leygardagur 19. oktober 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Konfirmatiónin var fyri
okkum nakað náttúrligt, ikki
bert nakað sum skuldi fáast frá
hondini. Vit játtaðu at vit
vórðu doypt. Men hátíðin
aftaná hendingarnar í kirkjuni
gjørdu ikki dagin verri, siga
fýra gentur sum seinasta
sunnudag vórðu fermdar í
dómkirkjunt í Havn.
Vit eru stødd inni í
kóri í dómkirkjuni í
Havn. Tað er hós-
dagur, uttanfyri
hoyrist høgættin og
Norska Leva sveigg-
jar eitt sindur uppi
undir loftinum. Stól-
arnir eru tómir og
g
tað er kaldligt inni.
inni i kúr sita
fyra ungar eentur.
Seinasta sunnudag
vórðu hesar fermdar í
dómkirkjuni og nú
vilja tær greiða eitt
sindur frá, hvat tær
halda um konfirma-
tiónina. Presturin
Bjarni Bæk er eisini
hjástaddur
Seinasti mánað-
urin hevur verið eitt
sindur ørvisi hjá
hesum fýra gentum.
Fær hava gingið at
lesa, gingið til prest
og tær hava kanska
hoyrt meir um
okkara átrúnað
hendan mánaðin enn
tær nakrantid fyrr
hava gjørt. Tær hava
lisið í bibliuni og
tær hava prátað um
tey ofta torskildu
hugtøkini, sum ofta
verða havd á munni i
fólkakirkjuni.
Játtaðu
Endamálið við kon-
firmatiónini er at játta at
ein varð doyptur sum
barn. Tað er upp ul ein
sjálvan um ein vil fermast
1 rGU Il
á Á Fí Sí >
r ar tr ) ÍA 5
g
ørdu íað Ei 1 J
€lSði ? £ RKGVU 4r
sum vórðu lokkandi?
Hjá okkum var einki
ivamål, vit vildu játta
okkara dóp í konfirma-
tionini, siga allar við ein
munn.
Men hátíðarhaldið
altanaå og gávurnar gera
ikki konfirmatiónina
verr
Í
1
VORI.
Tosa um Gud
Meðan konfirmntarnir
hava gingið at lesa, hava
teir tosað nógv um við-
urskifuni við Guð.
Vit hava tosað nógv
um guðsrelatiónina.
Hvussu Guð er móti okk-
um og vit móti honum,
siga tær.
Her kemur presturin
ímillum
Orð: Jústinus Eidesgaard
Myndir: Jens Kristian Vang
tíðindablaðið
Fremst myndini
síggja vit Edna Mørk-
øre, aftast Anna Rein
Nr. 194 — 19. oktober 1991
—Vit hava tosað nógv
um hvat Guð ger móti
okkum og okkara viður-
skifti við Guð. Men hetta
er bygt á teknið vit fingu
í dópinum, sigur Bjarni
Bæk.
Skilja ikki prest
Tær fýra genturnar
hava allar gingið í kirkju
av og á.
Hvat få > tit burturúr tá
prestur prædikar, skilja tit
tað sum hann ber fram?
—Vit halda at tað ofta
er ringt at skilja hvat
prestur meinar við. Men
vit halda, at vit eru betri
fyri nú aftaná at vit eru
konfirmeraðar at skilja
prædikuna.
Nr. 194 — 19. oktober 1991
"Vit ivaðust Ik"
I dag er kirkjan eisini
eitt sindur meira náttúrlig
fyri okkum, vit kenna
okkum heima.
Ikki ein prévtøka
--Konfirmatiónin er
ikki ein prévtøka. Tað er
ikki kirkjulidid, sum skal
kontrollera, hvat konfirm-
antarnir hava lært. Tå ein
verður konfirmeraður, so
játtar ein, sum áður nevnt
dópin. Men tað sum
konfirmantarnir bera fram
í kirkjuni er í høvuds-
heitinum ætlad til kirkju-
liðið. At konfirmantarnir
vísa hvat teir hava lært,
meðan teir hava gingið at
lesa, kann fáa kirkjuliðið
at hugsa um okkurt, sum
tey hava gloymt, sigur
Bjarni Bæk.
I konfirmatiónunum
hjá Bjarna Bæk skal hvor
einstakur svara spurn-
ingum. Annars er tað
vanligt í dag at allir
konfirmantarnir svara í ein
munn.
--Vit vórðu ógvuliga
tíðindablaðið
spentar áðrenn vit skuldu
konfirmerast. Vit óttaðust
fyri, at vit skuldu gera
nakað skeivt. Men tað
gekk sera væl, siga tær.
Vilja fermast
Bjarni Bæk, er tað øll
børn i kirkjuliðnum, sum
ynskja at konfirmerast?
-Eg haldi, at børnini
hava góðan hug til hetta.
Eg veit ikki um nakran,
sum ikki vil konfirmerast
innan fólkakirkjuna. Og
eg rokni við, at um so
var, so hevði eg frætt um
tað.
--Men hóast ein ikki
vil konfirmerast, so stend-
ur dópurin við. Tað kann
vera at Guð smílist at
okkum, um vit ikki vilja
konfirmerast, men vit eru
hansara børn. Hann ræður
øllum.
-Konfirmatiénin er
ein nåttårligur partur av
vidurskiftunum hjá fólki
ul Gud og kirkjuna. Eg
trúgvi ikki at fólk lata
børnini doypa mekaniskt.
Tey leggja dent å vid
dépinum, at Gud kannar
sær okkum og vil geva
okkum nakað, sigur
Bjarni Bæk.
Sett frá
Fyrr var fermingin ein
próvtgka. Tá kundi henda
at onkur konfirmantur var
settur frá, um hann ikki
dugdi nóg væl.
Her er ein lítil soga
um ein konfirmant, sum
dumpaði í kirkjuni. Hend-
an skemtiliga søga verður
tíðum nytt í veitslum.
Drongurin skuldi siga
sálmagrindi "Se det Guds
Lamb......" Men tað stóð
sum í bergi, so fast. Arið
eftir hugsar prestur: "Eg
má heldur lata hann siga
sama grindi, nú má hann
so duga tað. Og hann
dugir. Hann trónar há-
tíðarliga: "Se den Guds
Gimber...." Prestur harkar
og vil rætta, minnir á at
tað eitur "Se det Guds
Lamb..."
Men drongurin stendur
við sítt: "Var tað lamb í
fjør so er tað gimbur í
I dag flenna vit, men
fyrr var tað ramasti álvari
og tað var ein óbótalig
skomm ikki at klára
konfirmatiónina.
-I dag kemur tað ikki
fyri, at nakar verður settur
frá, sigur Bjarni Bæk.
Hvat bjóðar kirkjan?
Eru tit nøgd við hvat
gongur fyri seg í kirkjuni.
Halda tit at kirkjan ger
nóg mikið fyri tey ungu?
--Nei, vit halda, at tað
gongur nakað strivið fyri
seg í kirkjuni, kirkjan
kundi kanska gjørt nakað
meir fyri tey ungu. Men
hinvegin, so hendur nógv
í Meinigheitshúsin-
um. Har eru nógv tiltøk
fyri tey ungu, so einum
nýtist ikki at keða seg,
siga tær fýra genturnar.
Góðan ferning
Eitt av endamálunum
við konfirmatiónini er at
tey ungu skulu fáa ein
góðan førning, nú tey
standa á gáttini til vaks-
namannalívið.
--Eitt evni, sum hava
viðgjórt nógv, nú vit
gingu at lesa var Náðin.
Og vit halda, at vit hava
fingið tað prentað inní
okkara høvd, at Guð fer
ikki við okkum sum vit
hava uppiborið, men vit
fáa fyrigeving, siga
konfirmantarnir.
--Hetta haldi eg er av
stórum tydningin fyri
børnini, tí tey kunnu altíð
krøkja seg í hetta seinni í
lívinum. Mannalyndið er
soleiðis, at vit renna okk-
um føst í lívinum, antin
við vilja ella av óvart. Tá
er tað gott at hava eitt
stað har vit fáa ein
møguleika. At fáa Guð at
nullstilla okkara
syndablað, sigur Bjarni
Bæk.
-Konfirmatiénin er
eisini ein spurningur um
identitet, um ein er eitt
Guðs barn. Eg royni í
hvussu er at geva eina
fjálga mynd av viður-
skiftunum við Guð. Hetta
verður flutt yvir á móð-
ir/barn kensluna og so-
leiðis sá Jesus eisini
forholdið millum Guð og
menniskjuna, sigur Bjarni
Bæk.
Bjarni Bæk konfirm-
erar. Aftast vinstru-
megin síggja vit
Rannvá Skála og
hógru megin Bjarta
Arge
Ov ung
Býrnini eru um 14 ára
aldur, tá tey verða kon-
firmeraði. Eru tey íá
búgvin at taka stóðu til
dópin?
-Tað kann altíð
prátast um tað. Tey eru
børn og kóast tað ikki
børn. Tað er ein
viðkvæmur aldur. Men
Síða 13
tey eru opin og seta
Spurningar við nógv í
lívinum. Eg haldi at nú
útlendska árinið er so
stórt, serliga gjøgnum
sjónvarpsrásirnar, so fáa
børnini so nógvar trupu-
leikar at taka stóðu til, at
tað er í tøkum tíma um
14 árs aldurin, at tey fáa
sett nøkur ting uppá
pláss, sigur Bjarni Bæk.
-Eg havi roynt í
Danmark við konfirmant-
um sum eru eitt sindur
eldri, men eg haldi ikki at
tað er nakar fyrimunur,
sigur hann.
Ikki fyriskrivað
Konfirmatiónin er ikki
Framhald á síðu 14