fríggjadagur 25. oktober 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Á
}
|.
Fríggjadagin kl. 19.00:
Miami Vice
Crockett og Tubbs leita eftir nøkrum i
viðferisrúminum á einum flogfari, og teir
finna fimtan smábern, sum eru smuglað
úr Columbia. Eisini finna teir eitt ferða-
fólk, sum ikki hevur goldið. Tað er Maria
Escobar. Hon er farin til USA at leita
eftir horvna barni sínum. Tvey ára gamli
sonur hennara varð rændur fyri sekstan
mánaðum síðani. Trý av bernunum eru
sjúku og kunnu ikki bjargast. Tubbs set-
ir seg í samband við ein Vasquez frá
columbianska konsulatinum, og við
hansara hjálp koma teir fram á ein ríkan
advokat. Men sakin verður flektari, tá
Vasquez og ein kvinna frå sosialmyndug-
leikunum verða funnin deyð.
Fríggjadagin kl. 20.03:
DoReMI - beinleiðis
undirhaldssending
-
Knut Bjørnsen og Lill-Babs
Friggjadagin kl. 21.30:
Married with
Children
Al verður kløkkur, tá ið hann frættir, at
hårskeri hansara, Tony, er deyður. Hver
skal nå klippa honum? Og hann fer so
ikki inn á eina fína hárfríðkanarstovu
men hárið veksur.
Fríggjadagin kl. 0.18:
Twilight Zone
Fitzgerald, ein gamal hermaður, er
staddur á eini hersteð á Filippinunum í
1945. Óvæntað uppdagar hann, at hann
sær á andlitunum á hermonnunum, hver
teirra fer at doyggja í næsta stríði. Hann
verður uppaftur klekkari, tá ið hann sær,
at hann hevur sæð rætt. Hann vendir sær
til yvirmannin at fáa ráð.
Leygardagin kl. 22.06:
The Dirty Dozen:
The Fatal Mission
Telly Savalas og Heather Thomas
Am. filmur frå 1988. Stríðst verður móti
nazismuni — nú á Orientpressen. Hitler
hevur gjørt av, at nakrir vísindamenn og
politiskir leiðarar skulu sendast til
Turkalands. Har skal ein bólkur av topp-
nazistum, »Terminate«, seta á stovn eitt
„fjórða ríki“. Ætlanin eitur »Operation
Valkyria<. At forða hesi ætlan verða
Wright majorur og tólv menn hansara
innkallaðir sum »spesialkommando«.
Nazistabólkurin ferðast móti Istanbul
via Jugoslavia og Grikkaland við einum
serligum toki. Í friðartíðum var hetta
Orientexpressen.
Leikarar: Telly Savalas, Ernest
Borgnine, Erik Estrade, Heather Thom-
as, Hunt Block, Matthew Burton.
Leygardagin kl. 23.45:
Alfred Hitchcock
Ein vekur einkja og ein falsari hittast, tá
ið tey spæla tennis. Hann kannar nógv
um hana, tí hann fær áhuga fyri henni.
Hvussu ber tað til, at maður hennara,
sum doyði fyri seks mánaðum síðani,
veddaði um hesar fyri trimum mánaðum
síðani?
Sunnudagin kl. 13.50:
Kristin kommenderar
Svenskur filmur frå 1946. Vilhelm West-
man arbeidir sum umsetari fyri eitt viku-
blað og er giftur við teknaranum Mari-
anne. Bæði arbeiða heima og tey hava
eisini tvey bern. Hetta tilsamans ger, at
alt altíð er ein ruðuleiki í heiminum. Men
nú skal okkurt henda. Tey fáa sær eina
arbeiðskonu at halda skil á húsinum.
Kristin kemur at arbeiða hjá teimum, og
skjótt tekur hon ræðið.
Nr. 198 — 25. oktober 1991
Sunnudagin kl. 19.00:
Rocky IV
Am. filmur frá 1985. Rocky er frálíkur i
nevaleikari og hann roynir alsamt at fáa }
betri úrslit. Nú ætlar hann sær móti
tungvektsnevaleikaranum í
Sovjet, 3
Drago. Men fyrsti dysturin hjá Drago i j
USA er ikki móti Rocky, men Apollo $
Creed, mótsteðumanninum hjá Rocky.
Men Apollo verður illa skaddur. Rocky
sær seg einki val hava, hann noyðist at
dystast móti Drago eisini. Dysturin skal |
eisini sjónvarpast um alla verðina. Krev-
ini eru stór og dysturin verður harður...
Leikarar: Sylvester Stallone, Dolpk *
Lundgren, Carl Weathers, Talla Shire,
Burt Young, Brigitte Nielsen.
Sunnudagin kl. 20.50:
Family Secret
Ein dokumentarfilmur um ættleiðing.
Fyrr var tað torfert at fáa at vita hjá
teimum bernum, sum vóru ættleidd,
hverji foreldur teirra vóru. Men nú er
vend komin i. Nú eru nógvar »opnar ætt-
leiðingar<. Foreldrini hitta tey, sum vilja
hava barnið, áðrenn hesi verða góðkend.
Og samstundis eru tað nógv tilkomin,
sum nú eru farin at leita eftir biologisku
foreldrum sínum. Vit skulu síggja nøkur
av teimum, sum leita.
Mánadagin kl. 18.30:
Grannar
hjá
Charlene verða órógvaðar í heilum, og
Charlene er móð av hesum. Dan er fram-
vegis illur við Scott og hann vil hava
Charlene at útseta brúdleypið. Talið av
brudleypsgestum minkar alsamt av ym-
iskum orsekum
Brúdleypsætlanirnar
Týsdagin kl. 19.00:
From Noon Till
Three
Am. western við Charles Bronson í
hevuðsleiklutinum. Graham Dorsey, ein
bankaránari, ætlar sær at hvíla seg eina
tíð á einum gomlum harragarði, ístaðin
fyri at vera við í næsta ráninum. Í húsun-
um er Amanda Starbuck, ein ung, vekur
einkja. Skjótt hevur Dorsey sagt henni,
hvussu forliptur hann er uppi í henni.
Nakað seinni verður sagt um Dorsey, at
hann er skotin til deyðis, og tá fer
Amanda at skriva eina bók — eia segu
um kærleikan millum tvey, og henda
bókin verður ein »bestseller«.
Men Dorsey er als ikki deyður. Í loynd-
um roynir hann at njóta framgongdina.
Scott og
Týsdagin kl. 23.00:
Reggie
Reggie er hugtungur feðingardagin hjá
sær og sigur, at lívið er einki spennandi
longur. Elizabeth ger av at gera hann
glaðan, tá hann kemur heim, men hon
veit ikki, at hann kemur ikki einsamall-
ur
Mikudagin kl. 19.00:
Blame it on Rio
Am. filmur frá 1983. Um París ger fólk
er, so stendur Rio De Janerio ikki aftan-
fyri. Tað uppdaga vinirnir Matthew og
Victor skjótt. Báðir búgva í Rio, hava
leigað eini hús at halda frí í. Í fyrstani
ætlaðu teir at vera har saman við konum
teirra, men so skuldi Victor skiljast og
kona Matthew ætlaði sær sjálv til Brasil-
ia. So ístaðin fóru teir saman við detrun-
um Nichole og Jennifer. Tey eru ikki meir
enn komin, tá ið tey síggja, at hasin býur-
in ger tey púra er. Jennifer var sum smá-
genta púra býtt uppi í Matthew, og hon
uppdagar at hon framvegis er hugtikin
av honum, og tónleikurin, mánin og
veðrið fær Matthew at gloyma tíð og
stað
Hósdagin kl. 22.03:
Crazy like a Fox
Ein særdur maður kemur inn á skriv-
stovuna hjá Harrison og doyr áðrenn
hann fær sagt erindi síni. Men Harry veit
eitt sindur. Maðurin var komin til Harry
at hitta eina gentu, og tá ið hann eisini
spurdi eftir einum góðum advokati, vísti
Harry honum á sonin. Tað kemur fram,
at tann deyði var ein rýmdur fangi, Osky
Gideon, sum átti at sloppið leysur eina
viku seinni. Ein maður, B.J. McCaffey,
ringir til Harry og Harrison og bjóðar
sær at hjálpa.