Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Skulu kenna seg tryggari - Endamálið við ætlanini at fáa konsulent at koma frá Ríkissjúkrahúsinum er m.a., at summir krabbameinssjúkl- ingar skulu sleppa undan at fara til Danmarkar til viðgerð ella eftirlit og at undirvísa starvsfólk í heilsuverkinum í 2 Føroyum. Við tílíkari skipan skuldu sjúklingar kunnað kent seg líka tryggar við at fáa VI eerð her sum í Danmark, heldur Pál Weihe, læknastjóri Sjúkra tjórin og lækna kuni at Jandi VV deildini á Ríkissjúkrahús- inum, Hæne Høj Hansen, í sambandi vid ætlanina at økja viðgerðina og eftirlitid i Føroyum av krabbameins- sjúklingum. — Yvirlæknin hevur lovad > føroyska heilsuverkinum eitt upp- skot um, hvussu samstarvið millum føroyska heilsu- verkið og Ríkissjúkrahúsið kann skipast. Bóðu um vegleiðing Tað var leiðslan fyri sjúkra- húsverkið í Føroyum, sum fyrr í ár setti seg í samband við Ríkissjúkrahúsið um samstarvið, og í summar vóru ty fólk av Ríkis- sjúkrahúsinum í Føroyum og høvdu fund fyri lænum og sjúkasystrum í Føroyum. Pál Weihe, læknastjóri, vil fegin rudda burtur ta misskiljing, at føroyska heilsuverkið nú ætlar at átaka sær alla viðgerð av krabbameinssjúklingum. Tað ber ikki til. Á fundinum í august ð nevndur tann møguleiki, at ein lækni vid serligum kunnleika, ein konsulentur, kom av Rík- issjúkrahúsinum tl Føroya regluliga, Ld. annan hvønn mánað tveir dagar. Hesin kundi verið vid ul at kanna føroyskar sjúklingar, so- leiðis at summir sluppu undan at farið til Danmark- ar í viðgerð ella ul eftirlit. Onkuntíð hevði tað eisini verið ein fyrimunur, at ein lækni við serleika uttanfyri føroyska heilsuverkid, kundi vegleitt um møgu- leikarnar fyri viðgerð. Har- æst kundi konsulenturin leiðbeint starvsfólkinum á Landssjúkrahúsinum í at viðgera og at hava eftirlit, Stutt sagt undirvíst tey. Best á einum stað Ætlanin við at fáa slíka kon- sulenttænastu er ikki at taka nakrar arbeiðsuppgávur frá hinum báðum sjúkrahúsun- um. Men sagt varð á fund- inum, at talið av krabba- meinssjúklingum í Føroy- um, at best er at savna alla viðgerð og alt eftirlit á ein- um stað, har ein medisinari, sum hevur onnur arbeidsøki eisini, kundi fingið neyðuga undirvísing í at viðgera krabbameinssjúklingar. Heine Høj Hansen helt tað ikki vera beint at seta ein lækna burturav til krabbameinssjúklingar, ti tað er landið ov lítið. Pál Weihe sigur, at sam- starvið millum føroyska heilsuverkið og Ríkissjúkr- ahúsið altíð hevur verið av- bera gott. Ríkissjúkrahúsið ætlar ikki at noyða nakað inn á føroyingar men bjóðar sær bara til at lata konsu- lent, sum tey smærru sjúkrahúsini í Danmark eis- ini fáa frá Ríkissjúkrahús- inum. Eingin togan Fær heilsuverkið slíka avtalu við Ríkissjúkrahús- ið, verður eingin togan mill- um føroyska og danska sjúkrahúsið um sjúklingar. Nr. 192 — 17. oktober 1991 Sjúkrahúsverkið hr fer altíð at rådføra seg við kon- sulentin, og heldur hann, at sjúklingurin skal koma til Danmarkar at fáa viðgerð ella til eftirlit, fer eingin í Føroyum at seta seg upp ímóti ti. Hinvegin er ætl- anin at fáa skipað arbeiðið soleiðis, at Ríkissjúkra- húsið í summum fórum kann siga sjúklinginum, at ikki er neyðugt at koma niður, t.d. tå viðgerðin er av, og sjúklingurin bara skal ganga til eftirlit. - Við at fáa hesa avtaluna og at útbúgva starvsfólk her vænta vit, at sjúklingarnir skulu kenna seg líka tryggar vid at fáa viðgerð ella ganga til eftrlit í Føroyum, sigur Pál Weihe. Ikki alt í Føroyum Sjúkrahúsverkið ætlar ikki at átaka sær alla viðgerð av krabbameinssjúklingum. Sum dómi um hetta kann nevnast, at danski yvir- læknin mælti frá at fáa stráluviðgerð í Føroyum. Slík viðgerð verður bara givin stutt tíðarskeið í senn. Teir sjúklingar, sum ikki orka at fara niður at fáa geislaviðgerð, kunnu við- gerast við heilivági. Tosað varð eisini um at tryggja, at føroyskirsjukklingar skulu sleppa undan at vera fleiri dagar niðir enn neyðugt. Hetta roynir Ríkissjúkra- húsið eisini at gera, tá sjúkl- ingar koma inn úr ødrum býum enn Keypmanna- havn. - Endamálið við konsu- lenttænastuni er stutt sagt at kunna geva betri viðgerð í Føroyum, og at økja um samstarvid, so tænastan verdur so g60, at krabba- meinssjuklingarnir fåa lika stórt álit á føroyska heilsu- verkinum, sum teir hava á Ríkissjúkrahúsinum, sigur Pál Weihe. randi Leiðslan fyri føroyska heilsuverkið bað í summar Birthe Høj Hansen, yvirsjúkra- systur á ornitologisku deildini, Hene Høj Hansen, professara og yvirlækna á somu deild og Marianne Johansen, planleggingarleiðara, øll á Ríkissjúkrahúsi- num, at koma til Føroya at tosa um at samskipa viðgerð og eftirlit av krabba- meinssjúklingum — Tosa opið um krabbamein Leygardagin heldur Føroya Felag móti Krabba- meini "krabbameinsdag " i Øravik, har opið hús verður við fyrilestrum og práti Tað skal bera til at tosa um sjúkuna krabbamein Tað heldur Føroya Felag Krabbameini, sum moti leygardagin hevur sam- komu á Gistingarhúsinum í Øravik. Henda samkoma ska! skiljast sum framhald av "krabbameinsdøgunum"” i Norðurlandahúsinum Í Øllum april áhugaðum suðuroyingum bar ikki til at koma við tá, og ti fer felagið nú til Suðuroyar. Á Gistingarhåsinum i Øravik verda fyrilestrar, m.a. fara tey at greiða frå arbeiðsbólkinum hjá fel- agnum, "Bót til bata", ið vendir sær til kvinnur, sum hava havt ella hava krabba- mein í bróstunum. Fólk, sum hava havt krabbamein, fara at greiða frá sínum royndum. Men stundir verða eisini til at práta, fáa kaffi og heilsugóðan bita afturvið. Felagið hevur ymsar fald- arar, onkrar á føroyskum eisini, at leggja fram. Við hesum tiltakinum væntar felagið at komu í talu við fleiri sum eru ella hava verið sjúk, avvarandi og onnur, sum hava áhuga. Christian = Winthereig, nevndarlimur í Føroya Fel- ag móti Krabbameini, sigur, at aftaná tiltakið í Norður- landahúsinum hava uppaft- ur fleiri enn áður vent sær til felagið við spurningum. - Viteru ikki serfrødingar í felagnum, og vit kunnu ikki svara upp á allar spurningar, men vit halda, at vitkunnu hjálpa hvørjum gðrum í felagnum, sigur hann. Tosað hevur verið um at fara til onkran annan part í landinum í vetur at halda "krabbameinsdag". Felagið hevur eisini aðrar ætlanir. Tað hevur verið nevnt at fáa onkran åhug- averdan fyrilestrahaldara at koma til Føroya - sum eitt dómi. Í november skal ein fundur verða í Havn við endamálinum at gera fleiri arbeiðsbólkar, tí nevndin vil hava limirnr atvirka - og virka fyri at fáa eitt opið orðaskifti. Krabbameinadagurin leygardagin í Øravik byrjar kl. 14. Skráin verður lýst seinni. randi