Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

siða 10 æ * i sn Liva vit I eini drevmaver0? Um »GODSKING« og edling av fiski. Greinina hevur Andrias Lava Olsen skrivað í blaðnum „Okkara millum« Herrópini Tað tykist sum ein sjúka er komin í samfelag okkar,a har vit í staðin fyri at sundurloysa vanda- mál í samfelagnum fyri at finna loysnir at beta um tey, heldur smíða okkum lættfingin loysunarorð og skipa samfelagið um eftir teimum. Tað var annars í einum landi sunnan fyri okkum, í tríatiárunum, at propa- gandatøknin menti seg fullkomiliga. Tad sær ikki mætari åt, enn hesin fram- ferðarháttur, ið er nær- slektaður við nýmótans reklamu innan selu, er við at fáa fastatekur á okk- um. Tað var eina ferð aftan á kríggið, at bretar fingu skuldina fyri at oyða indir Feroy um, og bert 3 at taka yvir stovns- røkina sjålvir kundi skil koma á. Agangurin móti bretum var egiligur í síni tíð. Veruleikin man vera, at teirra fiskiskapur mun- aði lítið í oyðingini. Oyð- ingina hava vit sjálvir evnað væl betur, aftan á vit sjálvir tóku stovnsrektina. Tað er dukað inn í ætt- arlið okkara, at vit eiga heimsins ríkasta sjógv uttan um okkum. Veru- leikin er, at sjógskið undir Feroyum er eitt tað trupl- asta veiðugkið, ið finst í heiminum. Væl er fram- leiðslan reiðiliga stór, mea veðurlag og streymviður- skifti ger veiðitólini væl dýrari og effektiva veiði- dagatalið minni enn á eðr- um veidiøkjum. Vit síggja tað við einum samanburði fyri umleið 10 árum síðani, tá stovnarnir vóru betri fyri enn í dag. Tá kundi ein 100-tons bátur undir Feroyum fiska eini 1200-1500 tons um árið, undir Íslandi eini 2500 tons, og fórt tú t.d. til Suður-Amerika (Uru- guay), so kundi ein tílíkur bátur fiska 4500 tons um árið og við minni stríði enn okkara bátur fiskaði síni færri tons. Tá vit komu inn í sjeyti- árini, kom eitt liggjandi yvir sjóarfall av vónum til svartkjaftin. Tað vóru enntá menn, ið dýktu á at sleppa veiðirættindum okkara í fremmanda- sjógvi, tess fyri tess betur, og seta á svart- kjaftin í staðin. Nú skal hetta fiskaslag ikki fáa nakað ringt orð við sær her, men veruleikin er, at svartkjafturin gjørdist okkum ein dýr roynd. Sjálvur eri eg millum teirra, sum hava ringt við at skilja, at vit í lítla samfelagi okkara ikki megna í felag at sundur- loysa og leita okkum inn í hjartað av vandamálum okkara, greina tey út, so samfelagið verður lagað eftir veruleikanum og vit ikki sita og smíða nýggj herróp og rakstrarróp. Edling á flaka- virkjunum Eitt tað seinasta herrópið, sum hevur leitað sær inn í samfelagið og eisini fingið sess á hægsta tingi okk- ara er »g6dsking«, eitt orð, sum er lítið munnbært og skilandi. Eg fari her at kalla tað »edling«. Hetta loysunarorð er hjá okkum lagt út sum, at jú hægri prís tú fært fyri eina veru, tess meira er hon edlað. Lat okkum taka eitt ein- falt dømi um tað fiska- slag, vit hava mest av, upsa, nú vit nærum hava oytt toskin undir Feroy- um. Vit siga, at upsi kann avreiðast fyri einar kr. 6,00 i Føroyum, og verður tilgjørdur til tyska markn- adin til eina vøru, sum gevur kr. 17,00 pr. kg. Hetta ljóðar jú gott. Men fyri at fáa 1 kg av seluveru skalt tú nýta 1,7 kg av upsa, so umroknað ekist virðið fra kr. 6,00 til 17,00: 1,7 ella til kr. 10,00 pr. kg. av feskum upsa. Virdisøkingin er sostatt kr. 4,00, men tað er brutto. Her fara útreiðslur burturav, arbeiðslenir, pakkitilfar, ravmagn, kapitalkostnaður og so framvegis, og veruleikin er, at flakavirkini standa bert so dánt upp og niður. Tað er væl eisini tí, at prís- urin er settur til kr. 6,00. Men skipið stendur seg ikki fyri kr. 6,00. Fyri at beta um hetta fer samfe- lagið inn í millum og gev- ur góðar 2 kr. sum ískoyti til skip og manning, og gevur umframt manning- ina beinleiðis studning, fyri í heila tikið at fáa skipini mannað. Var edlingin negativ? Men hevur fiskimaðurin annað val at fáa meira burtur úr enn kr. 6,00 frá flakavirkinum og kr. 2,00 frá samfelagnum (partvís frá sær sjálvum)? Jú, hann kundi farið uttan- lands við fiskinum. Ég giti, hann har vildi fingið kr. 14,00 fyri upsan. Íðan, hvat er hetta fyri nakað? Aftan á at vit hava »edlad« upsan heima til eitt virði upp á kr 14,00, so fæst eins nógv fyri hann uttan at edia fiskin. Tá fiskimaðurin í eðrum førinum, við okkara edl- ing, kann fáa 6,00 kr. (utt- an studning) og hinum fer- inum kr. 14,00 fyri óvið- gjørdan fisk, so er henda edling negativ, og tá er tað ein mótsegn at kalla tað edling. Tað, sum er galið, er at vit liva av loysunarorðum og ikki seta okkum niður at sundurloysa málið. Fyri tað fyrst er »edl- ing« eitt misskilt orð (og góðsking eitt misskapað orð). Ein svii, sum tekur málm upp úr jerðini, ger tað ikki fyri at nýta málm- in sum so. Málmurin hev- ur einki nýtsluvirði sum hann er, virðið liggur ein- ans í, at hann kann gerast um til stál. Tað er ein edl- ing. Steðan hjá fiskivinnu okkara er tann sama sum hjá einum bónda, ið neyv- an fer at dyrka tomatir fyri at »edla« tær til tomatsós, hann vil leggja doyin á, at skapa sær slík- ar umsteður, at hann kann sleppa av við tomat- irnar, feskar, og bert ar- beiða tann partin upp tjl tomatsås, sum hann ikki fær selt sum feskar to- matir. Eisini hjá honum vil ein og hver »edling« vera negativ, og tí ikki vera nøkur edling, men nakað hann er noyddur at gera við tann partin av tomatunum, hann ikki fær selt feskar. Fiskur hevur fleiri marknaðarræsir at ganga eftir eins og tomatirnar. Hvussu vit venda og snara tí, vil tann feski, évidgjørdi fiskurin á degverðaborðinum hjá endakeyparanum geva tað stersta upprunavirðið til tann feska fiskin. Tann vidgjørda fiskaveran kann ikki seljast fyri sama prís (roknað í upprunavekt í fiski), hvussu nógv tú enn gert við hana. Tað hevur eydnast gjøgnum tidirnar at skapa marknaðir, har feskur fiskur ikki kann fást, við at læra fólk at venja seg í staðin at eta »beinfriar« fiskavørur. Men umrokn- ad til upprunavekt å fiski er virðið minni. Tad kann vera neyðugt at gera tað fyri at sleppa av við ein part av framleiðsluni, men tað kann ikki gerast til eitt endamál í sjálvum sær. Hvat er at gera? Vit mugu gera okkum greitt, at fortreytirnar fyri fiskahandli okkara eru broyttar almikið, síðan vit bygdu flakavirkir í 1960- unum. Tey komu sum eitt alternativ til ein ofta svikaligan feskfiska- marknað í Bretlandi. Í dag sigla skipini skjótari, eru betur innrættað, og nýggir flutningsmeguleik- ar eru tekir ella kunnu gerast tøkir at flyta >óedl- adar«, men virðismiklari verur av landinum. Og handilsforðingar fyri fesk- an fisk í EF svinna burt- ur. Hvussu vit so berjast móti menningini á hesum eki og læsa okkum inni við herrópum, kunnu vit ikki reingja tann veruleik- an, at feskur fiskur er tann fiskavera, sum ber Nr. 192 — 17. oktober 1991 hægst virði heim til sam- felagið og sterstu úrteku til skip og manning. Vit eiga heldur fyrr enn seinni at laga okkum til nýggjar umsteður, har fiskur verð- ur umsettur í meira lagi feskur, og í minna lagi til- gjørdur. Uppgávan hjá frægasta fólki okkara er at greina avleiðingarnar út, so samfelagið verður lagað til veruleikan og ikki til eina dreymaverð. Tað verða so nógv vandamál at umhugsa. Sum virdisøkingin hækk- ar á fiski okkara, fer ar- beiðslagið á flakavirkjun- um at broytast. Bert tann parturin av fiskinum, sum ikki fæst feskur á markn- aðin, skal viðgerast. Um- framt eiga tey at skipa fyri flutingi av feskum fiski til marknaðin. Ar- beiðsmegin fer at minka á flakavirkjum, men hin- vegin fáa fiskimenn og skip betri úrteku. Úrtek- an úr fiskivinnuni fer at økjast, men býtt í eitt annað lutfall enn fyrr mill- um skip og manning eðru- megin og fólk á landi hinu- megin. Hetta fer at taka ta »afturbering«, sum i dag fer fram, fyri at rætta upp eina skeiva avleiðing av hugsjónunum um »edl- ing« av fiskavørum. Eg dugi ikki at siggja annað enn, at vit vid okk- ara tilfeingi av búskapar- og eðrum freðingum, reiðiliga lættliga eru fer fyri at rokna hesar avleið- ingar út, og teir eiga at taka allar tættir við, sum ávirkast av broyttum ræs- um fyri peningastreymi frá fiskivinnuni. Teir mugu eisini taka tær meira ósjónligu útreiðslur- nar við, samfelagið ber av ílegum og rakstri fyri at halda tí arbeiðsmegi í gongd á virkjum, sum fá- ast við eina negativa edl- ing. Andrias Lava Olsen