Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 195 — 22. oktober 1991 Vælevdnadur vigsludystur Burðurin hevur verið trupul, men nú eydnaðist at fáa fyrsta dystin á nýggja grasvellinum á Svangaskarði frá hondini. Dysturin millum Lands- liðið og úrvalsliðið var frá- líkt undirhald og eitt verd- ugt punktum fyri eitt hendingaríkt fótbóltsár 1991. Bæði liðini kendu sína á- byrgd at vera við til at leika álopskent og harvið undirhaldandi fyri stóru áskoðarafjeldina. Målini vóru seks, trý í part, meguleikarnir vóru nógv Eli Hentze á úrvalsliðn- um í hólunum á Tumm- as Eli Hansen, sum er í ferð við at leggja aftur til Kaj Leo Johannesen, sum stóð ein sera góð- an dyst í landsliðsmál- inum. Mynd: Hilmar Jan fleiri og málverjarnir hevdu nógvar frálíkar bjargingar, bæði Kaj Leo Johannesen í landsliðs- málinum og Kjartan Nesá og Jákup Mikkelsen ávikavist 1. og 2. hálvleik í málinum hjá úrvalslið- num. Á landsliðnum vóru tað Kaj Leo, Allan Mørkøre og serliga Kári Reynheim, sum gjørdu um seg. Hin fyrsti við góðum bjarging- um man móti manni, hin næsti við ágrýtni og styrki í gjøgnumbrotum í høgru og hin síðsti við at — visa seg frå sini allarbestu síðu: temjingar í tøttum stødum, snaringar og dragingar framvið fleiri monnum og lítið sjálv- søknar avleveringar í rettu letuni. Vit sóu móti Jugoslavia spæligleðina lýsa av Kára. Hann bjóðaði heims- stjørnuni av ferð eftir ferð, og nú mótsteðan ikki var á sama steði sum í al- tjóða dysti, var ein fragd at síggja offensiv ein- mansavrik, sum í so stór- an mun komu heildini til góða. Gott grundarlag Úrvalsliðið hevði bók- staviliga skilt — størri trupulleikar at fóta sær í grasvellinum. Hetta darv- aði teir nakað, men tá hugsað verður um, at teir ongantíð hava leikt saman áður, má sigast, at teir funnu hvenn annan frá- líka væl. Ikki minst eigur úttekumaðurin, Petur Simonsen, heiðurin av í úttekuni at hava megnað beinanvegin at fáa liðið burturúr. Eftir steðgin vóru nógv- Teir vóru fyrstir á Svangaskarði Fyrsti mál fyri landsliðið: Jan Allan Miiller, VB Fyrsta mál móti landsliðnum: Rúni Nolsøe, VB Fyrsta sjálymál: Mikkjal Danielsen, MB Fyrsta gula kortið: Kurt Mørkøre, KÍ ar útskiftingar og so var spælirútman eitt sindur hækkandi, uttan tó at leikliga býtið varð nógv meira 6javnt. Trupult er at meta, hvussu hesir leikararnir hevdu staðið seg undir tí trýstinum, sum landsliðs- leikararnir hava verið úti fyri í EM kappingini, men einki er at taka seg aftur í, at nakrir á úrvalsliðnum eftir stuttari tíð kundu gjørst partur av okkara besta liði. Málini Besta uppspælið var til kolldomda málið hjá Jan Allan Miller eftir 18 min.: Allan brýtur igjøgnum, lyftir diagonalt til Kára, sum lyftir tvertur um til leysan Jan Allan, ið hegn- isliga lyftir upp um Kjart- an. Rangstaddur segði linjuverjin — tað var ógvuliga tepurt! Eftir hálvan tíma legði Jan Allan landsliðið á odda eftir at Kári yvir 40 metrar hevði sneitt fleiri av. Rúni Nolsøe javnaði fyri stegðin við langskoti, sum nart stólparótina, og 10 min. inn í 2. hálvleik var Mikkjal óheppin og gjørdi sjálvmál. Í 61. min. er tað Allan, sum sneiðir fleiri av, spæl- ir Eyðfinn (inn í 2. hálv- leiki fyri Kurt), Jákup hálvbjargar og Ari (inn 2. hálvleik fyri Jan) avgreið- ir returin. 10 min. seinni skiftir úrvalsliðið tveir menn út í sambandi við frísparkssteðu til landslið- D mer Skriva til Marner, Postboks 76, II 0 Torshevn Frå komandi mikudegi fer Sosialurin aftur undir vælumtókta læknateigin »Skriva til Marner«. Ætlan- in er at hesin teigur skal vera i blaðnum hvønn miku- dag, og har fer so læknin Marner Simonsen at svara øllum spurningum, lesarar okkara kunnu hugsast at hava um liv og heilsu. So hava tit onkur vandamál innan hetta øki, skulu tit bert triva i pennin, skriva spurningin niður og senda Sosialinum hann. Adress- an er: Skriva til Marner, Postboks 76, 110 Tórshavn