Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. oktober 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 186 — 9. oktober 1991 1 SNÝT OG BEDRAG tíðindablaðið >Tú skalt ikki lúgva, men tað er ikki alt, tú skalt siga«. (citat: Birgir Danielsen) Hugleiðingar um hendingar í sambandi við tvingsilssoluna av einum skipi. — um pressuábyrgd og etik. — um skaðaskriving og demagogik. um bankamoral og umvegis stýring. um virkisreiðarar og dupultmoral. um stjóraskúling tvortur um lond. — um u-landastatus í fimtingsold og um hvussu tað, hjá landsins skuggastjórn, hevur eydnast, eftir 21% ári at »ræna« uml. tvær mill. tons", ið vóru avreidd m.ø. fyrrverandi arbeiðsgevarum hjá teimum báðum fiskasølu- stjórunum (ti tekniska og tí administrativa) ið tóku við leiðsluni í Føroya Fiskasølu fyri skjótt 22 árum síðani. * Um hesi ráfiskatons (saml. foroyska resoursuavkastið í fimtingseld) er at siga, at hesi vórðu avreidd til í mestan mun tær multinational fyritøkurnar, eftir at alt tað, sum hesar tær sterstu ikki skoyttu um, var skorið frá, so sum: ryggur, uggar, hevd, stertur, fjaðrar, bein, sandmaðkar og aðrir parasittar, fyri ikki at gloyma innvelir, slógv etc. etc.; alt hetta sum her heima er vorðið til ein umhvervistrupulleika, ið vit neyvan fara at vinna á, serliga tá tað snýr seg um økologisku ójavnarnar sum t.d. avtoftingin — ella býtið — ið er farið og fer) fram í okkara fuglabjørgum og lundalandi, har alt eftirhondini er av- tikið av havhesti og rottum, har náttúrligi búfuglurin hevur verið við undir- lutan, tí at vit við 15/20 mill. kg. av slógvi fóru í part við einum (í ávísan mun) fremmandum fugli, havhestinum. Tá tað var greitt, at upprunaligu stigtakarar- nir til Fugltúgvuna ikki stóðu tey fíggjarligu kriteriu, ið feroyskur banki setir fyri at vera við til eitt tiltak so sum Fugl- túgvuna og at tað síðan á aðalfundi í felagnum varð avgjert at taka upp sam- starv við eitt flakavirki, tá var ein av treytunum fyri í heila tikið at fara undir at byggja skipið, at flaka- virkið skuldi lata ein 0,50 krónur kilo bonus fyri fiskin frá skipinum, tí at iløgur fóru at verða gjørd- ar í ein nýggjan og betri máta at fara um fiskin uppá. Minnist meg rætt, so var tað eisini partar av teimum treytum, sum skiparin av m/s Fugltúgv- uni síðani skipið fór í drift og til dagin í dag, Andrias Dam, setti og fekk lyfti um frá flakavirkisleiðsluni áðrenn hann játtaði at átaka sær at fera skipið. Eg minnist týðuliga, at hann tók soleiðis til orð- anna: tað býður mær ímóti at føra eitt skip, ið ikki kann svara hverjum sítt. Og minnist meg rætt, so skuldi yvirfyri Skips- kreditfondinum eisini vístast á hesa bonusskip- an sum trygd mótvegis eittnú minkandi fiski úti á miðum, har grunnarnir eru umrivnir av studn- ingsfíggjaðum partrolar- um í degndrift árið runt. Jú, tað er rætt fatað, at eg ákæri reiðaríið fyri vilj- andi at hava virkað fyri at renna skipið á tvang, ella at hava stýrt skipinum niðan í Fútarættin. Sjóvinnubankin, við Birgiri Danielsen sum nevndarformanni og tá eisini fiskaselustjóra, hev- ur kanska verið partur í orðaskiftinum um eina re- konstruktion av Nordis, har bankin tók steðu til at frysta niður eitt ótal av milliónum, ið virkið var komið at skylda bankan- um, og giti eg tí, at hesin man hava sett seg ímóti, at Norðís fór í holt við nakra bonusskipan, um ikki annað, so av prinsipi- ellum grundum, tí tað hevði jú reelt verðið talan um hækking av teimum presettu roknaðu fiska- prísunum, ið einamest hava verið eitt Fiskaselu- decret. Men er tað nú ikki legið, tvey skip, akkurát sama slag, tað eina latið eigar- unum í '87, Saturn III, og so Fugltúgvan, ið ikki fór í drift fyrr enn nærum eitt ár seinni, nevniliga í apr. '88, her vísir tað seg, at Fugltúgvan hevur fiskað væl meira: í fjør heili 430 tons fleiri enn Saturn Ill, hetta skipið verður tvang- selt, meðan Saturn III, ið hevur fiskað nógv minni, enn hevur ræði á sær sjálvum og hevur rakst- raryvirskot, har Fugl- túgvan hevur millión í rakstrarhalli? Hvussu hongur hetta saman? Í øll- um ferum, so hava avgerð- ir verið tiknar, sum førdu til, at Fugltúgvan einans fekk hevi til at leggja eina last upp á land í útlandin- um og so ikki meira. Saturn III byrjaði at selja uttanlands í fjørheyst og á telefonuppboðsseluni so skjótt sum henda fór at virka, meðan Fugltúgvan ikki fekk loyvi at selja gjøgnum telefonuppboðs- seluna, og heldur ikki vildi reiðaríið hoyra talan um at leggja kassafiskin upp á Eiði, lata deknings- bidrag fyri hvert kilo til flakavirkið, har fiskurin so skuldi skerast og út- flytast sum fesk fløk, hetta fyri at allir partar kundu fingið ágóða. Tverturímóti, tá skipið kom aftur av sínum ein- asta túri, har selt var á einum fríum marknaði, fekk undirritaði, ið var meistari umborð, sekkin frá reiðarínum av tí at eg varð hildin at vera tann, ið var atvoldin til hesa utt- anlandsselu, ið mett varð at hava skapt esing um- borð. Tað gav at bíta, aðru ferð, hetta varð roynt, vórðu hildnir kreppufund- ir í Havn og á Eiði meðan skipari og manning vórðu hóttir, makkaðu teir ikki rætt og løgdu fiskin upp til undirprisirnar å flaka- virkinum Nordis og salt- ingarvirkinum Vaðhorn. Hetta var jú tann heilt øvugta verð. Menn, ið alment vóru ílatnir liberalistiskan búnað — rópandi hart um fríar marknaðarkreftir og niður við øllum studningi og so tá eitt stig verður tikið á frælsisleið — og tú togar í teirra keipuskort, tá losnar av holdi og tú sært nakað og bert, líklitt og bleikt privatkommun- istiska skrímslið, reytt í rusti, skirvisligt og undir- brotligt — skaputir úlvar í seyðaskinni, illa rivnir — tá kemur undan kavi hetta skurvuta slagið: fólkafloksmenn. Úrslitið, tað fingu vit so sum lýsing í Dimmalætt- ing, og tað prógvar ætlaðu likvidatiónina fyri at fáa hendur á 4—5 landskassa- milliónum og so tað, ið annars kann vinnast við at snýta allar aðrar. Loyvi mær at spyrja um hetta ikki er dømi um búskapar- ligt brotsverk, ið eigur at fáa tær fylgjur, ið tílíkt nú einaferð eigur at fáa. — Í øllum førum er hetta ómoralskt og neyvan lóg- ligt. Hetta eigur í hvert fall ikki at verða konse- kvensin av at síggja ting- ini sum eina heild, so sum Sigmund Dam, reiðari á m/s Fugltúgvuni, sigur seg síggja hesi. — Og tað so tvertur ímóti. Skal metast um tann skaða, ið Feroyum og fer- oyingum hava verið fyri í útlondum av hesum ávum og óteljandi dømum av sama slag, tá eri eg stór- liga bangin fyri, at hesin skaði kanska fer at vísa seg óbetiligur. Skipskreditfonds-fígg- ing vil eg siga at vit føroy- ingar hava sjoflað okkum av hondum. Spell, tá talan er um grunn, ið umsitur yvir 30 milliardir krónur og sum árliga veitir lán millum 4 og 5 milliardir krónur. Tað sær fyri mær soleið- is út, at menn bara — hava borið seg at sum um teir og teirra virksemi er ætlað síðstu síðu í fer- oyskari vinnulívssegu — ein sega, ið segði frá álits- monnum og einum morali, ið helt bæði her og har — — — seplað burtur av fjálturstungnum verum, ið siga seg vers fríar menn, men sum innast inni vita nakað annað. Glasnost og perestroika aldan í USSR avdúkaði einar 2000 familjur, sum í reyðum búnum róptu seg kommunistar — teir vóru latnir úr klæðum og und- an kavi komu sannferdir hegraextremistar. — Tann perestroika og glas- nost alda, ið er við at reis- ast av grunni her á okkara fjarskotnu oyggjum, og sum í hesum degum tyk- ist hava tikið dik á seg — hon — ikki so legið kortini — hon hevur fyribils av- dúkað nakrar familjur, úr- valslið, í hvítum klæðum, ið kalla seg demokratiskar kapitalistar, sum nú ikki so legið vísa seg at sverja til og við ókendum vill- skapi tvíhalda um extrem- ar stalinistar. Spell. John Smith eg i dråtti nr. 911 tann 5. oktober 1991 Tølini: 6 — 26 — 58 — 25 29 — 37 — 62 39 — 15 — 18 — 45 V4-tølini — | | | 83 22 Vinningur: 34.555,- kr. Vinnarar: ein, i Sørvågi. 12 — 81 — 7. Eykavinningur: ferå til Landskrona til landsdyst- in millum Føroyar og Jugoslavia 16. okt. við 2.000,- kr. i lummapeningi vann Sandy Olsen, Fuglafirði. dag og friggjadag kl. 11—16. Tif. 15816.