Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 197 — 24. oktober 1991 Síða 7 Ivasamt, um nakað er >snýtt< við 3. landsrækjnuum kortini: Kanska kemur als | eingin rokning frá EF Eftir at fóroyingar nú í fleiri vikur hava gingið við spurninginum, hvør skal gjalda fyri, at før- oyska vinnan kanska hevur snýtt EF fyri tíggju- tals milliónir í tolli við at innflyta triðjalands- rækjur til eitt nú Danmarkar og Onglands, kem- ur ein nýggjur spurningur fram: Verður yvir- høvur talan um nakra rokning, tá alt kanningar- arbeiðið er liðugt einaferð kanska í næsta ár? Tað er nú ikki so langt síðani at blødini og hinir fjólmiðlarnir av álvara fóru í holt við at viðgera tær kanningar, ein EF- nevnd herfyri gjørdi í Føroyum. Til Føroya komu tveir mans frå EF saman vid einum manni frå danska tollvaldinum og einum frå enska tollvaldinum fyri at kanna øll skjøl og alt tilfar, ið snúði seg um sokallaða >snýtaríið<, føroyingar skuldi hava gjørt við at flyta triðjalandsrækjur inn í EF — uttan at gjalda tann toll, ið ásettur er. Eftir nøkrum døgum høvdu hesir fýra menninir gjørt seg lidnar við sítt arbeidi, og so féru teir avstað aftur. Teir høvdu gjørt tað, teimum var álagt, og við sær høvdu teir alt tað, teir skuldu brúka fyri at kunna skriva eina fullfíggjaða frágreiðing um kanningar- úrslitið. Týða frágreiðingina Tað síðsta Sosialurin veit frá teimum, er at teir eru lidnir at skriva frágreiðingina, og at hon skal vera rættiliga drúgv. Í løtuni fer eitt stórt arbeiði fram fyri at fáa hana umsetta, so tey, ið skulu lesa og brúka hana, kunnu fáa nakað burturúr henni. Tá tað so er gjørt, er all- arhelst størsti parturin av hesum málið eftir: Hvat er hent við rækjunum, eftir at tær eru farnar úr Føroyum, og hvgr skal gjalda tað, ið møguliga ikki longu er goldið? Í seinastuni hava fleiri røddir verið at hoyrt, sum hava roynt at greitt serliga hendan síðsta spurningin, sum snýr seg um, hvør skal gjalda. Men hóast fleiri hugleið- ingar um tað, er enn einki itøkiligt komið fram um, hvussu farast skal fram, tá rokningin kemur. Eingin rokning komin Tvinnir eru jú møguleik- arnir: Annaðhvgrt er tað vinnan sjálv, ið skal gjalda ella tað almenna. Eingin veit tað enn, og tað hevur eisini sínar góðu grundir, tí eingin rokning er komin. Og nú er enntá ivasamt, hvussu stór rokningin verður, og um ngkur rokn- ing yvirhøvur kemur til Føroya, tá hetta mál nærk- ast endanum. >Talið 50 milliónir hevur verið nevnt, men eg eri rættiliga vísur í, at hetta tal ikki er komið frá kanningarnevndini, sum EF sendi til Føroya,« sigur Leivur Gregersen å Tollstovuni. »Tad tilfar, hendan nevnd hevur savnað sær saman, sigur sjálvandi nógv, men er ikki soleiðis háttað, at gjørligt er at seta nakað tal á, sum er. Hvussu stór ein sovorðin rokning møguliga verður, avhongur av so øgiliga nógvum gørum.< Misskiljingar Leivur Gregersen sigur eisini fyri Sosialinum, at um ngkur rokning yvir- høvur fer at koma, er eisini nakað, ið ikki vísir seg beinanvegin. >Alt tilfarið verður um- sett, so réttu viðkomandi kunnu sleppa framat tí, og tað er í sjálvum sær eitt drúgt arbeiði. Tá tað so er gjørt, skal arbeiðast víðari við tilfarinum, har talan møguliga kann vera um at nøkur rokning skal koma frå. Og tad er eisini so mikið drigt, at eg í øllum førum ikki rokni vid nakr- ari endaligari nidurstødu fyrrenn einaferð í næsta ár,< sigur Leivur Greger- sen. Tað, sum hevur lagt grund undir gllum hesum góða máli, er at føroyingar hava flutt kanadiskar og sovjettiskar rækjur inn í EF, sum um tær vóru før- oyskar. Sum Sosialurin eisini hevur gjørt vart við áður, botnar alt hetta í mis- skiljingum og als ikki í veruligum gjøgnumtonkt- um ætlanum um at sleppa undan at gjalda toll til EF. Føroyingar hava eitt nú í kanadiskum sjógvi fiskað rækjur, uttan at geva sær far um, ai í minsta lagi 75 prosent av manningini um- borð á skipunum skal vera føroysk. So mikið nógvir kanadiarar hava verið við hesum skipum, at rækjurn- ar verða roknaðar sum ka- nadiskar. Tí áttu Føroyar at havt goldið toll fyri tær. Tollur ella íkki tollur Men samanumtikið er málið als ikki so einfalt, tí millum annað ger tað seg galdandi, at eftir galdandi reglum kunnu føroyingar tollfrítt útflyta rækjur og aðrar fiskavgrur til Dan- markar, og heldur ikki verður kravt, at hesar vørur skulu uppfylla øll EF-krøv. Men verða rækjurnar úr Danmark seldar víðari inn- anfyri EF, er hetta ikki galdandi, tí tá má tollur gjaldast fyri rækjurnar. Og viðvíkjandi ti, sum er selt til Onglands, kann júst tað øvugta gera seg gald- andi. Eru rækjurnar hagani seldar víðari, skal ikki verða goldin tollur av teimum. Sum skilst av hesum, er søgan um 50 millióna- rokningina til føroyingar kanska als eingin søga, tå samanum kemur. Millum annad ti tad verda åvikavist donsku og ensku innflytararnir, ið fyrst fáa eina møguliga rokning, og tá er jú als ikki so vist, at hon nakrantíð kemur víðari til Føfoya. hj. Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49 Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00 Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. * Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella 031-578999.