fríggjadagur 18. oktober 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AURAR UU
Nr. 193 — 18. oktober 1
Landskrona. Tað var um
reppið, at tjóðarhetjur
okkara fyrsta korterið í 2.
hálvleiki fingu altjóða
hetjurnar úr Jugoslavia á
knøini. Fryntligi týski
dómarin hevði ikki meira
enn sett dystin í gongd
aftur, tá Todi Jónsson
eftir frálíkt uppspæl frá
Jan Allan og Allan fekk
frálíkan meguleika at
javna til 1—1, men kúlan
snittaði bert píkarnar, og
so var tann meguleikin
burtur.
Men tað var ikki nóg
mikið: tveir min. seinni
noyddist Dmerovic út úr
brotsteiginum, og tað var
bara við neyð og deyð, at
hann hjálptur av verju-
leikara fekk byrgt fyri, at
jan Allan ella Abraham
fekk javnað
Triði meguleikin kom
veir min. seinni: Kurt set-
ir ferð á, tá Jóannes ger
seg til at taka langt frí-
spark, bólturin er neyvur,
og tað er bara óhepni, at
nýklakti bakarasveinurin
ikki fær stútað niður í
handara hornið.
Sjónligt var, at heims-
stjørnurnar høvdu ilt við
at taka føroyingarnar og
føroysku møguleikarnar í
álvara, men tað gjerdi
Osim á beinkinum. Fleiri
menn vórðu sendir at hita
upp, og korter eftir før-
oysku meguleikarnar tók
hann fyrst ein álopsleik-
ara út og so aftur ein.
Manglaðu hugfiog
Tað vóru boð eftir Jens
Martini nakrar ferðir, og
hann bjargaði frálíkt,
bæði tá langskotini komu
stiklandi eftir váta vellin-
um, hegu bóltarnir komu
skrúvandi, eitt frálíkt
fluktskot úr 19 metra fjar-
stødu, og ikki minst við
góðari beinparadu, tá
rangstødufellan miseydn-
aðist.
Men annars knípti tað
fyri heimsstjørnurnar at
spæla seg igjøgnum til
opnar meguleikar. Okkara
menn gjørdu í fult mát
nýtslu av kollektivu
verjumøguleikunum, fót-
bóltsspælið gevur megu-
leikar fyri. Juggarnir
megnaðu ikki neyvt eitt
tvey samanspæl í tettu
verjuni, og teir høvdu
ongan Stoikovic ella
Prosinecki at fara sjálvir,
soleiðis sum vit sóu
Michael Laudrup gera tað
í ítróttarparkini seinasta
heyst.
At teir øktu til 2—0 12
991
min. fyri leiklok, var ein
natúrligur kostnaður fyri
mongu frísperkini, okkara
menn gjørdu dygst uttan-
fyri brotsteigin, ti teir
uppfataðu steðurnar
seinni enn peningaleikar-
arnir, men 2—0 málið bar
ikki boð um, at Jugoslavia
í hesum partinum av dyst-
inum hevði so nógvar mál-
meguleikar, at sterri
leiðsla var sjálvsegd.
Ikki minst í sambandi
við uppdekkingina í múr-
inum, tá jugoslavarnir
hevdu fríspark uttanfyri
brotsteigin kom til kenn-
ar hvussu okkar menn
heilhjartaðir bardust fyri
fødilandinum.
Hepnið var við
Einki forgjert hevði verið
í, at jugoslaviska leiðslan
var sterri í steðginum.
Stórar partar av 1. hálv-
leiki var feroyski brots-
teigurin mannaður við
16—19 monnum, og at
ikki fleiri mál komu enn
tað, sum Jugovic potaði
millum beinini á Jens
Martini eftir uppspæl frá
Sacicevic, skyldast part-
vís vánaligum skotroynd-
um (bert tvey skot innan-
fyri målrammuna) og
partvíst, tí okkara menn
við nærlagni og ídni ofr-
aðu seg og harvið vóru
blessaðir við tí hepni, sum
í so stóran mun saknaðist
móti norðurírum.
Mótsatt 2 hálvleiki
vóru tað heimsstjørnur-
nar, sum avgjerdu leik-
ferðina. Tummas Eli hevði
ikki sama takið á Savice-
vic, sum hann fekk í 2.
hálvleiki, og mesta álops-
spælið gekk gjøgnum
henda fótbóltssnillingin.
Men hugflogið rakk bert
til yvirlegna bóltviðgerð
og snýting av feroysku
stríðsmonnunum, soleiðis
at teir — til stórt undir-
hald fyri nógvu jugo-
slavisku áskoðararnar —
lógu eftir á sum særdir
tarvar í leikinum, vit
kenna frá sponsku arena-
unum.
Men tað gjørdi ikki so
nógv, ti um ein føroyingur
lá á váta vellinum, so vóru
altíð minst tveir aftanfyri
at bakka upp, og tað var
orsekin til, at tað í so stórt
mál knípti, tá hægri leik-
ferðin, yvirlegna bóltvið-
gerðin og hugflogið
skuldu umsetast til opnar
málmeguleikar.
Hipp, hipp Feroyar!!!
-nn-
= -
+ Å, inhla AM
ski risin rillaði
Síða 13
Tann heilt fantastiska fótparadan hjá Jens Martini, tá jugoslavar sluppu leysir eftir miseydnaða rangstødufellu.
Stórt løgreglulid
stóð til reiðar
Alt gekk friðarliga fyri seg, so ikki var
neyðugt var hjá liðnum at vísa seg
Svensku myndugleikarnir
hevdu sett strong trygd-
artiltøk í verk at standa
ímóti við, um spenta stød-
an í Jugoslavia skuldi
komið til sjóndar millum
mongu áskoðararnar, sum
teir roknaðu við fóru at
koma til dystin. Tað
búgva nógvir jugoslavar í
økinum kring Lands-
krona.
Fleiri løgreglumenn enn
vanligt sóust millum
áskoðararnar og á økinum
uttanfyri. 70 menn á hest-
baki og við hundum
goymdu seg og kundu
vera á staðnum eftir lítlari
løtu, og á løgreglustødun-
um í Malme og Helsing-
borg vóru stór lið tilreiðar
at seta kósina móti Lands-
krona, um tað skuldi
gjerst neyðugt.
Men alt gekk friðarliga
fyri seg, tíbetur. Ment-
unardeildin hjá kommun-
uni í Landskrona hevði
roknað við einum 3.000
jugoslaviskum áskoðar-
um, 500 feroyingum og
eitt sindur fleiri svium,
men tað komu bert 2.345
alt í alt. Nógv teir flestu
vóru jugoslavar, og tað
mundu fyri tað mesta
vera slíkir, sum taka undir
við tí, sum er eftir av
tjóðini.
Í hvussu so er hoyrdist
nógv til teir, og innan-
hýsis hevdu teir tað frá-
líkt.
Tibetur
eydnaðist okkum til blaðið í dag at
fáa fatur á myndum frá dystinum í
Landskrona mikukvøldid millum
Føroyar og Jugoslavia, hóast eingin
hendanvegin í gjár,
men
Tiverri
måttu vit taka til takkar vid myndum
igjøgnum telefax, og hava tær ti ikki
ta dygd, tær kundu havt, var talan um
rættiligar og upprunaligar
fotomyndir. Vónandi ber lesarin yvir
vid okkum i hesum
flúgvari fleyg
Mynd: Rúni Brattaberg