Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 188 — 11. oktober 1991 == Síða 5 Bygnaðurin í Tórshavnar Býráð skal broytast: Á samgongufundi tyskvøldid varð >strategiin< fyri komandi tíð- ina løgd, og bendir alt á, at bygnaðurin í Tórshavnar Býráð fer at verða broyttur, so tað nú bert verða tríggjar býráðsneyndir Eins og innan stórt sæð alt vanligt lóggevandi arbeiði er tað í nevndum, at tað veruliga arbeiði fer fram í Tórshavnar Býráð. Hetta er í øllum fórum tað, ver- andi bygnaður í býráðnum leggur upp til. Sum amboð til at fremja stýringina av býnum innan hendan bygnað eru nú sjey nevndir, sum hendan stýr- ing verður framd igjøgn- um: Fíggjarnevndin, sos- iala nevndin, tekniska nevndin, byggi- og býar- skipanarnevndin, menta- málanevndin, heilsu- og umhvgrvisnevndin og havnarnevndin. Týskvgldið hevði bý- ráðsmeirilutin innanhýsis- fund, hagani tað ljóðaði, at ikki færri enn 16 mál vóru til viðgerðar. Hvørji tey einstøku mål- ini vóru, hevur Sosialurin ikki fingið uppspurt, men tað skilir, at talan serliga hevur verið um broytingar í bygnaðinum og fíggjar- mál. Sum skilist, er ætlanin at skerja talið á nevndum, so bert triggjar verða eftir. Tað vil siga, at tær fýra nevndirnar, ið eftir eru, verða lagdar innundir hes- ar triggjar nevndirnar, ið vera figgjarnevndin, tekn- iska nevndin og tann »kombinerada« sosial- og mentamálanevndin. Skjótari og effektivari Endamálið við hesum nýggja bygnaðinum, ið er framkomin, eftir at Poul Michelsen, Lisbeth L. Pet- ersen og Ingi Mohr hava verið í Danmark og hugt uppum gkslina á donskum kommunum fyri at finna útav, hvussu tær gera, er at fáa eina skjótari og effekt- ivari nevndarviðgerð av málum, eins og hildið verður, at munagóðar spar- ingar kanska liggja í at gera broytingar í bygnað- inum. Tann nevndin, ið mest kemur at virka sum eitt stýrandi amboð, verður figgjarnevndin, ið meira ella minni verður at rokna yvir hinum báðum. Tekniska nevndin verður økt við byggi- og býar- skipanarnevndini og havn- arnevndini, meðan heilsu- og umhvørvisnevndin verður partur av teirri nýggju og »kombineradu« sosial- og mentamála- nevndini. Fáa hvøv sin »blokk« Sosialurin skilir, at ætl- anin hereftir er at styra by- rådnum gjøgnum hesar triggjar nevndirnar vid einum slagi av blokkstudli. Nevndirnar fáa hvør sín blokk við so og so nógvum krónum og oyrum at arbeiða við, og so skulu tær bara syrgja fyri at halda seg innanfyri tað, tær hava fingið. Hendir tó — og tað ger tað allarhelst — at onkur av hesum nevndum ikki klár- ar at halda seg innanfyri játtaða blokkin, verður upp til figgjarnevndina at finna útav, hvussu tann trupulleikin verður loyst- ur. Tað, sum tó tykist fara at vera tann mest spennandi spurningurin í hesum máli, er hvgr skal verða formað- urin í hvørjari nevnd. Hetta hevur sum so ikki verið nakar trupulleiki frammanundan, tí nevnd- irnar hava verið sjey í tali — tað sama sum býráðslim- irnir í meirilutanum. Fýra formenn burtur Nú skulu í hvussu fýra av teimum frásiga sær sín formanssess, og tað er heist lættari sagt enn gjørt. Orsøkirnar til tað eru fleiri, millum annað møguleikin fyri at koyra nøkur atkvødugevandi mål igjøgnum i »sini« nevnd, og ikki minst spurningurin um formans- samsyningina. Roknast kann vid for- manssamsyningum til teir sjey nevndarformenninar, ið vælsaktans liggja nær- Havnin stýrast av trimum nevndum hendis 20.-25.000 krónum um árið í meðal. Hvussu hesin spurningur verður loystur, so teir >frá- koyrdu< formenninir ikki Skulu gerast firtnir er helst ein sera stór avbjóðing, ikki minst hjá býráðsfor- manninum. Hví so stórar broyt- ingar móti endanum Hinvegin stendur mang- ur spyrjandi, hví formað- urin skal koyra so stórar og kollveltandi broytingar igjøgnum, nú øll tekin í sól og mána siga, at hann ætlar sær at fara úr for- manssessinum i úrtíð. Í hvussu er var skráin fyri fundin so tunn, at okkurt >stórmál< má hava verið á skránni aftrat, tá kallað varð ul fundar við lítlum og ongum at viðgera. hj. Hevur Poul lagt fra sær? Fleiri keldur innan Tórshavnar Býráð hóvdu í gjár illgruna um, at Poul Mich- elsen kanska longu á fundi í gjårkvøldid legði frá sær sum býráðsformaður Í samrødu vid Sosialin 17. september våttadi Poul Michelsen, at hann hevði í hyggju at kleggja frá sær eftir 11 ár í býráðsfor- manssessinum. Hvør eftirfylgjari hans- ara fer at vera, kundi hann ti einki siga um, men gav tað upp sum ein spurning, Fólkaflokkurin og Sam- bandsflokkurin í býráðn- um áttu at fáa loystan í felag. Tó peikar alt á, at talan verður um ein annan fólkafloksmann, og hevur eitt nú Jan Christiansen verið nevndur í hesum sambandi. »Eg fari ikki at blanda meg uppí hvgr avloysarin verður, men tað eigur sjálvandi at vera ein fólka- floksmaður,< segði Poul Michelsen tá við Sosialin. Frá longu í gjårkvøld Í gjár ljóðaði frá fleiri síðum, at býráðsformað- urin kanska enntá longu á fundi í gjårkvøldid fór at leggja frá sær, men hetta kundi Sosialurin ikki fáa uppspurt, áðrenn blaðið fór til prentingar undan fundinum. Men at nakað kann hava verið í hesum tíðindum, er ikki óhugsandi, tí tey tvey málini, Poul Michelsen hevði sett sær fyri at fáa loyst undan einum møgu- ligum trúnskifu, bæði tvey vóru fyri á samgongufundi tyskvøldid, nevniliga figgjarætlanin og broyt- ingar i bygnadinum. Varaformadur farin av landinum Hinvegin fér millum onnur Lisbeth L. Petersen, ið er fyrsti varabýráðsfor- maður, fyrrapartin á gjár av landinum við fíggjar- nevnd løgtingsins, so tað kann hava sítt at siga, so Poul Michelsen bíðar eitt sindur enn við at fara frá. Men at roknað var við, at trúnskiftið varð eitt av málunum á fundinum í gjárkvgldið, vóru tað ov mong ið væntaðu, til at vit tordu at lata søguna fara framvið óskrivaða hj.