leygardagur 29. mars 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 29. mars 2003
37
KVIK-køkar
37
36
Nr. 62 - 29. mars 2003
Søkt verður eftir fyrstalærara, sum
• undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava fyri-
sitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av virksemi
skúlans
• skal sýna leiðslumyndugleika og -hegni
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er kveikjandi í sínum skúlahugsanum og hevur
hugsjónir um skúlamenning
• á fólkaræðisligum støði skal fremja góðar arbeiðs-
umstøður og gott samstarv millum næmingar,lær-
arar og onnur samstarvsfólk
• er førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum.
Harumframt skal fyrstilærarin
• hava hug og hegni til at átaka sær fyrisitingarliga
ábyrgd
• leggja dent á at fremja andsfrælsi, tolsemi og gott
samarbeiði millum skúla og heim
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• vera førur fyri at røkja og menna starvsfólkasam-
starvið
• vera førur fyri at útinna starvsfólkaleiðslu
• skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí
einstaka fyri medávirkan og medábyrgd
• leggja dent á menning av skúlaskapinum í komm-
ununi
• eggja næmingum, foreldrum og lærarum til at
leggja doyin á at fáa sum mest burtur úr skúla-
gongdini bæði fakliga og sosialt.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum í Eysturoyar
skúladømi I við fyribils tænastu í Leirvíkar skúla,
og tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar
starvinum viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 27.3, 29.1, 31.1
og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag.Starvið verður sett sum sáttmála-
sett starv uttan so, at tann sum sett/-ur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan.
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir
galdandi reglum.
Umsóknir
Umsókn, sum liggur á heimasíðuni www.mmr.fo, skal
vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 1. apríl 2003.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú
ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara ella
Olaus Jespersen, deildarstjóra.
17. mars 2003
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 355050 - Fax 355055
e-postur: MMR@MMR.fo
Fyrstilærari í Leirvíkar skúla
Starvið sum fyrstilærari í Leirvíkar Skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august
2003.
Skúlaárið 2003/2004 verða 93 næmingar í 7 árgangum í skúlanum. 8 lærarar starvast
í skúlanum.
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Lýsing eftir
fosturfamilju
í Klaksvík
Barnaverndin hjá Klaksvíkar Kommunu søkir við
hesum eftir einari fosturfamilju í Klaksvík, ið
hevur hug og umstøður at gerast fosturfamilja
hjá einari 11 ára gamlari gentu frá mai mánað
2003.
Málið við fosturfamiljuni er, at menna gentuna
og styrkja hennara netverk.
Tað er ein fyritreyt at fosturfamiljan er sinnað at
virka í tøttum samstarvi við biologisku familjuna.
Arbeiðið verður skipað í samráð við familjuna og
barnaverndina.
Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært gald-
andi reglum.
Áhugaðar familjur kunnu venda sær til Tonju
Ziskason á telefon 410000.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
16. apríl 2003 og skulu stílast til:
Klaksvíkar Kommunu
Barnaverndarnevndin
Postboks 2
FO-700 Klaksvík
Tvøroyrar Býráð
Uppskot til nýggjan býarplan og byggisamtykt er
gjørd fyri Tvøroyrar Kommunu.
Uppskotið liggur frammi á býráðsskrivstovuni til
alment eftirlit frá 01. apríl 2003 til 28. apríl 2003.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broyting-
aruppskot skulu vera Tvøroyrar Býráð í hendi áðr-
enn 01. juli 2003.
Tvøroyrar Býráð
Útbjóðing
Við hesum verður arbeiðið viðv. havnaútbygging í
Nólsoy, vegna Nólsoyar Kommunu, boðið út í
almenna lisitasjón.
Arbeiðið fevnir í stuttum um gerð av einum uml.80
m langum brimgarði.
Høvuðsnøgdirnar eru hesar:
Útlegging og flutningur av gróti
42.000 m3
Spreingiarbeiði
28.000 m3
Upptøku av verjugróti á gamla molanum 4.000 m3
Flyting av verandi betongkistu, uml. 80 m
1 stk.
Lisitasjónin verður hjá Landsverkfrøðinginum,
Tinghúsvegi 5, Tórshavn, hósdagin 1. mai 2003 kl.
14.00.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast í seinasta lagi 2.
apríl 2003 og verður útflýggjað móti einum
veðhaldi til støddar kr. 10.000, ið verður at flyta á
konto nr. 128.220.6 í Føroya Sparikassa ella konto
nr. 431.468.0 í Føroya Banka. Veðhaldið verður
afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent í
seinasta lagi eina viku eftir lisitasjónina.
Adressa:
Landsverkfrøðingurin,
Tinghúsvegur 5 · Postboks 78 · 110 Tórshavn,
Telefon 311333 · Telefax 314986
Teldupostur: eli@lv.fo
Landsverkfrøðingurin
C
M
Y
K
36