leygardagur 19. oktober 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 194 — 19. oktober 1991
Tey dugdu væl at fáa
burturúr. Einar 60
ymiskar vørur fingu tey
úr kokosnøtunum.
Uttasta lagið brúktu tey
til brenni
merkis var hvussu vinsælt
fólkið var. Prátingarsom
og øll heilsaðu og skemt-
aðust, og soleiðis vóru
eisini tey, eg nú skuldi fara
heim við og búgva hjá.
-Danska familjan búðu
eitt sindur uttan fyri sjálv-
an býin. Tey búðu í einum
vit kunnu kalla hampu-
ligum sethúsum, men
uttanum búðu tey flestu
sum fyrr, í meira at kalla
smáttum. Tað er skeivt at
siga fátæksligt. Tey settu
onnur lívsvirði hægri enn
vit vanliga gera.
Til hvort hús ella smáttu,
hoyrdi ein líul jarðarteigur,
sum tey stórt sæð livdu av.
Tað ein sjálvur ikki hevði,
fekk ein frá grannanum í
býti við annað. Pengar
kendu tey lítið til. Tey
tóktust at liva ein dag
isenn, og hetta merkti
eisini arbeiðsplássið eg nú
skuldi uppliva.
Sum í Edens Hava
-Hetta var lítil maskin-
verkstaður, har fimm mans
arbeiddu. Eg metti klokk-
an nýggju, og hinir komu
sum leið út á fyrrapartin,
so hvgrt teir vóru
vaknaðir. Amboðini vóru
ikki tey mest framkomnu,
men teir, ið arbeiddu har,
vóru sera dugnaligir. Vit
gjørdu alt vanligt maskin-
verkstaðararbeiði við
vánaligum amboðum, og
hesum lærdi eg nógv av.
-Kaffiløturnar vóru held-
ur ikki sum her. Tær vóru
bædi mangar og langar.
Ikki var neydugt at hava
matpakka vid. Hann hekk
á rødunum uttanfyri. Tað
var sum at sita í Edens
Hava og eta morgunmat.
Spurdu um Føroyar
Niels Holm greidir frå, at
eisini teir, sum arbeiddu å
verkstaðnum, vildu fegnir
vita hvagani hann kom.
-Eg royndi at tekna eitt
lítið heimskort í sandin, og
soleiðis vísa teimum hvar
Føroyar vóru. Hesar
oyggjarnar høvdu teir
sjålvandi ikki hoyrt um
fyrr, men Skandinavia
høvdu teir hoyrt um. Hetta
er annars eitt sera væl
skúla fólk. Allur skúli er
ókeypis, men bert synd, at
tey ikki høvdu so nógv at
brúka sín lærdóm til á
oyggjunum. Flestu ungfólk
fara burtur eftir útbúgving,
men koma tó heima aftur
nøkur ár seinri.
25 stig um veturin
Tå vit hava summar i
Føroyum, hava tey å
Tonga-oyggjunum vetur.
Men hesin er ikki sum
okkara.
-Summar å Tonga man
neyvan vera nakad fyri
føroyingar. Men um vet-
urin er sum tad skal vera.
Upp i 25 stig og vatnid enn
heitari. I friløtunum gjørdu
vit ti nógv av at sigla vid
småum båtum millum tær
mongu oyggjarnar, sum
tilsamans eru 170 í tali. Og
at svimja millum koral-
rivini var spennandi. Lívið
í havinum er ríkt og
landslagið fjølbroytt og
vakurt.
Viljadi einabúgva
-Ein dagin vóru vit úti á
eini lítlari oyggj og vitjaði
ein danskan einabúgva.
Har hevdi hann búð púra
einsamallur í 11 ár, men
seinastu 30 árini búðu
eisini onnur á oynni. Á ein
ella annan hátt varð hann
vorðin væl við kongin á
Tonga, sum hevði lánt
honum summarhúsið hjá
drottningini at búva í.
-Ein løgin stavnur. Hann
visti um nógv at síga.
Hann greiddi millum
annað frá, at hann, beint
sum hann kom higar,
hevði sagt Tonga-fólk-
inum, at hann bar ótta fyri,
at tann dagurin fór at
koma, at devulin fór at
koma til oyggjarnar. Hann
sipadi ul pengasamfelagið,
men enn var hesin devul
ikki komin av ålvara.
Við farmaskipi
Tað eydnaðist Niels
Holm at koma við einum
tonganskum farmaskipi,
og á hendan hátt uppliva
stóran part av oyggja-
fólknum. Tað er langt
millum sunnasta oyggja-
bólkin og norðasta. Um
hálvan annan tíma við
flogfari.
-Arbeiðslagið umborð,
eins og við at lossa og
lasta, var sum alla aðra-
staðni á oyggjunum. Tað
tók sína tíð við proviant-
eringini, sum tók megin-
partin av einum degi. Hver
av manningini kom við
sínum, hann skuldi hava
við á túrinum. Ein við
kokusnøtum annar við
vatnmelonum. Annars var
meginparturin av farm-
inum úr New Zeelandi og
Australia. Niels Holm fór
av skipinum å nordasta
oyggjabólkinum.
Vælkomin
Her kendi Niels Holm
seg eins vælkomnan og
alla aðrastaðni. Hann var
ikki meira enn komin í
land tá hann hitti eina
gamla konu, sum beyð
honum heim til hús. Hon
og maður hennara høvdu
sína egnu smáttu, og har
var Niels Holm vælkomnin
at búgva so leingi hann
hevði hug.
Áðrenn hálvtalað varð
orð slapp Niels Holm at
búgva hjá hesum báðu
gomlu á einum av
norðastu oyggjunum av
Tonga-oyggjunum
Landslagið var sera
fjølbroyut. Onkustaðni
forberg og aðrastaðni
pálmur á sandstrond
-Hetta var áhugavert.
Einki luksus, men reint og
nossligt. Stólar og borð
høvdu tey ikki, men gott
pláss var á gólvinum, men
blíðskapurin hevði fyri
teimum nógv meira at týða
enn allir verðsligir hent-
leikar.
-Hesi vóru sum sagt
gomul, men yngru næstra-
fólkini, sum búðu nær-
hendis, syrgdu fyri at øll
høvdu nóg mikið. Tey
livdu av tí jørdin gav, og
haraftrat høvdu tey kríatúr.
Her norðanfyri var kanska
enn meira sum fyrr, enn
sunnanfyri. Men tey tóktist
at vera sera væl nøgd og
livdu fyri at eta, skemtast
og hugna sær. At tilgera
eina máltíð kundi mangan
taka langa tíð. Ofta var
døgurdin tilgjørdur í so-
kalladum jørdovni. Eitt hol
varð grivid og hitað grót
latið í. Síðani kjøtið,
fiskurin, ella tað døgurin
annars skuldi vera hendan
dagin, blandað við kokus-
sevju og ødrum góðum, og
Síða 9
Eina ferð um árið skuldi
"Miss Tong a“ kjó sást
síðani var eitthvert lagt
oman á. Tað kundi taka
einar fimm tímar at gera
ein tilikan døgurda. Men
hvat,- tíð høvdu tey nóg-
mikið av. Og væl
smakkaði, hóast eg ikki
altíð visti hvat eg åt. Men
ilt av matinum fekk eg
ongantíð.