Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 SNÝT OG BEDRAG »Tu skalt ikki ligva, men tað er ikki alt, tú skalt siga«. (citat: Birgir Danielsen) Hugleiðingar um hendingar í sambandi við tvingsilssøluna av einum skipi. — um pressuábyrgd og etik. — um skaðaskriving og demagogik. — um bankamoral og umvegis stýring. — um virkisreiðarar og dupultmoral. — um stjóraskúling tvørtur um lond. — um u-landastatus í fimtingsøld og um hvussu tað, hjá landsins skuggastjórn, hevur eydnast, eftir 21% ári at »ræna« uml. tvær mill. tons”. ið vóru avreidd m.ø. fyrrverandi arbeiðsgevarum hjá teimum báðum fiskasølu- stjórunum (ti tekniska og tí administrativa) ið tóku við leiðsluni í Føroya Fiskaselu fyri skjótt 22 árum síðani. * Um hesi råfiskatons (saml. føroyska resoursuavkastið i fimtingsøld) er at siga, at hesi vórðu avreidd til í mestan mun tær multinational fyritøkurnar, eftir at alt tað, sum hesar tær sterstu ikki skoyttu um, var skorið frá, so sum: ryggur, uggar, høvd, stertur, fjaðrar, bein, sandmaðkar og aðrir parasittar, fyri ikki at gloyma innvølir, slógv etc. etc.; alt hetta sum her heima er vorðið til ein umhvervistrupulleika, ið vit neyvan fara at vinna á, serliga tá tað snýr seg um økologisku ójavnarnar sum t.d. avtoftingin — ella býtið — ið er farið (og fer) fram í okkara fuglabjørgum og lundalandi, har alt eftirhondini er av- tikið av havhesti og rottum, har náttúrligi búfuglurin hevur verið við undir- lutan, tí at vit við 15/20 mill. kg. av slógvi fóru í part við einum (í ávísan mun) fremmandum fugli, havhestinum. — Og hví nú leika so í? — Hetta er jú og hevur verið vanliga manna- gongdin her á landi sein- astu tjúgu árini, so hví ikki bara taka tað heilt ró- ligt, hetta er jú bara busi- ness og business er jú sum kunnugt business og hetta, eg her skrivi, er í tí- skili bert at skilja sum business comments, ella viðmerkingar til business. Ikki orsek til esing ella hard feelings, yvirhevur ikki, heldur ikki um eg sigi, at Fugltúgvin er vilj- andi, við beráddum huga, stýrd á tvang, tverturí- móti, hetta er viðurkenr- ing av, hvussu djarvt, ele- gant og hamrandi flott og ikki minst hvussu gjegn- umfert frekt, óbegrípiliga ómoralskt og miskunnar- leyst landsins skugga- stjórn hevur borið seg at, ella um tú heldur vilt tað soleiðis, hvussu himmal- rópandi kyniskt og í ávís- an mun intelligent kalku- lerandi, farið er fram, tá ein hugsar um, at tað hev- ur eydnast at manipulerað grunnar; lítið begávaðar politikarar til at gerast hart arbeiðandi gravarar av síni egnu og Feroya lands grøv, serliga tå ein hugsar um, hvussu leik- andi lætt tad hevur eydn- ast blokkfingra dynasti- num at spenna fyri, heila- tóm politisk esil, at drassa dokumenteraða »studn- ingstørvin« gjøgnum lógarverkið år eftir år øll hesi år hagartil nu, har tjóðin øll reikar stynjandi runt, blédleys i coma — rænd! — Og so at hoyra ti- likar menn taka upp å tunguna kreditvirði — er tad bara ikki markleyst — ti tað kunnu væl neyvan vera skortandi evnir?? Men ein orsøkin til framvegis at leika i, er tann sannroynd, ið er: at tað enn í dag ikki tykist vera gingið upp fyri al- menninginum fyri ikki at tala um landsins politikar- ar og okkara pressu, at tað, sum 22 flakavirkir í 22 ár hava virkað, hevur verið at gera ráfisk til rá- veru og at tað er hesa rá- veru, talan er um, tá tosað verður um ikki at flyta rá- veru av landinum óvirk- aða. — Eg ivist i, um fólk hava skilt hetta enn — og tí er tað framvegis neyð- ugt at leika í!!! Og hverjar meguleikar hevur fólkið alt havt, tá landsins mætastu menn á exclusivum glitrandi luxuspappíri settu síni initialir undir lodrættar tølandi lygnir — meðan heimligu miðlarnir sann- førdir við himmalvendum eygum toku undir i køri hermandi: His masters voice. Fugltúgvan er onki ein- demi, hon er eitt av mongu dømum um regul- in. Hetta byrjadi longu vid togaranum, Fiskanesi, hjå honum sjålvum, sum helt jól á Halanum, skiparin við líka nógvum pertum sum tólv, ella vóru tað sekstan dekkarum, hans- ara skip var tað fyrsta før- oyska fiskiskipið, ið fekk stuðulslán og veðhald úr landskassanum. Hetta endaði sum fráleið við at gerast so avbera gott business, at hetta hevur verið galdandi líka til stutt fyri valið '88, tá man politiskt leyp úr einari grev upp í aftur kirkju- garðin og niður aftur í eina aðra. Business is business, og at m/s Fugltúgvin er stýrd á tvang sýnir, at Feroyar eru ikki bare eitt u-land uppá ein máta, nei tað kann saktans setast ein týðandi potensekspo- nentur á hetta u-ið. Tí ikki bert útflyta vit ráfisk, ið verður gjørdur til ráveru, men fólkið, ið virkar á blokkvirkjunum kring landið, hesi, sum ár- liga fáa góðar 200 mill. kr. í løn fyri sitt stríð, hesi eru sjálvi við til at lata partar av teimum 500 milliónun- um í studningi afturfyri hesar 200 í lenum, um- John Smith heldur í dag fram við hugleið- ingum sínum um spurningar, sum við- víkja okkara høvuds- vinnu. Fyrsti parturin var í blaðnum leygar- dagin. 2. partur framt tær 300, ið leypa av, tá limirnir hjá Ingeborg og Karl hava fingið sítt, hesar 300 milliónirnar, ið verða býttar millum garp- arnar hjá Óla Jacobsen og til roknaðar avdráttir (og teirra skipum) av blokk- virkjum, fjalandi yvir rentur og avdráttir av ein- um flota, ið ongantíð var ætlaður at bera seg, hverki so ella so, uttan í tí letu, sekt varð um laga- liga fígging. Hver minnist ikki greð- andi eingangs sprænin hjá sjefrevisori fólkafloksins. — Ein rokning útskrivað á vári 88 ljóðandi uppá 120 mill. kr., ið var goldin við 172,6 milliónum, tiknar inn og av landsins fíggjar- lóg. V.e.o., eitt u-land við einum fólki, har fólkið ikki einans ger ráfisk til rá- veru, men har hetta fólkið sjálvt eisini fíggjar sítt ar- beiði, eitt arbeiði, um tað heldur fram, vil tryggja okkara u-landa-status líka so leingi hesin búskapar- liga óðamannaleikur stendur við. Tvangssølan av Fugltúgvuni nú 24.9.91, hon sýnir, prógv- ar og er demi um, at tað eisini er hetta sama fólkið, ið betalir fyri tey amboð, ið landsins búskaparliga skuggastjórn hevur krám- að sær brúksrættin til, umframt hetta, at fígging- in, sum víst hevur verið á, nú eisini stavar frá út- lendskum fíggingarstovn- um, ið verða snýttir so tað stendur eftir. (jfr. grein í Sosialinum 5. sept.). Tað er greitt, at partur av sikt- inum hjá teimum monn- um, ið hava havt leiðsluna av m/s Fugltúgvuni, ella eisini meguliga hjá teirra Nr. 185 — 8. oktober 1991 búskaparligu juridisku ráðgevum hevur verið, eftir knapt fýra ára drift, at likvidera reiðaríið, ann- að hvert á tann hátt hetta nú vart gjert, ella við sjálvbodnari likvidatión. Siktið má tí eisini megin- partin av tíðini hava verið at snýta Skipskreditfond- in fyri so nógvar milliónir sum yvirhevur gjerligt, — vog at teir, ið figgjad hava skipið, fara ikki at fáa eitt klovið oyra aftur«. — Sosialurin 5.9.91., um- framt sum víst verður á, at fáa landskassan at gjalda út millum 4 og 5 milliónir av skattaborgar- anna peningi í somu letu, hamarin fall í Feroya rætti tann 24.9. Framhald EYSTUROYAR TJÓÐVELDISFELAG Eykaaðalfundur verður í Studentaskúlanum við Getugjógv mikudagin 8. okt., kl. 20.00 Skrå: 1. Blaðið 2. Tjóðskaparmál, EF og undirgrundin. Limir i arbeiðsbólkinum, sum ar- beiðir við tjóðskaparmálum, greiðir frá. Nevndin EYSTUROYAR TJÓÐVELDISFELAG Køkutombola og burturluting verður í Arbeiðsmannafelagshúsinum í Fuglafirði hósdagin 10. okt., kl. 19.30 Nevndin