týsdagur 22. oktober 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 195 — 22. oktober 1991
Brotsmenn fáa
Síða 5
Síðstu tíðina hava starvsfólkini í Havnar Timburhandli havt úr at gera við at bera í
nýggja bygningin, ið skal lata upp fyrst í komandi mánaði
Havnar Timburhandil
Risur úr oskuni =
Fyrst í komandi mánaði
flytir Havnar Timbur-
handil í nýggja bygn-
ingin. Tað var 19. des-
ember 1987 at bygning-
urin fór upp í royk.
Málið er ongantíð upp-
klárað, t.d. er ikki stað-
fest, um talan var um á-
settan eld.
Síðstu tíðina hevur
verið úr at gera við at
flyta yvir í bygningin,
har hevur verið koyrt,
dragsað og borið húsanna
millum.
Havnar Timburhandil
eigur nú tveir bygningar,
ið lúka øll krøv til ein
nýmótans handil av sín-
um slag.
Eivin Fossaa, stjóri,
sigur, at byggivirksemið
er so nógv minkað, at
sum er hevði handilin
klárað seg við einum
bygningi, men bygning-
urin, sum brendi var væl
tryggjaður og Havnar
Timburhandil hevur fing-
ið nýggja bygningin upp
fyri sama penga.
- Tað hevur verið
trongligt higartil, mest-
sum primitivt, vil eg
siga, men framyvir verð-
ur gðrvísi, sigur Eivin
Fossaa. Nú kunnu við-
skiftafólkini koyra inn,
har veran liggur.
Tá byggivirksemið var
upp á tað mesta, vóru
fleiri enn 50 í starvi hjá
Havnar Timburhandli. í
dag eru tey 36. Eingin er
koyrdur til hús; fólk
hava sagt upp ella eru
farin fyri aldur.
ówh
Mykinesær
til Skálavíkar
Í uppganginum hósdagin og
fríggjadagin í seinastu viku
skolaði ein heft ær inn við
briminum í bátahylin í
Skálavík.
Teir fóru beinanvegin at
kanna markið á ærini, og tað
vísti seg, at hetta var ær úr
Kálvadali í Mikynesi. Ærin
var sosatt av bátinum, sum
fórst í vanlukkuni sunnan-
fyri Mykines mánadagin í
seinastu viku.
Palli Dalsgaard í Skála-
vík, sum saman við einum
ødrum manni fann ærina,
sigur, at hann hevur spurt
seg fyri hjå einum eldri
utróðrarmanni. Utróðrar-
maðurin helt tað væl bra til,
atærin er komin við streym-
inum til Skálavíkar.
Annars er tað gamalt, at
tað sum dettur niður í Myki-
nesi, rekur í land í Søltuvik
á Sandoynni. Í Søltuvik er
einki tó einki funnið.
Palli Dalsgaard sigur, at
teir hava verið oog kannað,
um nakað annað kundi vera
rikið upp har frá vanlukku-
bátinum. Men teir hava
einki annað funnið.
Palli Dalsgaard sigur seg
ikki minnast so nógv brim
at hava verið í Skálavík,
síðan hann var smådrongur.
randi
Viðurkenning
frå ofrunum
21. juni vórðu tveir ungir
danir dømdir at sita uttan
at fáa vita, hvussu leingi. Í
fyrsta umfari sluppu teir
kortini undan at sita: sum
eina roynd sluppu teir at
vera leysir í tvey ár.
Loynistiggjar
Teir báðir vóru dømdir fyri
hacking, t.v.s. fyri at bróta
inn í telduskipanir, so teir
kundu lesa tær av; sum
vituligt er, hava teir sostatt
avlisið roknskapir og
handils-loynidómar hjá
fyritøkum.
Gandaordid er pass-
word, t.v.s. tað koduorðið,
tú skalt kenna fyri at
sleppa inn á teldurnar. Teir
báðir danirnir vóru so
dugnalir, at teir vórðu ikki
avdúkaðir fyrrenn teir
komu inn á teldukervið hjá
amerikansku nimdarstød-
ini NASA.
Til heidur og æru
Nú koma kunnleikarnir hjá
teimum báðum til heiður
og æru. Í dag skulu teir
halda fyrilestur og annars
leggja stovnum og fyritøk-
um lag á, hvussu tey fyri-
byrgja hacking á teirra
telduskipanum. Tað er
Dansk Dataforening og
danska granskinga- og útb-
úgvingarrmiðstgðin innan
økid UNI-C, ið standa fyri
ráðstevnuni; UNI-C var
boðsend av løgregluni í
síni tíð, tá teir báðir hack-
ararnir vórðu avdúkaðir.
ówh
Fre
Brekið álvarsligari
enn áður hildið
Í gjár fóru umboð fyri SEV til Danmarkar at
tingast við umboðini fyri motorin á Stond-
verkinum
Óhappið við motorinum á
SEV-verkinum á Strond
norðan fyri Klaksvík var
álvarsligari enn hildið
hevur verið. Tað er ikki
meira enn tað loysir seg at
gera motorin aftur, men
endalig stóða er ikki tíkin
til hetta enn.
Í gjár fóru Klæmint
Weyhe, SEV-stjóri saman
við Bjarka Hermansen,
verkfrødingini hjá SEV til
Danmarkar at tingast við
teir sum umboða motorin.
Klæmint Weyhe sigur, at
teir nú skulu kanna um tað
loysir seg at gera motorin
aftur, ella um teir heldur
skulu keypa ein nýggjan.
Hann roknar við, at tað fer
at kosta millum fýra og
fimm milliónir at umvæla
motorin. Ein nýggjur kost-
ar helst einar tvær milli-
ónir meira.
Motorurin á verkinum á
Strond er átta ára gamal og
hevur koyrt í 32.000 timar.
Hetta er helvitin av ti,
roknad verdur vid, at ein
tilikur motorur heldur.
Um nyggjur motorur
verdur keyptur ella hesin
verdur umvældur roknar
SEV-stjórin vid, at tað fara
helst at ganga einir tveir
mánaðir, til ein motorur
koyrir aftur á verkinum á
Strond.
tór.-