Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 190 — 15. oktober 1991 Herverk á høllina Leygarnáttina = varð brotið inn í ítróttar- høllina í Vestmanna. Innbrotið má heldur kallast herverk, tí rútur í hurðini varð brotin. Teir eru ikki slopnir longurenn í forhgllina, men so hava teir í staðin skrætt útiljósini niður uttanfyri høllina Vitjaði aftur Seinastu vikuna hevur handilin Vest-Video í Vestmanna tvær ferðir havt vitjan av óbodn- um gestum. Eigarin varnaðistein dag í seinastu viku, at kassapengarnir vóru ov fáir. 1000 krónur vantaðu. Um viku- skiftið vantaðu 400 krónur. Tá fekk hann illgruna um, at onkur hevði verið har. Tað vísti seg, at hurðin var løtt at fáa upp, og soleiðis er innbrotið gjørt, uttan at nakar hevur givið ú gætur. Uttan belti Ferðslupolitiið í Havn var fríggjadagin í Vág- um og gjørdu kann- ingar. Atta bilførarar vórðu = uppskrivadir fyri at koyra ov skjótt. Grein 23 kanningar hava eisini verið gjørd- ar í Vágum, og har fingu átta bót fyri at koyra uttan trygdar- belt. Í holtur við smådrong Politiið í Havn fekk leygardagin at vita, at ein madur hevdi verid i holtur vid ein små- drong, sum var staddur undir Varða. Hetta var hent fyrr um dagin, so politiið hevur ongan møgu- leika havt fyri at finna mannin. randi Fer fyri at spar Verða fleiri stórri bussar skiftir út við smærri, ber væl til hjá Bygdaleiðum og Samferðsluskrivstovuni at halda fíggjarætlanina, sigur FinnurJohansen, leiðari á Samferðsluskrivstovuni Í fjør høvdu Bygdaleiðir og samferðsluskrivstovan fyri neyðini at fáa næstan 10 mió. krónur í eykajáttan, tí tær 20,8 mió. krónurnar á fíggjarlógini rukku ikki. Í ár er fíggjarætlanin tann sama, 20,8 mió. krónur. Líkt er til, at stovnurin má hava umleið 5 mió. krónur aftrat. Men tað hevði borið til at komið niður á 20,8 mió. krónur og kanska longur niður, sigur Finnur Johan- sen, leiðari á Samferðslu- skrivstovuni. Utreidslurnar eru skornar niður við at minka um koyr- ingina. Nakrir stórir bussar eru tiknir út, men tað mugu fimm stórir bussar út aftrat, sigur Finnur Johansen. Tað stendur ikki í hansara makt at taka bussar úr skipanini, tí tað er ein politisk avgerð, sum hann fleiri ferðir hevur heitt á landsstýrið um at - Vithavamegnað at spart helvtina av tí, sum vit skulu spara, men vit fáa ikki spart meira, fyrr enn fleiri av teimum stóru og dýru buss- unum verða tiknir út, sigur Finnur Johansen. Teir stóru bussarnir kost- aðu 1,5-2,5 mió. krónur hvør, tá teir vórðu keyptir. Verða teir tiknir úr skip- anini, må landskassin rinda. Attaka fimm bussar út kost- ar landskassanum 7-8 mió. krónur, men teir pengarnir kunnu sparast inn aftur eftir einum ári, heldur Finnur Johansen. Verða bussamir ikki keyptir út úr skipanini. kann Samferðsluskrivstov- an ikki koma longur niður í útreiðslum sínum av Bygdaleiðum, tí teir stóru bussarnir kosta so nógv í rakstri. Tað hjálpir ikki nóg mikið at lata hesar bussar koyra færri túrar, ti sjálvur bussurin fer við so stórum parti av útreiðslunum. randi Fleiri av teimum stóru bussunum eig at verða tiknir úr skipanini, so raksturin verður minni. Men allir stórir bussar kunnu ikki takast út, t.d. á leið 400 má koyr stórur bussur Læra um at hjálpa 21 heimahjálparar hava júst endað fyrsta skeiðið av trimum, tær skulu taka fyri at fáa útbúgving Heimahjálparaskipanin er nakað afturút við at útbúgva heimahjálparar, men tað gongur rætta vegin, og 21 heimahjálparar eru nú byrj- aðar í útbúgving. Tær skulu hava trý skeið, ið hvørt er 14 dagar. Tað fyrsta skeiðið hjá teimum endaði fríggjadgin. Higartil hava tær lært um heimahjálpararbeiðið sum heild - tað grundleggjandi, td. at skifta sengur, ar- beiðs- og lyftingarhættir. Tær skulu duga bæði at spara sín egna rygg, men eisini duga besta mátan fyri sjúklingin at verða lyftur. Tær hava eisini lært mat- læru, reinføri, um bakteriur, um góðan kost, kost til sukursjúk 0.s.v. Tær hava havt sálarlæru og sjúkra- røkt. Ymist um heilivág o.m.a. Bædi å fyrsta og næsta skeiðinum hava heima- hjálpararnir nógvar tímar í sosiallæru, tí tær skulu duga at síga teimum, sum fáa heimahjálp, hvagar tey skulu venda sær fyri at fáa ymsa hjálp, og hvørj hjálp tey hava rætt til at fáa. Á næsta skeiðinum fara tær eisini at læra ymist praktiskt arbeiði. Tað kann t.d. vera at gera klæðir aftur, keypa rætt inn og bíligt. Á hesum skeiðinum umrøda tey eisini mammulánið, t.e. tá heimahjálparar fra út til sjúk børn. Heimahjålparar- nir læra t.d. um barnasjúkur og brekað. Triðja skeiðið verður í mai mánaði. Tá er ætlanin er gera eitt sindur burtur úr, hvussu tað er at vera gamal, um ellisbroytingar 0.tl. Eydna Håberg, leidari å Heimahjålparaskipanini, letur væl at hesum fyrsta skeiðinum. Heimahjálpararnir 4 rá LP [| A skeiðunum læra heimahjálpararnar nógv ymist, húsligt arbeiði, sosiallæru, sjåkrarøkt, matlæru o.m.a. arbeiddu hugagóðar, og umstødurnar á háskúlanum VOfU avt bera góðar, sigur hon. randi Tað er so ymist, hvat fólk halda vera stutt- ligt. Sunnunåttina = hva onkur fólk borið inn á Handils- á Frystivirk- ið í Fuglafirði. Teir ella tey hava brotið seg inn á wukkhøllina og har tikið tveir trukkar. A ødrum trukkinum hava tey fyrst koyrt gaflarnar upp gjøgnum takið. Og so út at koyra. Undir húsinum hjá Meka eru gaflarnir á trukki rendir inn í eitt oljufat við 200 litrum av olju, ið lóku út á bryggjuna. Lukkutíð heldi bryggjan soleið- is, at oljan ikki fór á sjógv. Hon kundi turk- ast upp av bryggjuni sunnudagin. Sunnudagin lá annar trukkurin hålvur út a bryggjuni. Hin var koyrdur á sjógv og kann ikki brúkast aftur. Nógv herverk Sunnumorgunin var rættiligt herverk gjørt á fleiri stóðum í Havn. Politiið varð fyrst boðsent, tí ein rútur var brotin í handli í Trónd- argøtu, og tá teir so komu út sóu teir, at rút- ar vórðu brotnir á seks handlum har áleiðini. Seinni varð eisini boðað frá, at onkur hevði verið inni hjá Tímamyndum í Dr. Jakobsensgøtu og ukið 1200 krónur úr kass- anum. Politiið veit, hvørjir tjóvarnir eru. Sá rakett Leygarkvøldid boðaði ein maður politinum frá, at hann av Oygg- arvegnum hevði sæð eina reyða rakett norð- anfyri Stongina á Nóls- oynni. Vaktar- & Bjarging artænastan fekk bein- anvegin bodini, og far- ið varð at leita. Leitað varð ul á midnátt, men har var einki at finna. Eingin bátur var heldur saknaður. randi