Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Arbeiðsloysi millum ung. Úr 10 flokki út í arbeldsloysi Umleið helvtin av teimum, sum ikki fara víðari í skúla aftan á 10 flokk eru arbeiðsleys. Hetta vísir ein kanning, sum Sosialurin hevur gjørt Sosi: hevur gjørt Ina ing yvir arbeiðs- )YSI nillum ung, ið eru farin úr 10. flokki í summar. Kanningin um- fatar 125 ung úr Havn, Vestmanna og Klaksvík. Kanningin vísir, at um- leið 2/3 av teimum spurdu hildu á fram í skúla, meðan umleið helvtin av teimum, sum ikki fóru i í skúla, eru vorðin Ssleys. Tey flestu víðar arbe høvdu sýkt inn á skúlar og lærustovnar, sum eru á tremur við næmingum, nú tey ungu einki annað vita sær at gera. Farin uttanlanda Fyri ikki at ganga fyri einki á hesum klettum, er nærum ein tíggjunda partur farin uttanlanda, ti annað hvert at ganga á há- skúla ella handilsskúla í Danmark. Tó er onkur, sum er farin til USA at ganga í skúla. Farin til skips Bert heilt fá eru farin út i høvudsvinnu okkara, fiskivinnuni. Hetta kann tykjast heldur løgid, tå hugsað verður um tey mongu arbeiðspláss, sum eru í hesari vinnu. Hetta kann møguliga koma av, at ungdómurin ikki hevur áhuga fyri flakaarbeiði og at fara til skips, men dámar betri at arbeiði á landi. Ikki sum fyrr Vanliga hugsanin hev- ur verið tann, at ung- dómurin í Havn heldur velur, at halda á fram í skúla og, at tað úti um landi er meira vanligt, at tey ungu velja at fara út í vinnulívið. Men tølini vísa, at tað úti á bygd er líka vanligt, at tey ungu velja at fara víðari í skúla, hetta kemst helst av, at arbeiðsloysi er stórri úti á bygd enn í Havn. Sam- bært tølunum eru 9 av teimum 55, ið spurdir vóru í Havn arbeiðsleysir, og í Vestmanna vóru 8 av 38 næmingum arbeiðs- leysir. Í Klaksvík vóru ikki færri enn 80% farin víðari í skúla, heita kemst uttaniva av, at klaks- víksingar hava sín egna HF-skúla, men sum heild eru tølini nakað eins yvir alt landið. Poul M. Nr. 185 — 8. oktober 1991 Bergur Hansen úr Havn arbeiðir í løtuni á Bacalao. Hann stendur við góðskingarlinjuna. f SLAKTITID! Vit hava tær Fr 6 0% vælumtóktu ARI í + hjalsvifturnar. Vanlig stodd kr.545,- Stór kr. 745,- > Flugu - lampa på > þú kr. 583,50 3 | 3 Eisini hava vit eyka perur til flugulampurnar Pf. Einar Mikkelsen góðkendur el-innleggjari Bøgøta 12 - 100 Tórshavn Tlf. 12211 - 12997 - Telefax 10745 Anker Hansen úr Havn hevur arbeitt á skipasmidjuni síðani hann før úr skúlanum í summar. Hann ætlar sær ikki at halda fram við hesum arbeiði, men fer í staðin til Danmarkar at ganga í skúla um stutta tid.