leygardagur 12. oktober 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ET A
A
Orð: ólavur
Myndir: kalmar
A ———————W
Fyrsta framsýningin hjá linoleumsskeraranum
undir Fjalli rópast >Húsanna millum« og hevur
motiv úr hóvuðsstaðnum.
- Eg kundi ikki hugsað mær at verið listarmaður
burturav, sigur Michael Jacobæus, hevur góðar
møguleikar at gera tað frammihjå
Nr. 189 — 12. oktober 1991
Tá børnini eru løgst og
friður hvílir yvir húsunum
setur Michael Jacobæus
seg at skera í linoleum;
meiri enn so hendir tað
seg eisini, at hann situr
eitt heilt vikuskifti. Hann
hevur altíð fingist nógv
við at tekna, at skera í træ,
at klippa pappír og annað
listarligt; men linoleums-
skurð hevur hann bert
fingist við í hálvtannað ár.
Umhvervið
Ein nakin pera, iløt við
skeri-amboðum, eitt kaffi-
krúss, ein tubbakspakki,
ein træ-skortur, ið minnir
teg á skrimslini hjá Will-
iami Heinesen, og eitt ótal
av blýants-skitsum á
vegginum eru eyðsýnilig-
astu partarnir av umhvørv-
inum, tá Michael situr við
borðið í kjallaranum í
Fjalsgøtu í Havn og telgir
og sker í lineoleum.
I heystfrítíðini fer hann
at sýna átjan linoleums-
prent fram í Smiðjuni í
Lítluvík. Framsýningin
letur upp týsdagin og
verður til og vid sunnu-
dagin. Opið verður hvgnn
dag frá klokkan fýra til
átta
Michael Jacobæus er
dani, men hevur seti búgv
Tekur sær frí
Er lítið at gera og hann
hevur ein møguleika fyri
tí annars, so leggur hann
vidhvørt ein dag ella bara
ein fyrrapart burturímill-
um í sínum arbeiði fyri at
skera í linoleum ella fyri
at fáa sær íblástur.
- Eg koyri nógv í býn-
um og síggi nógv, sum eg
fái hug at gera burturúr
listarliga, sigur Michael.
Liggur tað fyri, so geri eg
straks eina skitsu, og havi
eg ikki stundir, so fari eg
aftur seinni og geri skits-
una.
Michael sigur, at tað
hendir seg meira enn so,
at hann fer aftur og
upplivir sama stað undir
ødrum ljósviðurskiftum.
Viðhvgrt ger hann eitt
motiv burturav sær í
linoleum beinanvegin,
men vidhvørt tekur hann
tað fram við millumbilum
og pussar tad av so vid og
vid.
Skotini i bynum
Motivini eru øll úr Havn,
men umfata meira enn tað,
ein vanliga gevur sær far
um, tá ein hastar framvið.
Fleiri av motivunum eru
eisini úr gøtum, sum av-
gjørt ikki hoyra til tær
mest fjølgongdu, og sun
rr