Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. oktober 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Føroyar og bókasavnsviðurskifti: Vit liva I Skal ein vidgera undirvisingina, so er ein eisini noyddur til ,f at viðgera undirvísingaramboðini, eitt nú bókasavnsviður- skiftini. Tíðin tá undirvísingin fór fram á tann hátt, at næmingarnir hugdu og gapaðu er farin. Í dag verður denturin lagdur á verkætlanir og uppgávur, har næmingurin sjálvur leitar sær tilfarið fram. Her hava båkasøvnini sin stóra leiklut sum eyðsæddir og náttúrligir samstarvsfelagir ! ; skrivar Marjun Patursson, båkavørur m.a. í greinini, sum hevur hevur ætlað skal vera eitt íkast til orðaskiftið á tingi um miðnámsútbúgvingarnar. Í seinnu helvt av 19. eld tók ein nýggj uppfatan seg fram bókasevnum við- víkjandi í Amerika. Bóka- sevnini høvdu bert verið ella fyri tey fáu, har al- menningurin ikki hevdi at- gongd. Við teirri nýggju rersluni var víst á, at bókasevn vóru samfelags- mál við teirri uppgávu at vera miðdeplar fyri fólka- upplýsing og fólkamenn- ing, sum land og komm- una í felag skuldu taka sær av á sama hátt sum tey rekja skúlaskapin. Henda nýggja bóka- savnsrerslan breiddi seg skjótt til Europa. Í Fer- oyum kom spurningurin um endurskian av bóka- savnsverkinum á tingborð longu í 1918. At hetta mál so skjótt fekk undirteku í Feroyum, átti tjóðskapar- rerslan óivað sína ávirkan á, tí endamálið við teirri nýggju bókasavnsrersluni var í nógvan mun líkt tí, ið tjóðskaparrerslan stremb- aði móti — at menna fólk- higartil fyri savnarar ið politiskt, sosialt og mentunarligt. Ikki mundu tær al- mennu Feroyar vera ríkari tá enn nú, men hóast tað, so vóru politikarar, ið skiltu hvønn tydning bókasevnini og almanna- upplýsing hevdu fyri at menna Feroyar og føroyska fólkið. Undir 3. viðgerð av tingmálinum um bókasavnsverkið, nevndarformaðurin (prósturin): >Her tervast ikki at siga meira um hesa sak; hon lá greið fyri við 2. segði viðgerð. Eg skal bara mæla til at samtykkja uppskotið. Sjálvt um hetta er ein stór og dýr sak, so er hon av teimum mest landsgagnligu, tí hesir pengar koma aftur í teimum kunnskapum og tí dugnað, okkara fólk har- við vinnur sær<. Uppskot- ið var samtykt við 15 at- kveðum móti 0. Í 1984 setti landstýrið ein arbeiðsbólk at gera uppskot um lóg fyri meg- in-, fólka og skúlabóka- sevn. Bókasavnsviður- skiftini í Føroyum vóru nú vorðin so ótíðarhóskandi; einki av týdningi var hent innan bókasavnsmál síð- ani málið í 1918. Tann stóra menningin hinum norðurlondum hevði verið fyri i 1960 árunum, høvdu føroysk bókasevn ikki fingið nakran lut i. I ålitinum, sum arbeiðs- bólkurin gav frá sær, var lagt upp til at allar komm- unur høvdu skyldu at veita borgarum sínum bókasavnstænastu, og harafturat at samkipa bókasevnini, soleiðis at vit fingu eina bókasavns- eind í Feroyum við tí full- nýtslu og gagni ein so- vorðin eind gevur. Saman við m.e. skúla- pakkanum kom bóka- savnsmálið á tingborð á vári 1988. Ein skuldi trúð, at ávísur logikkur var í, at skúlapakkin og bóka- savnsmálið vóru legd fram í senn, men í orða- skiftinum á tingi var einki, sum bendi á, at hetta vóru tvey mál, nær knýtt at hverjum eðrum. Orðaskiftið snúði seg hvørki um innihald ella endamál við hesum stovn- um, men heldur um lokal- politisk áhugamál. Lógin um megin-, fólka- og skúlabókasavn varð samtykt 5. mai 1988, men er fyribils legd til síðis. Avleiðingarnar av hesum eru at Feroyar innan bókasavnsviðurskifti eru aftur at kalla miðaldarlig at rokna. Boðað er frá, at Feroya Løgting nú skal undir orðaskifti um miðnámsút- búgvingarnar. Skal hetta orðaskifti takast upp, so mugu vit krevja, at orða- skifti um bókasavnsmálið eisini verður tikið uppaft- ur. Tað ber ikki til at við- gera undirvísingina og gloyma undirvísingaram- boðini; í hesum feri bóka- sevnini. Tíðin tá undir- vísingin fór fram á tann hátt, at næmingarnir hugdu og gapaðu er farin; í dag verður denturin lagdur á verkætlanir og uppgávur, har næmingur- in sjálvur leitar sær til- farið fram. Her hava bóka- sevnini sín stóra leiklut sum eyðsæddir og náttúr- Nr. 196 — 23. oktober 1991 Bókasovnini eiga at rókka longur enn til sjålvt skúlaverkið. Tey eiga at gerast tann náttúrligi miðdepilin fyri lívslanga læring av einstaklinginum og verða til hjálpar hjá einstaklingum, stovnum, 0.9. í teirra dagliga virki heldur Marjun Patursson ligir samstarvsfelagir. Skulu vit í Feroyum fylgja við í altjóða menn- ingini sum framkomið samfelag, mugu vit hava eitt vælskúla og kunn- skaparríkt fólk. At út- byggja skúlaverkið og seta nýggjar útbúgvingar á stovn er eitt stig á leið- ini, men ikki nóg mikið. Tann lærdómur tú fekk í gjár, er ótíðarhóskandi í morgin, og tí er neyðugt stødugt at dagføra sina vitan. Bókasevnini eiga ti at rekka longur enn til sjálvt skúlaverkið. Tey eiga at gerast tann náttúrligi miðdepilin fyri lívslanga læring av einstaklinginum og verða til hjálpar hjá einstaklingum, stovnum, 0.ø. í teirra dagliga virki. Nútímans telduteknifreði- ligt samskifti og altjóða samstarv gevur bóka- sevnum sum ongantíð fyrr meguleika at veita hesa tænastu. At útbyggja bókasevn- ini til slíkar upplýsingar- og kunnskaparmiðdeplar er ikki ókeypis, tað kostar meira enn tann pening, bókasevnini fáa i dag. Og ikki minst kostar tað ein politiskan áhuga og vilja at menna og samskipa bókasavnsverkið um alt landið. Skula vit ganga tí sam- felag á meti, sum sigst skula avloysa ídnaðar- samfelagið, og sum longu hevur fingið heitið »kunn- skaparsamfelagið<, = eru vit noydd at gera iløgur í ta sek, sum J. Dahl longu í 1918 skírdi ta „mest landsgagnligu< — nevni- liga bókasevnini. Og orð hansara um at »hesir pengar koma aftur í teim kunnskapum og tí dugnað, okkara fólk har- við kann vinna sær< hevur kanska ongantíð havt sterri týdning enn nú alt landið er í kreppu. Marjun Patursson Aðalfundur verður í Auluni í Eysturskúlanum håskvøldiå, 31. okt., kl. 19.30. Eigarafelagið Inni á Gøtu Sosialurin — fimm ferðir um vikuna!