Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 190 — 15. oktober 1991 Síða 11 Einvegis spæl na Alt ov stórur munur er á liðunum í 1. deild. Stjórnan hevði ongan møguleika at fáa bert eitt heiðurligt úrslit ímóti Kyndli. 1. deild menn Kyndil-Stjørnan 30-10(12-4) Málskjúttar fyri Kyndil: Petur 7, Hallur 6, Sophus 4, Birgir 4, Jónleif 3, Dia 2 og André 2. Málskjúttar fyri Stjørnuna: Fríðin 3, Karstin 3, Marni 2, Kristian 1 og Eilif 1. Dómarar: Hjalmar og Kristian Í tí fyrsta dystinum ímóti Neistanum fyri góðari viku síðan, sást klárt, at kyndlaspælararnir ikki vóru í nóg góðari venjing. Hesa seinastu vikuna hava teir roynt at bett um steðuna og hava eftir hvat skilst verið undir harðari venjing. Tí kundi vænt- ast, at teir kanska vóru í troyttara lagi til heima- dystin ímóti Stjørnuni. Men klaksvíkingar hevdu so lítið at bjóða uppá, at tað mátti undra mangan, at bæði hesi lið- ini spældu í somu deild. Verjan var opin og álopsspælið var alt ov til- vildarligt. So gott sum einki skipað spæl, og álop- ini endaðu sum oftast við panikkskotum. Heldur ikki eydnaðist klaksvík- ingum at skjóta brots- køstini í netið. Teir fingu fimm og brendu øll. Einum Stjørnuspælara glógvaði tað tó í. Finn í málinum stóð ein brand- dyst og bjargaði liði sín- um undan einum enn sterri tapi. Her er eitt upplagt málmansevni við framtíð í. Nú er alt málað so svart upp fyri Stjern- una, men óivað kunnu teir manna eitt sterkari lið sum frálíður. Nakrir av stórspælarunum spældu á 3. deildarliðnum. Tá hesir koma í venjing, man Stjørnan aftur fara at glógva. Um styrkin hjá Kyndli stendur mát við undan- farin ár, er torfert at meta um. Sunnudagin var styrkin á liðunum ov ójevn til, at nakað veru- ligt kann sigast um leik- dygdina hjá feroyameist- arunum. Á málskjúttaralistanum síggja vit tó, at tað kanska serliga eru tær Mynd: Jens Kristian ungu kreftirnar, sum gera til teir um seg. Tað skuldi i øllum liðum. ferum verið góð tekin. m. Ein neyvari meting av kyndlaliðnum má tí bíða neta sterkari Ov lætt hjá StÍF Strandingum nýttist íkki at kýta seg fyri at hála bæði stigini í land frá lorvíkingum. 1. deild menn H7I—StÍF 18—30 (9—16) Málskjúttar fyri H71: Svend 8, Kristjan M. 2, Gutti 2, Árni 2, Heri 1 og Hallur 1. Málskjúttar fyri StÍF: John 10, Ártur 8, Símun P. 4, Pole 2, Regin 2 og Paul 2. Dómarar: Birgir og Gunnar Áskoðarar: 66 Dysturin leygardagin í hellini á Hálsi varð aftur ein staðfesting av, at hondbólturin enn ikki av álvara er komin í gongd, tá hugsað verður um ferð og dygd. Men eisini kom týðuliga til sjóndar, at hoyvíkingar aftur í ár fara at hava tað trupult. Nakrir av stuðl- unum seinastu árini eru ikki við enn, og hetta merkir av álvara liðið. Spælararnir eru sum heild ungir, ja, blaðungir. Fleiri av teimum mangla tær royndirnar, sum helst skulu til fyri at spæla fyrsta deildar hondbólt. At teir eisini gjøgnum- gangandi eru lágir á vekstri, ger ikki uppgáv- una lættari. Men tá nú alt hetta er sagt um heimaliðið leygar- dagin, so skal eisini sig- ast, at fleiri av spælarun- um hava gott hegni, og dirvinum manglaði einki. Sum frá líður man tað tí ivaleyst fara at eydnast hoyvíkingum at fáa eitt hampuligt lið. Strandingar vunnu lættliga, uttan at neyðugt varð at spenna seg út. Í fyrstu atlegu kundi tað tí sæð út til, at eisini StÍF enn manglar nakað í, at kunna gera tað stóra hálið í ár. Hetta er tó torfert at meta um, tí dysturin gav teimum ikki meguleikan at vísa styrki sína. Klárt er sjálvsagt eisini, at liðið styrknar munandi, tá Pól Enok og Justinus verða klárir. Lítið man tí vera at ivast í, at flestu av hinum liðunum fara at stúr afyri at meta strand- ingum. Ikki minst inni í hellini á Skála. Á liðnum eru fleiri góðir spælarar. Artur og John eru málslúkarar, og óivað hevur tað eisini týdning fyri liðið at hava ein so royndan spælara sum veteranin Regin Johansen við. Hann stóð í ellum ferum fyri tí snildastu de- taljuni, tá hann hegnisliga Sosialurin — fimm ferðir um vikuna! Mynd: Hilmar Jan snýtti H71 málverjan. m.