fríggjadagur 25. oktober 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 198 — 25. oktober 1991
Samnorðurlendsk umsøgn
um EES, EF og EF-samveldið
Samtykt á fundi í Oslo 12. og 13. oktober 1991 av umboðum fyri
Folkebevægelsen mod EF, Danmork, Vaihto«hto Ey:lle, Finn-
landi (Alternativ till EG), foroyska fólkarorslu í stovning, Sam-
støðu um óháð Islands, Nei til EF, Noregi og Nej till EG, Svø-
ríki.
Garðar eru rapaðir, og
nýggja Evropa gevur
betri = samstarvslikindi.
Nýggja Evropa hevur eis-
ini vð sær nýggj vanda-
mál, vandamál, sum verða
at greiða í fela. Greiðsla
teirra kann ikki verða mið-
stýrd. men má verða bygd
á javnbjóðis samvinnu
millum sjálvsteðug ríki.
Hitt góða samstarvið í
Norðurlondum sýnir, at
javnbjóðis samvinna mill-
um sjálvsteðug(!) ríki
kann virka væl uttan yvir-
tjóðastovnar. Norður-
landasamstarvið eigur at
verða munandi stimbrað
g víðkað til nýggj eki.
Royndir okkara kunnu
verða nýttar til at menna
og nøra um samvinnuna
millum lond uttan fyri
EF-kervið.
Aðalmál EF hevur alla
tíðina verið alsamur bú-
skaparvekstur, við tað at
marknaðarkreftirnar
verða latnar leika leysar,
og felagsligar (sosialar) og
umhvervisligar avleiðing-
ar hava minni upp á seg.
Ætlanir EF um innmarkn-
að við vekstri í fram-
leiðslu og nýtslu og kapp-
ing um marknaðarlutir við
USA og Japan vísa, at
hetta er framvegis enda-
málið. Hesin vekstur fær
ikki verið uttan við at rán-
nýta heimsins longu so
neyðtroytta náttúrutil-
feingi, at leggja alsamt
tyngri byrðar á umhvervi
og menniskju og tránýta
fátækrafólkið í triðja
heimi.
Umhvervisneyðin i
heiminum synir, at vit
kunnu ikki halda fram ta
leid, sum idnadarvakstrar-
samfeløgini hava slóðað
fyri. Vit verða at skifta til
»burdardygga« menning,
menning í samlag við
náttúruna. EF-kervið er
ikki tað, ið heiminum terv-
ar, tverturímóti.
EES fer eisini at gera
Norðurlond til part í inn-
marknaðinum í EF. Við
EES-sáttmála grundaðum
á regluverk EF verða øll
Norðurlond at lúta fyri
avgerðum og dómsegnum
EF viðvíkjandi innmarkn-
aðinum. Norðurlond hava
fríhandilsavtalur við EF,
ið tryggja ídnaðinum
marknaðaratgongd, og
tervur er ikki á EES til
tess at kunna flyta út til
EF.
Limaskapur í EF og
EES-sáttmáli fara at
leggja tilfeingi og vinnulív
í løndunum opin fyri út-
lendskum uppkeypi.
Bygdarsamfeløg í hópa-
tali, sum nú eru virkin og
livfør, koma nidurundir, ti
at vit kunnu ikki fremja
bygdarmenning, ið tryggj-
ar spjadda búseting.
Einki kunnu vit gera í-
móti, at útlendskir fiski-
menn setast niður í lond-
um okkara og fara at
troyta okkara fiskigrunn-
ar.
Stjórnarlag EF er ikki
fólkaræðisligt í bygnaði
sínum og harafturat
merkt av skrivstovuveldi.
Evropatingið, teir kalla,
er ikki lóggevandi, tí at
lóggávuvaldið er hjá Ráð-
harraráðnum, har ið hitt
einstaka landið kann
verða við undirlutan í at-
kvødugreidslu. EF-nevnd-
in hevur einarætt til at
seta fram lógaruppskot,
og dómstólur EF hevur
stóra ávirkan á lóggáv-
una. Eingin av hesum
stovnum hevur rótfesti í
fólkinum, og ell avgerða-
tilgongdin er lokað og
loynilig.
EF-skipanin er í and-
steðu við vælferðarlagið í
Norðurlondum, ið byggir
á umboðandi fólkastýri
gjøgnum loggåvuting,
opinleika i politiskum av-
gerdatilgongdum og å fe-
lagsliga samsteðu
(solidaritet).
EF gongur við ferð fram
ímóti at gerast samveldis-
ríki við felags politikki alt
frá útbúgving og mentan
um skatta- og almanna-
politikk til uttanríkis- og
verjupolitikk. Hini ein-
støku limalondini frá at
enda sum lægrisett lutar-
riki.
Ætlanirnar um bú-
skaparligt og peningaligt
samveldi grundlógarfesta
ein búskaparpolitikk, ið
fer at elva til stórt vinnu-
loysi. Ríkini í EF skulu
hava felags gjaldoyra,
ECU, og peningapolitikk-
urin verður ásettur av ein-
um miðbankakervi uttan
politiska stýring og fólka-
ræðisligt eftirlit og við
støðugum prísum sum
einasta endamåli. Ráð-
harraráð EF skal kunna
taka til revsiatgerðir móti
londum, sum nýta hall á
ríkisfíggjarætlanini
ráð móti vinnuloysi.
Orðaskiftið um viður-
skiftini millum lond okk-
ara og EF leikar á í ellum
Norðurlondum. Danmerk
er í sersteðu sum limur í
EF, Finnland, Ísland og
Noreg samráðast um
EES-sáttmála, og Sveríki
hevur sekt um limaskap.
Grønland og Føroyar
standa uttan fyri EF og
eru ikki vid i samråding-
um um EES, men hava
tvilidasåttmålar vid EF. I
Norðurlondum stúra alt
fleiri fyri tillagan til Ef og
fyri gongd EF fram ímóti
einum samveldi. Stjórnir-
nar vilja lítið opinskára,
og fólkið veit hvaðna
minni um innihaldið í sam-
ráðingunum við EF. Í øll-
um Norðurlondum er al-
neyðugt at fáa lívligt al-
ment orðaskifti og fólka-
atkveður.
Norðurlond hava sam-
leið um segu, mentan og
arvsiðir og eru saman-
bundin við líkum samfe-
lagslag. Tí nema viður-
sum
En røst fra graven
Sverre Midjord svarar Paula Ellefsen
Í Dimmalætting nå um
dagarnar varð prentað
reða, sum Pauli Ellefsen,
fyrrverandi formaður
sambandsfloksins, hevði
hildið á norðurlendskari
samkomu. Nú er ikki
Pauli Ellefsen ein og hver,
hann er fyrrverandi løg-
tingsmaður, legmaður og
fólkatingsmaður, so eftir
hesum skuldi ein roknað
við, at innihald var í tí,
sum hann ferdi fram, og
uttan iva hava áhoyrarar
hansara gjert sær sínar
metingar eftir tí, sum
hesin maður hevur staðið
fyri. Og ikki at gloyma:
hansara privata virksemi
sum statsviðurkendur
grannskoðari.
Hann tosaði um tey fer-
oysku viðurskiftini, um
niðurgangstíðir í Feroy-
um. Eitt sera álvarsamt
mál. Eitt mál, sum við-
kemur hverjum einasta
heimi í Feroyum. Ein
skuldi hildið, at Pauli
Ellefsen ætlar sær eina
afturkomu í føroyskum
politikki, bæði fyri seg
persónliga og ikki minni
fyri sambandsflokkin, tí
sambært reðu hansara, og
tað er honum og flokki
hansara líkt, so hava Pauli
Ellefsen og Sambands-
flokkurin onga skyld í
niðurgangstíðunum í Fer-
oyum.
Hann vaskar hendur
sínar. »TAD GJØRDI PI-
LATUS EISINI«! Sam-
bært rødu Paula Ellefsen,
so vóru tað bert nøkur få
ár, at tað gekk væl í Fer-
oyum. Henda pástand
endurtekur hesin úrmæl-
ingur í føroyskum poli-
tikki fleiri ferðir í reðu
síni. Her vísir hann óbein-
leiðis til tey árini, hann
sjálvur sat sum legmaður.
Hann umreður sjálvandi
ikki árini saman við Tjóð-
veldisflokkinum.
Álvaratos! Um hesin
maður og sambandsflokk-
urin veruliga trúgva hes-
um, so er nakað heilt gal-
skiftini hjá hverjum ein-
stekum landi við EF eisini
við hini londini, og tað er
tí natúrligt við samvinnu
tvertur um landamark um
felags sjónarmið.
Nú verður stílað fyri
viåtøkum norðurlanda-
samstarvi millum felags-
skapir og rerslur, sum eru
ímoti limaskapi í EF-sam-
veldinum. Vit samstarva
ikki við felagsskapir ella
einstaklingar, ið eru ímóti
fólkaræði ella vanvirða
onnur folkasløg. Vit vilja
gera okkara til at fåa
skilaligt, fjølbroytt og
upplysandi ordaskifti. Vit
vilja útvega san
og metingar, sum
varpa ljós á avleiðingar-
nar av EES, EF og EF-
samveldinum. Vit vilja
hver styðja annan í at
menna og stimbra mót-
steðuna hjá fólki um øll
Norðurlond.
—— »—= —………—…—
id, ti teir vita, ja, Føroya
fólk veit, at Pauli Ellefsen
sum legmaður og í sínum
privata virksemi sum
grannskoðari hevur verið
við til at tilmæla tey til-
tek, sum tíverri ikki øll
vóru haldbar, men sum
vórðu gókend eftir tilmæli
frá grannskoðaravirkjum,
og tað er eingin ivi í mín-
ari sál um, at privatvirkið
hjá Paula Ellefsen ikki
hevur staðið aftast í slík-
um tilmælum. Og tá hann
samstundis bæði hevur
verið legmaður og løg-
tingsmaður, øll árini limur
av fíggjarnevndini, so
hava uttan iva hansara til-
mæli fingið skjóta við-
gerð.
At hann nú kemur sum
ketta upp úr hevdatrog og
nú hevur loysnirnar og
samstundis sigur seg
leysan av allari ábyrgd,
tað er bert Pauli Ellefsen,
sum kann gera slíkt, men
meguliga eru tað nekur,
sum hava skilt, at hetta
heldur ikki, og tí skilir ein
betur, at Pauli Ellefsen so
bráddliga legði frá sær
sum formaður sambands-
floksins. Flokkur hansara
hevur sæð, at í framtíðini,
nú tað veruliga krevst at
taka tek, at taka ópopu-
lerar, men neyðugar av-
gerðir, var tað best fyri
flokkin at lata Paula fara.
Nú kemur tað fram, hví
Pauli Ellefsen legði frá
sær, men hann kann ikki
lata vera at gera ilt verri,
tað sæst á seinasta út-
spæli hansara.
Góða mamma, tað var
ikki eg ella sambands-
flokkurin, tað vóru hinir.
Ein politikari, sum ong-
an sjálvskritikk hevur,
sum ikki torir at standa
við gjerdar gerðir, er
meira til skaða enn gagns,
og tí eigur reða hansara at
verða lisin í tí andanum:
En rest fra graven.
Ringið!
- og vit skriva
(C11820