mikudagur 9. oktober 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 186 — 9. oktober 1991
Reglurnar um avlamis-
bílar eru heilt burturvið
-og mugu broytast so rørslu-
brekað fáa tann bil, tey hava
tørv á, sigur Skattanevndin í
løgtinginum. Nevndin mælir
eisini til at minka tollin á
trygdarútgerð í bilum
Nú er líkt til, at Jógvan
Sundstein fær sín vilja at
lækka biltollin. Hetta er
aðru ferð hann roynir í ár.
I vár gekst ikki so væl, tí
tvær samgonguatkvødur
restaðu í. Aðra átti Vil-
helm Johannesen, forma-
ður í Skattanevndini, sum
hevði uppskotið til við-
gerðar.
Skattanevndin hevur nú
aftur vidgjørt eitt nærum
einsljóðandi uppskot frá
Jógvani Sundstein, og
hóast Vilhelm Johannesen
enn er formaður í nevndini
bendir álitið, nevndin lat
tínginum mánadagin á, at
uppskotið verður samtykt
hesaferð.
Um teir í Skattanevndini
hava býtt sum einaferð
varð sagt um nólsoyingar -
tú ein lítlan, eg ein stóran.
Eg ein stóran og tú ein litl-
an - er okkum ókunnugt,
men hvussu er og ikki,
bleiv Vilhelm í hesum før-
inum ikki heilt sýrur.
Hann hevur áður mælt
til, at reglurnar fyri av-
lamisbilar verða broyttar
soleiðis, at hin rørslubrek-
aði hevur betri møguleika
at fáa júst tann bil honum
tørvar, og hesum sjónar-
miði hevur Vilhelm nú
fingið meirilutan í Skatta-
nevndini at taka undir við.
Millum annað skýtur
Skattanevndin upp, at
virðisgjaldið á avlamis-
bilum, sum í dag er 20%,
fellur burtur. Haraftrat
mælir sami meiriluti til, at
broyta reglurnar, sum
nýttar verða, tá lán og
stuðul verða latin til
avlamisbilar.
Bíligari trygdarútgerð
Skattanevndin hevur
hevur millum annað havt
fund við umboð frá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
sum hava víst á, at ávís
trygdarútgerð til bilar, bert
verður tollað við 33%-um,
verður hendan útgerð flutt
inn sum eykalutir. Hinveg-
in kemur trygdarútgerðin
inn fyri nógv hægri toll,
um hon er partur av einum
akfari.
Hetta heldur nevndin
ikki vera beint, og mælir
landstsýrinum til at gera
serligar reglur hesum við-
víkjandi.
Ov stóran vinning
Vilhelm Johannesen
heldur annars, at fóroyskir
bilseljarar taka alt ov stór-
an vinning í mun til bil-
seljarar í grannalondum
okkara.
Hann vísir á, at virðis-
grundarlagið fevnir um alt
annað enn vinningin hjá
bilseljaranum. Verður
VA EY
vinningurin hjå seljaranum
tíkin vid í virðisgrundar-
lagið, verður seljarin sjálv-
ur við ul at áseta skráset-
ingargjaldið, sum umfatar
virðisgjald og vektgjald.
Vilhelm Johannesen held-
ur, at tekur seljarin órími-
liga høgan vinning, verður
virðisgrundarlagið, og har-
við eisini skrásetingar-
gjaldið, órímiliga høgt.
Um seljarin harafturímóti
heldur vinningin á einum
rimiligum stødi, verða hesi
gjøld eisini hareftir.
Neyvan fleiri inntøkur
Vilhelm Johannesen
roknar ikki við, at bilsglan
fer at økjast munandi,
hóast ein miðal bilur
verður einar 10.000 krónur
bíligari. Hann er tí ikki
samdur við Jógvani Sund-
stein, fígjarmálaráðharri,
-.'N - 7
Ø AT | FE? =
Sida 7
Bilurin hevur mangan
verið nýttur i politiskari
myndatalu, og nú er
hann aftur komin á
tingborð. Tekning: Oli
sum áður hevur sagt, at
grundgevingin fyri at
lækka biltollin var fyri at
økja um inntøkur lands-
kassans.
Vilhelm Johannesen sig-
ur i sinum åliti, at hann er
ikki samdur vid lands-
styrisuppskotinum, men vil
kortini i aðru syftu atkvøda
fyri hesum vid teimum
broytingum, Skattanevndin
hevur sett fram.
tor.-
Allir feroyingar Javnsetast
-í hvussu er tá tað kemur til lukt
Luktilsis- ella grýluupp-
skotið hjá Jógvani Sund-
stein, landsstýrismanni í
fríggjarmálum er nú komið
aftur úr Skattanevndini.
Nevndin hevur býtt seg í
ein meiriluta og tveir
minnilutar.
Meiriluitin, sum eru
smagonguflokkarnir, taka
undir við uppskotinum at
seta tollin munandi niður á
lutilsi og gðrum tílíkum
vørum, sum í løtuni eru
sera hart tollaðar.
Haraftrat verður við-
merkt, at hetta er ein liður
í tillagingini í toll- og av-
gjaldsskipanini, sum verð-
ur kravd í samband við
fríhandilsavtaluna við EF.
Meirilutin sigur seg
leggja dent á, at broytingin
javnsetur teir borgarar,
sum sjáldan ella ongantíð
ferðast í útlondum við teir,
sum ofta eru uttanlands, og
tí sambandi keypa hesar
vørub6lkar fyri nógv lægri
pris enn tann í Føroyum.
Hverja stóðu minniluta-
isli og gryluskortar
bin Eri
umbodini, Lisbeth L.
Petersen og Lasse Klein
hava til luktisli og
gryluskortar fåa vit ikki at
vita i ålitinum. Tey taka
stødu i ungsalinum.
tor.-
Rentur av vidlikahaldi
kunnu eisini dragast frå
Í vår broytti landsstýrið reglurnar fyri rentufrådrått.
Avmarkingar vóru millum annað gjørdar í samband
við nýtslulán, men nú er landsstýrið sinnað at broyta
rentufrådråttarmøguleikan aftur. Ikki í samband við
privat nýtslulán, men í samband við viðlíkahald av
húsum.
Sum er, kann ein draga rentu av lánum frá í skatt-
inum í samband við bygging og keyp av egnum
bústaði, men hetta heldur landsstýrið ikki vera nóg
mikið. Skotið er upp, at eisini rentur av viðlíkahaldi
kunnu dragast frá. Haraftar lán í samband við um-
bygging og nútímansgerð skulu í framtíðini kunna
dragast frá.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýrið
millum annað,at hesar broytingar av rentufráðrátt-
inum av lántgku í samband við egnan bústað verða
mettar neyðugar fyri at tryggja, at ikki skal vera
misjavni í rentufrådråttarrættinum, alt eftir um fólk
nýliga hava bygt ella búgva í húsum, sum hava
umvæling fyri neyðini.
tór.-
Nú verður eisini rentufrádráttur loyvdur av
umbygging og nútímansgerð av egnum bústaði
Orimiligt at línumenn
skulu niður í løn
-heldur Tordur Niclasen, sum skýtur
upp, at manningarstudningurin hjá
línumonnum verður galdandi árið út
At kopimaskinurnar á løgtingsskrivstovuni hava nóg
mikið at gera syrgir í hvussu er Tordur Niclasen,
uttanflokka løgtingsmadur, fyri.
Tingið hevur neyvan fund, uttan hann eigur eitt
ella fleiri uppskot at leggja fyri tingið.
Mánadagin skeyt hann upp, at landsstýrið eigur at
taka neyðug stig til at studningsveitingarnar, sum
galdandi vóru undan 1. oktober, verða galdandi árið
út.
Tordur Niclasen heldur tað vera órímiligt tá
hugsað verður um vána fiskiskapin við línu seinastu
tíðina. Hann heldur, at tað er góður setningur, sum
landsstýrið hevur sett sær, at fíggjarlógin skal
haldast, men í samband við studningin ul fiski-
vinnuna kemst ikki uttan um, at politiski myndug-
leikin átti at havt eina betri fíggjarstýring. Harvið
eigur landsstýrið ábyrgdina av, at ein ávísur bólkur
av løntakarum nú skal skerjast við 20 prosentum i
inntøku.
Løgtingsmadurin heldur tað ikki vera beint, at
fiskimaðurin verður hin fyrsti at merkja avleiðingar-
nar av, at játtaninar á fíggjarlógini skulu haldast, tá
hugsað verður um, at meirnýtslan á ðrum konti á
fíggjarlógini, uttan stórvegis hóvasták verður góð-
tíkin.
Tordur Niclasen heldur, at í minsta lagi átti mann-
ingarstudningurin til línumenn at verið óbroyttur, og
við bert lítlum vilja heldur hann tað kann lata seg
gera. Hetta fer ikki at kosta landinum meira enn
millum hálvaaðru og tvær milliónir, sigur Tordur
Niclasen.
tór.-