fríggjadagur 18. oktober 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
"GC
- -
ya besiu
spæla billard
á Viðareiði -
og í Klaksvík
Kappast verður um Haldor Holm steypið
Í
Í dag og leygardagin hitt-
ast 8 av landsins bestu
billardspælarum í Klaks-
vík og á Vidareidi, har
teir skulu dystast í
kappingini um Haldor
Holm-steypið. Hetta er
triðju ferð, at kappast
verður um hetta steypið,
sum Billardsamband
Føroya gav í 1989 fyri at
heiðra leiklutin hjá Haldor
Holm, sála í
billardspælinum her
heima.
Í ár verður so fyri fyrstu
ferð eisini spælt á Vidar-
eiði - á borðinum hjá
Hotel Norð. Harumframt
verður spælt í Klaksvíkar
Klubba. 8 av landsins
bestu spælarum hava
kvalifiserað seg til
kappingina. Teir spæla í
tveimum bólkum. Nr. 1
og 2 í hvørjum bólki fara
so vidari til
finaluumfarið, sum verður
spælt í Klaksvík
leygardagin.
Í bólki 1, sum spælir
innleiðandi umfarið í
Klaksvíkar Klubba, eru
René Sørensen, Steingrím
Samuelsen, Jan Múller og
Steinbjørn í Dali. Í bólki
2, sum spælir innleiðandi
umfarið á Viðareiði, eru
Eirikur Nielsen, Sonhard
Johannesen, Jørleif Næs
og Oddur Dimon.
Vinnari av kappingini
um Haldor Holm steypid i
fjør var René Sørensen.
Føroya Bjór er høvuds-
sponsor til kappingina og
letur steyp ul teir tríggjar
bestu spælararnar.
Nr. 193 — 18. oktober 1991
3
i
Í
Haldor Holm, sáli við tí stóra steypinum, sum Billardsamband Føroya gav
landsisn bestu spælarum at kappast um til tess at heiðra leiklut hansara í
billardspælinum. Steypið kann ikki vinnast til ognar, men hevur fastan bústað í
Klaksvíkar Klubba. Haldor náddi at uppliva tær báðar fyrstu kappingarnar í
1989 og í fjør.