Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 185 — 8. oktober 1991 Síða 13 Fróði frægastur! Svørt likasæla VB-Sumba 4-0 (0-0) 1-0 Jan Allan Miiller 2-0 Rúni Nolsøe 3-0 Egill Steintérsson 4-0) Bjartur Nolsøe Onga løtu var ivi um, hvønn veg ein møguligur sigur fór í Vági sunnudag- in, tá VB royndi at bjarga sær annadhvørt silvur ella bronsu. Men spurningurin, um tað yvirhøvur fór at verða sigur í Vági sunnudagin kravdi ein hálvleik at sodna, áðrenn svarið kom. Fróði tók bara alt Málverjin í Sumba-mál- inum, Fróði Mortensen, stóð nevniliga so væl í málinum, at vágbingar ikki fingu valuta fyri álop og skotroyndir. Um tað var á jørdini ella í luftini, royndir útifrá ella frá 5-metrinum, so hjålpti ikki: Fróði tók snøgt sagt alt, sum var at taka. Og tað var ikki so lítið. Hinvegin bendi tann greiða spælyvirvágin á, at VB mátti vinna dystin fyrr ella seinni, tí métstødan var lítil og at tað lutfalsliga var lætt hjá vágbingum at koma í skotmála hvgrja ferð. Hol á í seinnu helvt Hetta vísti seg eisini, tá seinni hálvleikur bert var fáar minuttir gamal. Tað var landsliðsframherjin Jan Allan Miller, sum setti hol á, tá hann var fríspældur og fekk hildið seg passaliga kaldan, tá Fróði kom ímóti. Tað sama fekk Rúni Nolsøe, tá hann løtu seinni varð fríur og avdriblaði Fróða til 2-0. Nú var hol komið á, og so fylgdu Egill Steintórs- son og Bjartur Nolsge honum á baki til 3-0 og 4- 0. Hóast 4-0 ikki er so lítil sigur — eftir einum hålv- leiki — var hann einki petti Ov stórur, so stór sum VB- yvirvágin var. Men vágbingar gjørdust Ov Stuttir, tå samanum kom, og hesaferð vórðu so eingi heiðursmerki til teirra. Kortini er ikki at falla í fátt, tí VB-hópurin er ungur og evnaríkur, so ikki skal undra, verður okkurt at heinta komandi ár. hj. Niður við manér MB-B68 1-1 (1-0) 1-0 Birgir Jørgensen 1-1 Ingmar Højgaard Seinnapartin leygardagin hittust tvey av teimum lið- unum, sum at kalla alla seinnu kappingarhelvt hava ligið í niðurflytingar- vanda. Ein munur var tó á lið- unum, og hann var, at MB longu var farið niður og at B68 longu hevði klárað skerini. At hesin munur var, sást tó ikki á liðnum, tí mið- vingar stríddust sum fyri lívinum fyri at fáa eitt gott úrslit, og leingi bendi eis- ini á, at teir skuldu vinna seinasta dystin í 1. deild á hesum sinni. Stríð um hvønn bólt Eingin bóltur varð slept- ur út úm síðu- ella bak- linju, uttan at roynt varð eftir honum, og ikki kom fyri heldur, at nakar tofta- maður hevði bóltin uttan at hann varð eltur av einum ella fleiri miðvingum. Agrytni gav eisini úrslit, tá tað longu tíðliga í fyrra hálvleiki eydnaðist Birgiri Jørgensen at leggja MB framum, tá hann hegnis- liga stútaði ein langan bólt upp um Kjartan Nesá. Í seinna hálvleiki kom eitt sindur av dramatikki í, tá Jan Petersen hjá B68 fekk reyða kortið frá dóm- aranum Sjúrði Norðbúð. Hendingin hevði ikki tað stóra uppá seg, hann smekkaði bóltin niður í vøllin, tá tað vísti seg, at eitt innkast varð dómt hin vegin. Og tá hann framm- anundan hevði gula kortið, sá dómarin seg noyddan at geva honum tað reyða hesaferð. Onkur helt, at nú fór Jógvan Norðbúð ikki at vera blíður við beiggjan, nú hann íkki sleppur at hava Jan Petersen við í fyrsta dystinum komandi ár. Tíggju móti ellivu Men hóast toftamenn nú spældu við tíggju monn- um, so sá ikki út til, at teir gjørdust nógv verri fyri av tí. Og tá dysturin var komin út í ta tíðina, dómarin hevði lagt aftrat, eydnaðist Ingmar Højgaard at stúta bóltin í netið eftir horna, so endaliga úrslitið gjørdist javnleik 1-1. Sostatt kundu toftamenn vera nøgdir við annað stigið, meðan miðvingar góvu til kennar, at teir ætla sær uppaftur, sum teir nú fóru úr 1. deild við manér. hj. Royn vann stórsigur Undan útidystinum móti Royn leygardagin var longu greitt, at gótumenn ikki meira fóru at finnast í 2. deild komandi ár, og ti mundi tað heldur ikki vera tað sterkasta liðið, ið varð sent suður á Sevmyri at meta hvalbingum. Hinvegin kundu hvalb- ingar halda lív í bronsu- dreyminum, vunnu teir stórt og Skála tapti móti Streymi. Tað fyrra — at vinna stórt — kundu hvalbingar sjálvir hava sína ávirkan á, og tað gjørdu teir so sanniliga eisini. Ikki minni enn 7-1 gjørdist úrslitið, so teir fingu heyja seg av nýggj- um eftir eitt líknandi tap móti leirvíkingum fyri viku síðani — 8-0 ul LÍF. Á liðnum hjá hvalbing- um skutu Ingi Mortensen og spælandi venjarin Lynge Nielsen hvør síni tvey mál, meðan Eyðun Lisberg, Herman Olsen og Oli Jensen skutu hvør sítt. Málið fyri GÍ skjeyt Jógvan Gregersen. Hetta kappingarårid hevur GÍ mestapartin ligið í niðaru helvt, men hampuliga trygt í miðjuni, meðan Royn at kalla alla tíðina hevur verið millum tey tvey og trý liðini, sum hava kappast um at fylgja B71 upp. Nú gjørdist tað tó at ongum, hóast Royn í hesum árinum hevur havt fleiri góð úrslit móti hin- um topp-liðunum. hj. NSÍ-TB 1-2 (0-2) 0-1 Petur Oluf Joensen 0-2 Óli Johannesen 1-2 Eyðun Gaardbo At dysturin i Runavik leygardagin millum NSI og TB var ein dystur, ið ikki hevði týdning á niður- flyting ella heiðursmerki, sást best á tí svartklædda manninum og linjuverjum hansara. Allan dystin ígjógnum var talan um ivandi og høvudleysa døming, sum í løtum var um at oyðileggja tann frammanundan rættiliga tama dystin. Men tíbetur lótu liðini ikki hetta ávirka tey í slík- an mun, at tey lótu seg draga so langt niður. Tí dømingin gekk útyvir báð- ar partar. TB var betra liðið í fyrra hálvleiki, og við eitt sindur meira hepni kundi eydnast at sloppið sær longur framum enn bert tey bæði málini. Til dømis vóru TB'arar einar tvær ferðir púra leysir við landsliðsmálverjanum, sum tó í hesum stødunum greiddi sínar skyldur. Dómarin hugdi ikki Fyrra TB-málið var ein rein forering í NSI- verjuni, ið stóð hendur í favn, meðan bólturin slapp allan vegin ígjógnum hana til Petur Oluf Joensen, sum umringaður sendi bóltin í netið. Hinvegin var seinna málið alla átalu vert, tá Óli Johannesen slapp at leggja sær bóltin til rættis við hondini og fara igjøgnum eina standandi NSI-verju, ið rópti um fríspark, sum eisini rætt var, og linju- verjin mátti síggja. Løtu seinni veittraði linjuverjin fyri brotsspark- ið í hinum endanum, tá ein TB'ari bjargaði á strikuni í besta málmansstíli. Men flaggið var bert uppi í fimm sekund, og dómarin vendi sær ongantíð at hyggja at linjuverjanum, so alt endaði við einum gulum korti til Trygva Mortensen fyri kjaftaslit. Og áðrenn hálvleik varð upplagt fríspark framt móti TB'arar á miðjuni, tá hann beinleiðis varð lagdur niður í roynd at Stúta. Mál frá miðjuni Í seinna hálvleiki royndi heimaliðið so at leggja trýst á gestirnar, men hóast eit mál kom næstan beinanvegin, hendi íkki stórt meira enn tað. Eyðun Gaardbo sendi ein bólt høgt móti ti skrall- tóma TB-málinum frá miðjuni, og Rolf Sgrensen varð rættiliga fangaður úti í feltinum, tå hann gjørðist alt ov seinur inn eftir bólt- inum. Bæði lið høvdu kjansir eftir hetta, men fleiri mál komu so ikki. Serliga kundi TB í einum tveimum av fleiri frálíkum mótálopum havt avgjørt dystin, og tvær ferðir varð frá lítlari fråstødu stútað við síðuna av tómum NSI- máli. Samanumtikid vann TB uppiborid, hóast tað sum nevnt omanfyri framman- undan var greitt, at liðið ikki kundi fáa medaljur. At dysturin ikki hevði so nógv at siga fyri suduroy- ingarnar, sást ikki minst á eykabonkinum, ið var tómur. Runavíkingar endaðu á niðasta trygga sessinum í 1. deild, og hóast teir neyvan eru nøgdir við tað, verður tað helst aftur Bobby Bolton, ið sleppur at royna at førka teir long- ur upp komandi ár. hj. ÍF vann FM hjá smágentum Síðsta vikuskiftið eydnaðist smágentunum hjá ÍF at gerast føroyameistarar, tá tær í endaspælinum kappaðust við B36, VB og NSÍ um uppflytingina og har fingu besta úr- slitið av teimum fýra. Dystirnir í endaspælinum endaðu við hesum úrslitum: NSÍ-ÍF 2- 0, B36-VB 1-1, VB-NSÍ 3-0, ÍF-B36 1-0, B36-NSÍ 4-0 og ÍF-VB 1-0. Sostau hevði ÍF fýra stig, B36 og VB try — B36 betri málmun — og NSÍ varð aftast við tveimum stigum. Myndin omanfyri er av FM-vinnarunum úr Fuglafirði, og eru tey aftast frá vinstru: Brynhild Petersen, Suffía Toftegaard, Karla Maria Joensen, Andrea Eldevig, Ella á Dalbg, Sonja Poulsen, Annika Jacobsen og gullvenjarin Álvur Hansen. Fremst frá vinstru: Julianna Samuelsen, Helen á Lakjuni, Anvør Abrahamsen, Ingun á Lakjuni, Jonhild Hansen, Leila Petersen og Hanna Maria Petersen.