leygardagur 19. oktober 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ítróttur
Ein breiður toppsk
Nr. 194 — 19. oktober 1991
síða 15
úttafrontur:
Skal geva EM-
verjuni mótstoðu
Úrvalsliðsvenjarin Petur Simonsen lovar ein góðan og undir-
haldandi dyst — vónandi við nógvum málum. >Vit skulu helst
å vinna, men fyrsta málið er, at tað verður stuttligt og spennandi
å hjá spælarum og áskoðarum, nú Svangaskarð við hesum dyst-
' inum verður tikið í nytslu,« sigur hann
: = Venjarin, sum hevur sett
= liðið til tann sokallaða
7 vígsludystin á Svanga-
— skarði seinnapartin sunnu-
dagin, er Petur Simonsen,
sum annars venur silvur-
vinnararnar úr B36.
Liðið, hann hevur tikið
út til dystin er hetta:
Málmenn eru Kjartan
Nesá, B68 og Jákup Mikk-
elsen, KÍ. Útispælarar eru
Eyðun Gaardbo, NSÍ, Oluf
Mortensen, TB, Dánjal
Petur Johansen, B36,
Anton Skoradal, GÍ, Petur
Ove Ellingsgaard, KÍ, Jens
Kristian Hansen, B36,
Øssur Hansen, B68, Bogi
Dam, HB, Rúni Nolsøe,
VB, Påll Magnar Kjærbo,
Sumba, Torkil Nielsen,
SIF, Jens Erik Rasmussen,
MB, Eli Hentze, B71,
Gunnar Mohr, HB, og Si-
mun Petur Justinussen, GI.
Sum sæst, er talan um
eitt sterkt og fjølbroytt lið,
við 17 spælarum úr ikki
færri enn 12 liðum.
>Tá eg fekk at vita, at eg
skuldi taka hetta liðið út,
ið skal spæla móti EM-
landsliðnum, setti eg mær
fyri at fáa eitt so breitt lið
sum gjørligt,« greiðir
Petur Simonsen frá. >Og
tá eg sigi breitt lið, meini
eg við eitt lið, ið er
mannað av spælarum úr
øllum liðunum í 1. deild í
ár og komandi ár. MB,
Sumba, B71 og SÍF sum
ávikavist niður- og
uppflytarar eru tí eisini
umboðað á liðnum saman
við hinum liðunum.<
Petur Simonsen sigur, at
talan ikki beinleiðis er um
eitt alternativt landslið,
sum hann og liðleiðarin
Jens Erik (Ras)
Rasmussen skulu taka sær
av.
Undirhaldið fremst
>Sjálvandi fari eg at
gera mítt besta til at
asmussen,
valsliðnum á Svangaskarði sunnudagin.
motivera spælararnar, so
tað kanska verður ein
sigur á landsliðnum, men
tað er ikki tað fremsta,<
sigur hann. >Um vit fáa
ein stuttligan og spennandi
dysi, so bæði áskoðarar og
spælarar fáa eina góða løtu
burturúr á Svangaskarði,
eri eg vælnøgdur.«
Ikki verdur talan um ta
stóru venjingina undan
dystinum, tí fyrstu ferð
spælararnir møtast, er
hálvanannan tíma undan
dystinum.
Seinnapartin í gjár vóru
enn ikki komin endalig
boð frá øllum teimum út-
tiknu. Til dømis var Torkil
Nielsen eitt sindur ivasam-
ur, ti hann hevur ein skaða
i knænum at dragast vid.
Bjóðar EM-verjuni av
Hóast møgulig avboð,
verður ikki roknað við, at
tað fer at standa á at fáa
mannað liðið.
>Verður hugt at liðnum,
eg havi tikið út, sæst eis-
ini, at toppskjúttarnir í 1.
deild, Símun Petur Justin-
ussen og Gunnar Mohr,
saman við toppskjúttunum
í 2. deild, Torkili Nielsen
og Eli Hentze, eru við,<
sigur B36-venjarin, sum
av mongum verður hildin
at vera ein tann frægast,
vit eiga.
Petur vísir eisini á, at
EM-landsliðið má metast
at hava teir fyrimunir, ið
kunnu spæla inn í dyst-
inum, nú teir eru í góðari
venjing, meðan fleiri av
spælarunum á úrvals-
liðnum ikki hava nortið
ein bólt í tvær vikur og
haraftrat ikki eru vanir við
at spæla á grasi.
Hinvegin eru tó fleiri av
spælarunum á úrvalsliðn-
B og Dánjal Petur Johansen, B36 — hesir báðir vera við á úr-
um gamlir kenningar frá
landsliðnum.
Troyttir EM-spælarar
Men hinvegin er møgu-
leiki eisini fyri, at lands-
liðsspælararnir nú eru
troyttir av fótbólti eftir eitt
strævið ár burturi sum
heima, samstundis sum
teir kanska ikki eru
motiveraðir at vinna ein
slíkan dyst.
»Eg skilji teir væl, eru
teir troyttir eftir allan
hendan fótbóltin, og tað
eru eisini nøkur flott úrslit,
teir hava fingið,< sigur
Petur Simonsen. >Men hó-
ast alt hetta vóni eg, at vit
fáa givið landsliðnum
góða mótstýðu, so talan
veruliga kann gerast um
ein rættan fótbóltsdyst inni
á Svangaskarði sunnudag-
im.«
hj.
Niclas Davidsen, formaður i B68: »Alt arbeiðs-
fólkið, ið hevur verið við til at gera grasvøllin,
húsið og økid uttanum á Svangaskardi, er væl-
komið til samkomuna í húsinum eftir dystin.e
i Niclas Davidsen, B68:
Arbeidsfolkid
er hoðið við
Sunnudagin verður fyri
fyrstu ferð spældur fót-
bóltsdystur á grasvøll-
inum á Svangaskarði.
Byrjað verður við
hornblástri kl. 14.30.
Nes Sóknar Musikkfel-
ag spælir. Kl. 14.45 er
tíðin komin til tær rød-
umar, ið hildnar vera
av umboðum fyri Før-
oya Landsstýri, Fót-
bóltssamband Føroya,
Nes Kommunu og
Tofta Ítróttarfelag.
Sjálvur dysturin mill-
um EM-landslidid og
úrvalsliðið byrjar kl.
15, og í hálvleikinum
spælir Nes Sóknar
Musikkfelag.
Eftir dystin verður
skipað fyri samkomu
fyri innbodnum í
nýggja húsinum við
vøllin.
Arbeiðsfólkið við
>Til ta samkomuna
hava vit boðið umboð-
um fyri landsstýri,
FSF, kommunu og allar
spælararnar, ið hava
verið við í dystinum,<
sigur Niclas Davidsen.
>Og so vilja vit fegin
hava, at øll tey, ið á ein
ella annan hátt hava
verið við í arbeiðinum
at gera vøllin, húsið og
økid uttanum, eisini
koma við ul hesa sam-
komuna. Tey hava ver-
ið so nógv í tali, at vit
ikki kundu fara undir at
senda innbjóðingar út,
uttan at onkur helst
hevði verið gloymdur,
so tí vilja vit á hendan
hátt gjøgnum blødini
bjóða teimum at vera
vid har aftanå dystin.«
Annars er møguleiki
hjá fólki undan dyst-
inum, í hálvleikinum
og eftir dystin at fara í
B68-husid við hin vøll-
in at keypa sær ein
drekkamunn og okkurt
gott afturvið.
Odyr atgongumerki
Atgongumerkini til
sokallada vigsludystin
å Svangaskardi kosta
80 krónur, og er tað
sera bíligt, samanborið
við, hvat tað kostar at
fara til slíkar dystir í
londunum uttanum
okkum.
Og við at meta upp,
kunnu vit øll somul eis-
ini vera við til at heiðra
frålika EM-landslid
okkara enn einaferð
fyri frálíka innsatsin og
tey mongu góðu fót-
bóltsupplivingarnar í
hesum síðsta árinum.
hj.