mikudagur 9. oktober 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 186 — 9. oktober 1991
>
Vit faa ein F
kryplaðan
folkaskula
-sum annars átti at verið grundarlagið undir
allari framhaldandi undirvísing og samfelag-
num annars. Hetta eiga politikararnir at leggja
sær í geyma, sigur Ottar Jacobsen, skúlastjóri
Tað stendur illa til við
føroyska fólkaskúlanum í
dag. Bæði hin almenni og
býráðsins spariknývur raka
sera meint.
Kommunuskúlin er ein
av súlunum í Havn, sum er
sera hart raktur, og tí
skipaði skúlin fyri fundi
månakvøldid við foreldrini
at øllum børnum úr fyrsta
til sjeynda flokk.
Á fundinum greiddi Ott-
ar Jacobsen, skúlastjóri frá
teimum skyldum land og
kommuna hava mótvegis
skúlanum, og haraftrat
hvussu skerjingarnar raka.
-Vit hava longu spart tað
vit halda tað vit eru førir
fyri og gott tað, so tað
verður sera trupult at liva
við eini enn stórri skerjing,
sigur Ottar Jacobsen. Hann
sigur seg hava fingið at
vita frá býráðnum, at
Skúlastjórar skúlarætt á
býráðstrappuni eftir
fund við býráðs-
formannin Frá vinstru
Bjarni Skaalum á Sankta
Frans Skúla, Ottar
Jacobsen á Kommunu-
skúlanum, Heri Jensen á
Venjingarskúlanum og
Svenning Tausen, sum er
varaskúlastjóri á Eystur-
skúlanum. Mynd:Kalmar
býráðið roknar við at fáa
30 milliónir færri inn í
skatti í ár enn roknað varð
við. Næsta ár roknar bý-
ráðið við at skattainntgkan
verður enn 17 milliónir
lægri enn í ár. Tí hevur
skúlin fingið boð um, at
hann fær 300.000 krónur
færri næsta ár enn hann
hevur fingið í ár, sigur
Ottar Jacobsen, og leggur
aftrat, at hetta er stór skerj-
ing í mun til tað skúlin
samanlagt fær frá komm-
ununi. Í fjør fekk Komm-
unuskúlin tillutadar 3,9
milliónir. Næsta ár fær
hann 2,9 milliiónir
Ogjørligt at leggja
tilrættis
Ottar Jacobsen sigur, at
skúlin kann heldur íkki
rokna við at fáa ta upp-
hædd honum er tillutað í
byrjanini av fíggjarárinum.
Kommunan pilkar við tøl-
ini so hvørt árið líður, og
hetta ger tað Ogjørligt hjá
okkum at planleggja. Alt
fer í fisk, sigur skúla-
stjórin, sum heldur, at ein
loysn var, at skúlin fekk
sína játtan frá kommununi
í einum blokki, sum skúlin
sjálvur kundi umsitið, eins
og hann ger við pengarnar,
hann fær frá landinum. -
Men tá skuldi blokkurin
verið so mikið stórur, at
skúlin kann liva við hon-
um.
Skúlin kryplast
Ottar Jacobsen ber ótta
fyri, at skúlin kryplast sum
tíðin líðir. Hann vísir á, at
síðani 1972 er undirvísing-
artíðin hjá næmingunum í
fólkaskúlanum minka við
£
Á
&
útvið 40 prosentum. Hetta
eiga politikaramir at leggja
sær í geyma, tí fólkaskúlin
er sjálvt grundarlagið und-
ir allari framhaldandi
undirvísing og samfelag-
num sum heild, sigur Ottar
Jacobsen.
Ráð til alt annað
Foreldrini tóku væl ímóti
fundarboðunum frá skúla-
num, og tá fundurin varð
settur månakvøldid, var
skúlaaulan stúgvandi full
av fólki, og stór mannfjøld
stóð í gongini.
Tey foreldur, sum vit
tosaðu við eftir fundin eru
samd um, at nú má okkurt
henda. Tey halda seg ikki
kunnu sita sum eygleiðarar
meðan skúlin verður bum-
baður í stumpar og stykkir,
sum onkur tók til. Hví
hava vit ráð til alt annað,
3
tá vit íkki hava ráð til at
varðveita ein rímiligan
skúla var ein spurningur,
ið lá mongum á hjartað.
Stríð um skrivararnar
Stríðið um hvussu verður
við skrivarunum á komm-
unalu skúlunum í Havn er
enn ikki av. Herfyri var
fundur á Landsskúlafyri-
sitingi, og har fekk býráðið
at vita, at kommunan skal
gjalda skrivarunum løn.
Í gjár hevði býráðið so
aftur fund við skúlastjórar-
nar um hetta sama mál.
Á hesum fundi varð av-
rátt, at skúlastjórnir skuldu
gera eina meting um í
hvussu stóran mun skriv-
ararnir arbeiða fyri Lands-
skúlafyrisitingina. Út frá
hesum fer býráðið helst at
fyrireika eina rokning til
Nú mugu skúlastjórarnir
heim at lesa uppá
hvussu kommununi kann
slepast undan at rinda
ein part av
skrivaralønunum. Mynd:
Kalmar
Landsskúlafyrisitingina í
samband við skrivaraløn-
ina.
tór.-
Bravo botnmáling
Hard Racing
Poly Best emalja
til glasfipur
Bonivoks 0.a.
Biðið um bóklingin
um viðlíkahald av
bátum!
>. Kaj Andreasen
Akranesgeta 5 ae
Tlf. 15600