leygardagur 19. oktober 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 194 — 19. oktober 1991
Síða 7
Virkini mugu fáa
fisk hverja viku
-Ein og hvør kann skilja, at flakavirkini mugu fáa fisk hvørja
viku. Tað ber ikki til, at tey bara skulu taka ímóti tilvildarligum
landingum, tá ið prísurin uttanlands er í botni, og fiskimenninir
ikki fáa meira burtur úr kortini. Standurin í landinum er sera
vánaligur, og eingin orsøk er at gera hann verrri skrivar stjór-
in á Føroya Fiskasølu, Bjarti Mohr í oddagrein í Okkkara
millum. Hann skrivar:
»Saman at halda varð ei
okkum givið,
ti er so lítið burturúr
her blivid«
(H.A.D.)
Fyrstu níggju mánaðirnar
í ár eru ráfiskaprísirnir
munandi hækkaðir, bæði á
ráfiski og á lidnu útflutn-
ingsverunum.
Feroyar hava bert eina
veruliga innteku: útflutn-
ingurin va fiskavørum.
Uttan mun til, hvussu
samfelagsinntøkurnar
verða roknaðar út, so
verður fiskivinnan hjartað
í samfelagnum. Arliga
verða uml. 310 mió. kr. út-
goldnar til lenir á fiska-
virkjum og uml. 755 mió.
kr. útgoldnar í hýrum til
fiskimenn. T.v.s., ein góð
milliard verður latin í
lenum til arbeiðsfólk á
sjógvi og landi. Henda
milliard er m.a. farin víð-
ari í skatti til tann stóra
almenna sektorin, hús eru
bygd, og matur o.a. eru
keypt fyri lenina. Hetta
hevur sostatt skapt ein
eftirspurning eftir verum
og tænastum, sum so
aftur hevur skapt hundr-
aðtals arbeiðspláss, osfr.
Óneyðugt er at greina út í
æsir, hvenn týdning hetta
hevur fyri samfelagið.
Hví eru fiskaprísirnir
hækkaðir? Fyri tað fyrsta
hevur eftirspurningurin
verið stórur og útboðið er
sum heild minkað. Fyri
tað næsta hevur uppboðs-
skipanin skapt ein dyna-
mikk, ið var tiltrongdur.
Fyri tað triðja eru vit
vorðnir betri at selja tær
rettu verurnar til rettu
kundarnar, og virkini
effektivari. Ráfiska-
prísirnir hava ongantíð
verið so hegir sum í ár, ja,
so hegir, at bæði fransar,
norðmenn og aðrir hava
verið í Feroyum og
landað.
Hóast henda stóra fram-
burð, er hetta helst ikki
nóg gott. Reddir eru
frammi, ið mæla til, at vit
eiga heldur at útflyta all-
an fiskin óviðgjerdan av
landinum. Europeisku
feskfiskakeypararnir vilja
gjalda meira enn dupult
so nógv sum feroysku
flakavirkini fyri rundan,
feskan fisk. Eisini verður
sagt, at »samfelagsliga
sæð< er hetta ein betri
loysn, enn at framleiða
verurnar í Føroyum. Tá ið
ein hevur sæð, hvussu til-
vildarlig selan og prísirnir
eru á
feskfiskamarknaðunum í
London, Grimsby,
Boston, New York,
Tokyo, ja, kring allan
heim, hevur ein sera ringt
við at skilja hetta tosið
um útflutning av heilum,
óviðgjerdum fiski. Sum
oftast er tað avtalað spæl
ímillum keypararnar, hver
prísurin skal vera.
Fiskasølan hevur fyrstu
níggju mánaðirnar í ár út-
flutt fyri 1,4 mia. kr.
Hetta er ein øking upp á
200 mió. kr. í mun til
1990. Í sama tíðarskeiði
eru negdirnar minkaðar
uml. 10 proesnt. Hevdu
omanfyri nevndu útflutn-
ingstel ístaðin verið fyri
feskan óviðgjerdan fisk,
hevði útflutningsvirðið
verið munandi minni. Vit
selja eisini feskan fisk og
flok, og tí kenna vit teir
veruligu prísirnar.
Menn við áræði og sum
vildu skapa nakað, settu
flakavirkir í gongd. Er alt
hetta arbeiði til fánýtis,
og kann tað veruliga vera
so einfalt, at virkir og ar-
beiðsfólk á landi einki
oyra skulu forvinna, og at
hetta kortini er ein góð
samfelagslig loysn?
Vit skulu sjálvadni vera
kappingarfer í prísi. Rá-
fiskaprísirnir í Feroyum
hava væl og virðiliga sam-
svarað teimum útlendsku
í ár. Prísirnir á útlendsku
marknaðunum kunnu eis-
ini lækka, so tað munar,
og hvar skal fiskurin tá
seljast?
Ein og hver kann skilja,
at virkini mugu fáa fisk
hverja viku. Tað ber ikki
til, at tey bara skulu taka
ímóti tilvildarligum land-
ingum, tá ið prísurin utt-
anlands er í botni, og fiski-
menninir ikki fáa meira
burturúr kortini. Standur-
in í landinum er sera vána-
ligur, og eingin orsek er at
gera hann verri.
BM
BP/F ELEKTRON
1
Søkt verður eftir
fólki til PC-bólkin
Tað er stór útbygging farin fram innan
PC-økid seinastu árini, og pláss er nú
fyri einum fólki aftrat.
Vit sóknast eftir einum dugnaligum fólki
til eitt áhugavert arbeiði í einum stimbr-
andi umhvørvi, ið eigur framtíðina fyri
sær.
Tað eru í løtuni 4 fólk í bólkinum, og ar
beiðið er sera fjølbroytt. Tað fevnir m.a
um sølu av tólum og forritum, stuð
ráðgeving, konfigurering, innlegging og
umvæling. Bólkurin ger eisini serlige
PC-skipanir og ger tillagingar til stand
ardútgerð og -skipanir, tá hetta krevst
Harumframt verður av og á hildið si
fyri brúkarum, og bólkurin luttekur í yn
iskum verkætlanum, ið viðvíkja host
skipanum, sum hava við PC'arar at
gera.
Tað er ein treyt, at tú hevur fingist við
PC'arar fyrr, at tú hevur hug og hegni til
slíkt arbeiði, og at tú dugir at arbeiða
sjålvstødugt. Tú mást duga at lesa
hondbøkur á enskum og má vera fyri-
reikað(ur) upp á, at ein partur av arbeið-
inum er at læra nýtt alla tíðina.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur fing-
ist við programmering, og um tú
frammanundan hevur kunnleika til onkr-
ar av teimum skipanum, vit arbeiða við,
t.d.:
DOS, OS/2, Windows
lokalnet
roknskaparskipan
tekstviðgerð
Rokniark
Databasar
terminalemulering
Løn eftir útbúgving og kvalifikatiónum.
Umsókn skal áðrenn 30. oktober 1991
sendast til
P/F ELEKTRON
Postsprekka 219
FR-110 Tórshavn
TIf. 14505
Um tað eru Spurningar, kanst tú venda
tær til Elektron og tosa við Jógvan Bæ-
rentsen ella Bjarna Wilhelm.
Leiga
av Sørvågs Bio til bingo, veitslur o.a.
Wild West
TIf. 33027 aftan á kl. 17.00
KEE