilsum. Fyrst segði hann, at mong Kl-hjørtu vóru í Havn og stuðlaðu HB og harnæst »vit hava ikki vunnið í 19 ára. Nú er tað so, at for- maðurin í fótbóltssam- bandinum er klaksvík- ingur, og skal hann sjálvandi hava loyvi at halda við KÍ og tala teirra sek sum privatpersónur. Men er tað rætt, at hann sum formaður í Fót- bóltssambandinum út- talar seg soleiðis! Eft- ir okkara hugsan hava fólk krav uppá at vita, nær hann úttalar seg sum Kf-ara og nær sum formaður í Fót- bóltssambandinum. Í hesum ferinum átti formaðurin í Fótbólts- sambandinum at vandað sær betur um orðini. — ———— 2;